týsdagur 27. januar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. januar 2015 · Nr. 11
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Annika Kunoy Im
– Vel tær ein kopp, sigur
Rakel, tá eg komi innar í eyð
kendu grønu húsini.
Í køkinum hevur hon eitt
skáp av koppum, sum allir
hava myndir av Mumi-fam
iljuni, úr søgum hjá Tove
Jansson.
– Tú velur ein kopp, alt
eftir hvørjum lagi tú ert í,
sigur hon einfalt.
Á mínum krússi er ein
mynd av einum dólgi við
eini grýtu á høvdinum, sum
situr bergtikin av nøkrum
knappum. Hendan lýsingin
av hýrinum, eg eri í, er óivað
fin, hugsi eg.
Sjálv situr hon við einum
koppi við ymisku persón
unum úr Mumi familjuni í
einum urtagarði. Hetta er
ein fagnaðarkoppur, sum er
gjørdur, tí 100 ár eru liðin
síðani Tove Jansson var
fødd. Rithøvundurin sum
hevur havt ein týdningar
miklan leiklut í yrkisleiðini
hjá Rakel.
Tað er menniskjaligt,
at siga frá søgum
Rakel Helmsdal er úr eini
prestafamilju. Hon minnist,
at barnaheimið var fult av
tónleiki
og
bókmentum.
Mamman var yrkjari, og tí
vóru bókmentir ein nátúr
ligur partur av barnaár
unum. Pápanum dámdi væl
at finna uppá og lesa søgur
fyri børnunum, og hetta læt
upp ein nýggjan heim fyri
lítlu Rakel, og søgur hava
tí altíð átt eitt stórt pláss í
hjarta hennara.
Rakel heldur, at vit siga
ikki líka nógvar søgur í dag,
sum tey gjørdu fyrr. Hetta
tí vit eru alsamt meir undir
hildin, men tað at siga frá
søgum er ein kunstur í sjálv
um sær og nakað, sum er
grundleggjandi menniskja
ligt.
– Grundleggjandi hava
barnaárini lært meg finna
uppá og siga søgur. Sum
barn tekur man hetta fyri
givið, men tað er ein gáva,
sigur hon.
Nógvar kanningar eru eis
ini gjørdar um týdningin at
lesa fyri børnum. Tað er ikki
bert søgan, sum lisin verður,
sum hevur týdning, men
eisini sambandið tú fært til
barnið, tá lisið verður.
– Tað er orsøkin til, at eg
í dag geri tað, eg geri, sigur
hon. Og Rakel finnur uppá
alla tíðina. Har onki er, ger
hon okkurt kortini, greiðir
hon frá, meðan lodni frens
urin leggur seg til rættis í
fangi hennara.
Talufrælsi er ikki
absolutt í Føroyum
Meðan frensurin murrar við
afturlætnum eygum, greiðir
hon frá um mentanina í
Fraklandi, og ta ávirkan, hon
hevur havt á seg.
Tá Rakel búði í Fraklandi,
miðskeiðis
í
nítiárunum,
lærdi hon seg franskt við at
lurta eftir útvarpinum. Tað
var henni skjótt greitt, at í
Fraklandi hevur tú loyvi til
at siga og hugsa alt tað tú
ynskir, og ongin setur spurn
ing við nátúrliga talu- og
skrivifrælsi, og ongi evni eru
ov halgaði til at verða tosað
um. Tí rakti vanlukkan á
Charlie Hebdo hana ræðuliga
hart.
Hetta óavmarkaða frælsið
er ikki í Føroyum, heldur
Rakel. Hóast talufrælsi ikki
er avmarkað av reglugerðum,
so er tað avmarkað í persón
ligum
sambandi
millum
fólk. Hon vil sleppa at siga
tað, hon vil, tá hon vil. Tó,
sigur hon, at vit sjálvandi
ikki skulu stoyta fólk ella
gera teimum ónáðir við vilja
ella óneyðugt, men man má
kunna hava sínar egnu hugs
anir, heldur hon fast við.
