Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. januar 2015 · Nr. 11 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Tað gerst alsamt greiðari, at Pál Joensen er í ójavnari kapping, tá hann svimur móti elituni í heiminum. Í fjør bleiv heimsmeistarin, OL meistari og maðurin vi heims­metinum á 1.500 metrum, kinesiski Sun Yang, tikin fyri doping. Nú er maðurin, ið kom á mál sum nummar fýra í 1.500 metra finaluni í OL í London, eisini tikin fyri doping. Talan er um Tea-Hwan Park, sum millum annað vann OL gull í 2008 á 400 metra frí tein­ inum, og bleiv nummar tvey á sami teini í 2012. Tea-Hwan Park bleiv tjóðar­hetja í Suðurkorea, tá hann sum tann fyrsti úr Suður­korea vann OL gull í svimjing. Síðani fekk hann ein ordans niðurtúr, men er síð­ani komin sterkt aftur. Ov sterkt halda summi. Lokalur lækni fær skyldina Umboð fyri svimjaran úr Suður­korea siga, at Tea- Hwan Park hevði fingið eina ólógliga sproytu frá einum lokalum lækna, sum hevur út­loyst positivu doping­ royndina. Tea-Hwan Park, sum fleiri ferðir hevur svomið móti føroyska Páli Joensen í ser­liga 800 metrum og 1.500 metum, leggur dýran við, at hann spurdi læknan áðrenn, um nakað ólógligt var í inni­ haldinum í sproytini. Síðani skal læknin hava váttað. at einki óloógligt var í innihaldinum, men tað vísur seg so ikki at passa. Umboðini fyri Tea-Hwan Park boðað eisini frá, at nú verður arbeitt við at stevna og melda læknan og sjúkra­ hús­ið, umframt at arbeitt verður við at kanna hví læknin koyrdi ólóglig evni í svimj­aran. Revsingin bíðar Svimjiheimurin er eftir­ hond­ini raktur av nøkur svimji­gølum. Fyrst var tað russiska Yuliya Andreyevna Yefimova, sum fekk svimji­ bann í fýra mánaðir fyri positiva dopingroynd, ið vísti brúk av steroidum. Síðani kom gølan við Sun Yang, ið fall upp á brúk av álvar­sliga hjartaheilivágnum, trimetazidine. Heims­meist­ arin fekk bara tríggjar mán­ aðar bann, men hevur ikki víst seg til altjóða kapping síð­ani asiatisku leikirnar í fjør. Tað er ónøgd í svimji­ heim­inum, tí revsingarnar eru ov lítlar. Spurningurin er nú, um Tea-Hwan Park fær somu linu revsing sum hinir, ella um nevin nú veðrur bank­aður í borið fyri at seta eina tjúkka striku undir, at dop­ing ikki verður góðtikið. Neyðars Pál Líka mikið hvussu nógv Pál Joensen venur, so hevur hann ongan kjans at kappast við dopaðar svimjarar. Hetta er millum annað væl kent í súkklu­heiminum, har reinir súkklarar ongan kjans høvdu móti Lance Armstrong og hans­ara líkum. Nú má WADA, heims anti- doping mynduleikin traðka til, so doping syndararnir verða revsaðir ordiligt. Tríggir og fýra mánaðir eru revs­ingar higartil. Skal svimj­ ing hava nakað trúvirðið, so má Tea-Hwan Park revsast ordiligt! trondur@sosialurin.fo svimjing Tea-Hwan Park, sum bleiv nummar fýra í 1.500 metra finaluni í OL í 2012, hevur dumpað í eina dopingroynd. Hann er annar kappingarneytin hjá Páli Joensen, sum er tikin fyri doping seinasta árið Enn ein kappingar­neyti hjá Páli tikin fyri doping Ófantalig burturforkláring Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Jón Bjarnason er harmur um, at enn ein heimselitusvimjari er tikin fyri doping, men hann gevur ikki nógv fyri burturforkláringini hjá Tea- Hwan Park. – Burturforkláringin er eins ófantalig, sum tann hjá Sun Yang á sinni. Hon er broytt frá at geva einum kiro­praktor skyldina, til ein lækna. Um hetta kemst av vánaligari umseting ella bert panikki áni eg ikki, men virð­ ið í slikari frágreiðing fellur mest sum til jørðina. Tað er óheppið, um nú maðurin er ósekur. Sjálvur prátar hann flótandi enskt, so eg veit ikki, sigur Jón Bjarnason heldur iva­samur á málinum. – Eg eri sera keddur av at hoyra um hetta. Hann er ein superstjørna í Suðurkorea, og tann einasti klassa svimj­ ari tey hava. Hann er fyrsti OL-gull vinnarin í svimjing hjá Suðurkorea, sigur Jón Bjarnason. Tað var í 2008, at Tea- Hwan Park vann OL gull í 400 metrar frí. Ein kapping, har Sun Yang gjørdist numm­ar 28 í innleiðandi. Langt frá einari finalu og heili fýra sekundir seinni enn besta tíðin hjá Páli. – Men vit vita nú, hvat hjarta­heilivágur kann gera fyri eitt ítróttarfólk í heims­ flokki, sigur Jón Bjarnason, sum í nógv ár vandi Pál Joensen. Tea-Hwan Park fekk tá millióna sáttmálar frá stuðl­ um, men longu til HM í Rom í 2009 var hann næstan ikki at kenna aftur. Ikki fyrr enn til OL í London bragdaði hjá honum aftur. Hesa ferð við silvur í 400 metra frí. Vinnarin var so tann so »hjarta­sjúki« Sun Yang, greiðir Jón Bjarnason frá. – Tað er fyrr komið fyri í fleiri ítróttargreinum, at fall­ andi stjørnur koma aftur í aftur við hjálp av doping. Um hetta er sakin hjá Tea-hwan Park, skal eg ikki kunna siga, sigur Jón Barnason. Svimjiheimurin vil hava harðari revsingar Jón Bjarnason heldur, at svimji­heimurin ynskir harð­ ari revsingar til doping­snýt­ ararnar. – Svimjiheimurin rópar upp nú. Eingin vil síggja fleiri Efimova og Sun Yang gølir. Nú mugu dopingsnýtararnir revsast hart. Hetta við at sláa tey á fingrarnar, er ikki nokk. Svimjingin sum heild bløðir fyri hetta, og missir trúvirði, sigur Jón Bjarnason. Pál í ójavnari kapping Fyri Pál Joensen og hinar svimj­ararnar, ið svimja reint, eru tíðindini ein stað­ festing, at teir eru uppi ímóti meiri enn hart arbeiðandi natúr­talentum. Talan er um ójavna kapping, tí doping­ snýt­ararnir fáa lítla revsing. – Tað var longu staðfest tá ið Sun Yang onga revsing fekk. Nú bíða vit spent og síggja hvussu hetta spælir av, og um Tea-Hwan Park nú skal bøta eyka hart fyri, at Sun Yang slapp so bíligt, ella um eisini hann bert fær ein peikifingur, sigur Jón Bjarnason. Ansi tykkum At enda hevur Jón Bjarnason eina áheitan til ítróttarfólk við stórum dreymum og ambitiónum. – Ansi eftir hvat tit koyra í munnin, og hvat læknin ann­ars hevur at bjóða uppá. Altíð spyrja fleiri ferðir, og krevja prógv fyri, at tað, sum læknin vil geva tær, ikki er doping, sigur Jón Bjarnason at enda.