Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæra kona mín, systir, mostir og fastir okkara Martina Alvilda Klein fødd Fuglø Klaksvík f.08.07.1947 – d.01.06.5014 andaðist og varð jarðað. Takk til talarar og tykkum, sum á ymiskan hátt hjálpt til við jarðarferðini og ervið. Takk til stuðlarnar, sum vóru so góðar við hana, og somuleiðis takk til tykkum á Røktarheiminum fyri ta tíðina, hon var har. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Javna. Og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Jóan Petur Fríðborg og Leivur Vit takka øllum tykkum, sum vístu okkum samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, omma, langomma og vermamma Kaja Agnethe Thomsen Tvøroyri f. 10.11.22 – d. 27.10.14 andaðist og varð jarðað. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarrík orð. Takk til sangarar og fyri hjálp til ervið. Takk fyri heilsanir, blómur og gávur til Tvøroyrar kirkju. Ein serstøk tøkk til heimahjálpir og starvsfólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi fyri góða umsorgan. Vit ynskja øllum eitt gott ár í 2015. Familjunnar vegna Richard, Claus, Henrik og Thurid Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma og omma Ebba Malena Petersen andaðist og varð jarðað Ein hjartans tøkk til heimaøktina, sum tóku sær so væl av mammu, so hon kundi vera heima sum longst. Tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum vóru so væl um hana seinastu tíðina. Takk fyri góða andakt á Suðuroyar sjúkrahúsi og góð orð í kapellinum. Ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu og stuðlaðu okkum í hesi sváru tíð. Takk til talarar og tykkum øll, sum bakaðu, gjørdu mat og á annan hátt hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Bethel. Til seinast ein hjartans tøkk til øll tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Ebbe, Karin, Lív, Vivie og Britt Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Marius Johan Jensen f. 14.09.34 – d. 08.11.14 andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Lágargarð. Familjunnar vegna Marita Annika, Beinta, Gudrun og Høgni Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og fyri hjálpsemi við deyða og jarðarferðina hjá høgt elskaðu konu míni, mammu, ommu og svigarmammu okkara Oddvør Margretu Wernicke f. 07.06.51 – d. 14.11.14 Takk til Sonju Klein, prest, fyri vøkur og troystarrík orð í kirkjuni og við grøvuna. Takk Bergur fyri troystarrík orð í kapellinum og til kórsetingina, og fyri tær mongu vitjanninar á B6, sama tøkk fer eisini til Sverra, prest, fyri vitjanir á B6. Takk til tykkum sangbrøður úr Norðstreymi fyri góðan sang í kirkjuni og úti í kirkjugarðinum. Takk til berarar, kirkjutænarar, organist og gravarar. Tøkk til tín góða Magna, at tú stílaði fyri tí avbera varma kórsanginum í kirkjuni. Takk øll tit, sum vitjaðu Oddvør á B6 á hennara longu sjúkralegu. Takk øll, sum ringdu og vitjaðu okkum á Berjabrekku eftir deyða Oddvørs. Ein serstøk tøkk til tykkum: familju, vinfólk og grannar fyri fyrimyndarligu stóru hjálp, tit veittu til ervið. Takk til Eigarafelag og nevnd á Berjabrekku 2, og øll tykkum á B6, sum vóru so ómetaliga góð við Oddvør, alla ta tíð, hon lá hjá tykkum. Somuleiðis tykkum í Onkologiini, næsa-og hálslæknunum og portørum verður veitt ein hjartans tøkk. Takk til heimarøktina fyri ta fyrimyndarligu góðu og troystarríku hjálp, tit veittu Oddvør seinastu dagarnar, hon var heima. Takk fyri blómur, gávur, og takk øll tit mongu, ið fylgdu Oddvør til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Eitt Harrans signað nýggjár til okkum øll. Óli, Gitte og Maibrit v/ familju