týsdagur 27. januar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú eru longu nakrir mánaðar
farnir síðan Kristianna and
aðist, og tað er enn ringt at
skilja, at hon ikki er her long
ur.
Tað fyrsta, eg minnist
um Kristionnu var, tá ið eg
fyrstu ferð skuldi inn at
møta henni og Jacob. Eg
var eitt sindur nervøs, sum
mann er, tá ið man skal møta
verforeldrunum fyrstu ferð,
men tað vísti seg at vera heilt
uttan grund. Eg kom inn,
og hon gav mær eitt stórt
klemm og segði vælkomin,
hon hevði enntá keypt mær
eina føðingardagsgávu, tí eg
hevði akkurát fylt.
Eg haldi, at øll sum
kendu hana, høvdu sagt tað
sama, hon var ein kvinna
við einum stórum hjarta.
Mild, tó bestemt, gestablíð
og gávumild. Sjálvt úti á
heiminum við Mýruna, har
hon búði tey seinastu árini,
nevndi tey hana sólstrálan,
tí hon hevði hetta glaða lynd
ið.
Eitt, sum hon brendi fyri,
var sjómanskvinnuringurin.
Hon elskaði at møtast við
hinum kvinnunum, og hugna
sær við drekkamunni og
stokkum.
Hon hevði umsorgan fyri
fólki rundan um seg. Hon ar
beiddi sum heimahjálp, men
tey fólkini, sum hon tók sær
av har, var hon eisini um í
frítíðini. Hon hjálpti har hon
kundi.
Hon var sera umhugsin.
Um onkur ikki dámdi døgurð
an, sum hon hevði gjørt, so
gjørdi hon gleðiliga okkurt
serligt til tey. Hon vildi bara,
at øll skuldu vera nøgd, og
hava tað gott.
Ommubørnini høvdu eitt
serligt pláss í hennara hjarta,
hon hevði altíð tíð til teirra, og
elskaði at siga teimum søgur
frá fyrr í tíðini og syngja
fyri og saman við teimum,
sunnudagsskúlasangir
og
sangir sum »Kettan liggur
í durðinum deyð« og aðrir
gamlar sangir.
Kristianna var ein trúgv
andi kvinna, og ein løta, sum
hon elskaði var tá andaktin
var í útvarpinum. Hon lurtaði
og sang við, tá ið sálmarnir
vóru sungnir.
Eg fari altíð at minnast
Kristionnu við gleði, og eg
takki Gudi fyri at eg fekk
hana sum vermóður.
Joy
Eg minnist ommu sum eina
glaða, blíða, kerliga, men
eisini eina bestemta ommu.
Hon var altíð so glað, tá ið
mann kom at vitja seg og
abba, og hon var skjót at
gera okkurt lekkurt at eta.
Eg minnist serliga væl, tá ið
eg og sysktinabarnið, Jovina,
sótu í garðinum hjá ommu og
abba ein summardag. Omma
kom út við breyði til okkum
og fór so inn aftur. Eina løtu
seinni opnar hon vindeygað
og spyr, um vit vóru tystar.
Vit søgdu ja, og so loraði
hon tvær saftfløskur niður
til okkum. Hon elskaði at
forkela ommubørnini. Hon
plagdi at fortelja mær um,
tá ið hon var ung í Leirvík.
Henni dámdi so væl at for
telja um hendingar frá 2.
Heimsbardaga, tá ið tey onk
untíð mátti rýma niðan í
fjøllini, tá ið minur komu inn
móti Leirvík. Hon dugdi so
væl at fortelja, og eg var altíð
bergtikin, tá ið hon fortaldi
um sínar barndómsdagar.
Tað, sum vit, ommubørn
ini, nokk øll fara at minnast
við ommu eru sangir sum
»Kettan liggur í durðunum
deyð«. Hann lærdi hon okk
um øll, og tá ið hon byrjaði
at siga rímið, komu øll hini
»uppí«, og so sótu øll og rams
aðu til endan.
Alt tað eg kann minnast
hava vit hildið jól saman
við ommu og abba. Áðrenn
omma bleiv veruliga dement,
endaði jólaaftan altíð við at
abbi spurdi ommu, nær hon
ætlaði sær til hús, og hennara
svar var altíð tað sama: »Ja, eg
bíði bara eftir tær«, og síðani
ynsktu tey okkum góða nátt
og fóru til hús.
Omma tók altíð børn,
svigerbørn og ommubørn
fyrst, og var altíð klár, um
tað var tað minsta, hon kundi
hjálpa við. Mann bleiv altíð
móttikin við einum stórum
smíli
og
einum
stórum
klemmi, tá ið man kom inn
til ommu og abba, og eg
elskaði at vitja tey. Alt hetta
fari eg at minnast afturá við
einum smíli, nú omma ikki er
í millum okkum longur.
Elisabeth
Minningarorð um
Kristionnu Elisabeth Simonsen
9. mai 1936 – 16. september 2014
Kristianna Elisabeth Simonsen
100 ára føðingardagur
Týsdagin 3. februar 2015 verður Malla Olsen, sum nú
býr á Vesturskin á Toftum, 100 ár.
Sama dag, skipa familjan og Nes kommuna fyri
móttøku í Missiónshúsium Tabor á Toftum, frá kl.
15.00 til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Heilsanir til føðingardagsbarnið verða bornar fram
millum kl. 15.00 og 16.00.
Familjan og Nes kommuna
80 ára føðingardagur
3. februar fyllur Viljam Bech, Lopra, 80 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 31. januar í bygdarhúsinum í Lopra frá
kl 15. Øll eru hjartaliga vælkomin
70 ára føðingardagur
2. februar fyllir Brynjolf Dahl, Vágur, 70 ár. Dagurin verður
hildin heima leygardagin 31. januar fra kl. 11–16. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 14. februar kunnu hjúnini Hansina og Magnus
Pauli Johannesen Kollafjørð halda gullbrúdleyp, dagurin
verður hildin í missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 17, øll er
hjartaliga vælkomin
Minningarhald
yvir okkara góða mann og pápa,
Alex C. Erharuyi,
ið andaðist í Nigeria 18. januar,
verður í Hoyvíkar kirkju leygardagin kl.15.00.
Rannvá og lítli Jósef
Tey, ið vilja minnast Alex, kunnu lata eina gávu,
konta í EIK banka.