– Tankin skal vera frælsur,
og er hann ikki tað, so av
markar tú, hvat gott kann
spretta
úr
samfelagnum.
Tað heldur okkum niðri, og
vit avmarka okkum sjálvi.
Barnamentanin
væntar virðing
Tá prátið fellur á arbeiði,
sum Rakel hevur gjørt innan
barnamentan í Føroyum,
verður hon uppøst. Hon
brennur fyri at varpa ljós á
væntandi virðingina, sum
almenningurin hevur fyri
barnamentan. Og hetta er
ikki ein einskildur føroyskur
trupulleiki, men hann er
eisini
í
øðrum
londum.
Hóast hetta, so fevnir tilfar,
evnað til børn, vítt. Tí, sum
Rakel greiðir frá, so skalt tú
raka barnið og tann vaksna,
men tú skalt eisini raka tann
vaksna, sum barnið einaferð
verður.
Torført við avmarking
Tað at skúlagongdin ikki
akkurat var nakað fyri hana,
hevur hon altíð vitað, og eftir
eitt stutt tíðarskeið á føroya
málsdeildini fann hon eisini
útav, at hon heldur ikki
kundi avmarka seg til eitt
fak. Hon kláraði ikki at av
marka seg til at velja eina
yrkisleið, sum at lesa før
oyskt, tá hon hevði so nógv
ymisk áhugamál. Tá spældi
hon eisini nógvan sjónleik og
skrivaði, tó at hon sigur seg
allarmest vera ein søgusigara
og uppfinnara, tí hon finnur
upp á søgur við skrivaða
orðinum ella dukkuspæli og
øllum øðrum, hon fæst við.
Hetta
við
marionett
dukkuspæli fyllir ómetaliga
nógv hjá henni. Fyri tíðina
arbeiðir hon á verkstaðnum
hjá sær í kjallarinum og ger
leikarar og pall lidnan til ein
nýggjan leik.
– Tann mest gandakenda
verðin, eg veit um, er sjón
leikurin, og hann fasinerar
meg, sigur Rakel.
Í marionettleikhúsinum
fær hon kombinerað allar
leiklutinar, sum hon sjálv
hevur spælt gjøgnum ár og
dag. Her gongur óavmarkaða
lívsleið hennara í eina hægri
eind, tá hon skrivar, sigur
frá, ger ljós, seymar búnar,
evnar leikarar, byggir pallin
og mangt, mangt annað.
– Eg havi gjørt eitt sindur
av hvørjum, og tað hevur
ført fram til, at eg kann hava
mítt leikhús næstan heilt
einsamøll, greiðir hon frá.
Vit mangla
afturmeldingar
Rakel Helmsdal gav í mars
mánaði í 2014 út ungdóms
skaldsøguna »Hon, sum róði
eftir ælaboganum«. Bókin
hevur verið í menning í 16 ár,
greiðir Rakel frá, og eftir at
hon var givin út, hevur Rakel
bert fingið eina viðmerking.
Og hon var á Facebok. Bókin
hevur ikki verið ummæld
ella viðmerkt, og Rakel sigur,
at hetta kennist tómt. Tað
koma so fáar skaldsøgur út í
Føroyum, og hon heldur tað
verða púra burturvið, at tær
ikki allar verða ummældar
og fáa tað uppmerksemi,
sum tær hava uppiborðið.
– Tað er løgið, tá ið tað ikki
verður reagerað uppá tað,
– Okkara skúlaverk sum heild hevur ein trupulleika, tað er ov stirvið. Tað hevur ivaleyst
okkurt við læraraútbúgvingina og vanahugsan at gera, heldur Rakel Helmsdal. Nógv
kundi verði gjørt at bøta um trupulleikan, og tað er av týdningi, at okkurt verður
gjørt. Tí bygnaðurin í fólkaskúlanum ávirkar bygnaðin í samfelagnum, heldur hon
Loyvið lista
fólkum inn
í skúlan at
undirvísa
Mynd: Heinesen Myndir