Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. januar 2015 · Nr. 11 ítróttur hondbóltur T alan er nú blivin um glantrileik og prinsipp-mál um eina dystaráseting, sum var nógv betur avstaðfarin, um hon varð avgreidd í friðartíð. Undirhaldsvirðinum bilar einki, nú Kyndil, VB og HSF togast aftur og fram um, hvussu seinna hálvfinalan millum tey bæði feløgini kann avgreiðast. Eingin ivi er um, hvar fólksliga sympati’in tykist liggja í málinum. Ein atkvøðugreiðsla um dystarásetingina varð løgd á Facebook- bólkin fyri føroyskt hondbóltskjak mánadagin, og nú hesar reglur verða skrivaðar, er støðan 241-17 til VB í tí spurninginum Nógv argument hava verið førd fram frá grøna havnarfelagnum, og meðan fleiri teirra hava verið av tí meira jánkasliga slagnum, har spurningar um barnaansing, skúlagongd, mista arbeiðstíð og øgiligu rúgvuna av Kyndils- fjepparum, sum vilja til Vágs, hava verið førd fram, so er einki at taka seg aftur í, at á einum øki hevur Kyndil rætt. Tað er nevnliga munin høgligari hjá Kyndli, um dysturin kann spælast fríggjadag. Tá ber til at ferðast suður og norð sama dag, og hetta er sjálvandi ein veruleiki, sum HSF átti at tikið við í síni tilrættislegging. Stóri trupulleikin í so máta mundi vera, at hetta argumentið druknaði í rúgvuni av teimum minni góðu. Í so máta var talan um skúladømi um vánaligt samskifti. Varð talan einvíst um hetta argumentið, og varð hetta ført fram á onkrum stillisligum fundi millum feløgini og HSF alt fyri eitt, so er nokk eingin ivi um, at málið kundi verið loyst í sátt og semju. Ístaðin er talan nú blivin um prinsipp-mál, har VB – skilliga – hevur stillað seg væl og virðiliga á bakbeinini. Felagið vil ikki finna seg í, at avbjóðingarnar við samferðsluni verða handfarnar ymiskt, alt eftir hvat felag verður rakt, og tá so er, er mest sum vónleyst hjá meklaranum at finna eina semju, sum báðir partar eru nøgdir við. Og tað tænir neyvan tí endamálinum, at vágbingar nú hava lagt seg á sama lága støði sum Kyndil, hvat argumentatión viðvíkur, nú innandurafótbóltur sigst forða fyri, at dysturin kann spælast, áðrenn Smyril loysir aftur. Bakspeglið er altíð takksamt. Men tað er eingin ivi um, at HSF frá byrjan hevði víðkað dystardagarnar til hálvfinalurnar, so komandi vikuskiftið eisini var partur av hesum. Í ringasta føri hevði talan verið um at flutt grannauppgerðina í Havn til okkurt miðvikukvøld, man latið nú tað fara hesaferð. Her og nú man tað neyvan loysa seg at draga enn ein part upp í stríðið um prinsippini. Og minnist annars til, at vit hava fýra framúr spennandi hondbóltsdystir fyri framman. Samlaði munurin í teimum fýra hálvfinalunum var bara tvey mál, so tað er ikki bara uttan fyri vøllin, at undirhaldsvirðið í føroyskum hondbólti er í toppi í hesum døgum. Betur fyrivarin... Ítróttar klumman Jákup Mørk Kyndil fær sín vilja VB noktar Jákup Mørk Talan var um ein av teimum meira undirhaldandi hond­ bóltsdøgunum her heima í Føroyum. Upptaktin til rokið var sunnukvøldið, tá annar av Kyndils-venjarunum, Andreas F. Hansen, við Kring­varpið helt fyri, at tað skapti trupul­leikar fyri Kyndil, at dyst­urin í Vági skuldi spæl­ast miku­kvøld. Einki er at ivast í, at infra­ struktururin í einum oyggja­ sam­felagið hevur sínar av­ bjóð­ingar við sær, men tær av­bjóðingarnar ganga báðar vegir, og tað skapti mikla øs­ing hjá nógvum, at trupul­ leik­ar við barnaansing og skúla­gongd skuldu nýtast sum grundgevingar fyri, at Kyndil ikki kundu fara til Vágs eitt miðvikukvøld. Hetta eru jú avbjóðingar, sum ítrótta­fólk í útjaðaranum og útjaðarin sum heild hevur sum gerandiskost. Annar veruleiki, sum Kyndil vísti á, er, at varð dyst­urin fluttur til fríggja­ dag, bar teimum til at ferðast suður og norður sama dag. Hetta mundi vera eitt nógv meira sakligt argument enn hini, men tann boðskapurin drukn­aði fullkomuliga í rúgv­uni, tá øsingin tók seg upp. Ikki minst skúmaðu sosialu miðlarnir við við­ merk­ing­um av øllum handanna slag, og í nógvum førum var talan stak undir­ hald­andi lesnað, um enn onkur viðmerkingin kanska var betur farin, um hon als ikki varð skrivað. Kappingarnevndin boð­ aði mánadagin frá, at ein av­ gerð varð tikin í seinasta lagi mána­kvøldið, og eftir at Dan­ mark hevði smurt Ísland av, var fundur á skránni. Farið var inn í seinasta tíman mánakvøldið, tá niður­ støðan frá kappingar­nevnd­ ini kom. Her varð gjørt greitt, at dysturin verður spældur fríggjakvøldið, og í skrivinum førdi kappingarnevndin eis­ ini nakrar grundgevingar fram fyri hesum. Í fráboðanini til feløgini ásannar Kappingarnevndin, at hálvfinalurnar kundu ver­ ið øðrvísi lagdar frá byrj­an, og at aðrir møgu­leik­ar kundu verið troyttir í mun til løgdu lands­kappingar­dystirnar um vikuskiftið. »Hetta vil nevndin taka við í eftir­metingina til næsta kapp­ingar­ár, soleiðis at kapp­ing­in er best fyri flest. Kapp­ingar­nevndin hevur tí av­gjørt, at flyta Coca- Cola dystin VB – Kyndil til fríggjadagin 30. januar kl. 18.00. Í avgerðini er dentur lagd­ur á, at ferðasambandi er betri fríggjadagin og at Kyndil sleppur undan at liggja nátt í Vági. Somuleiðis hevur VB frívikuskifti og harvið ávirkar hetta ikki lands­kapp­ingars­kránna hjá VB.« jakup@sosialurin.fo Eftir ein rokmiklan dag við nógvum kjaki tók HSF avgerð um, at seinna hálvfinalan millum VB og Kyndil skal spælast fríggjakvøldið Jákup Mørk Tað verður ikki uttan mót­ mæli frá VB, at dysturin í Vági nú skal spælast fríggja­ kvøld. Tað fall ikki í góða jørð, tá Kappingarnevndin hjá HSF sendi feløgunum sína niður­ støðu mánakvøldið. Tíðliga týsmorgunin gjørdi forkvinnan í VB, Vigdis Nolsøe, greitt, at tey á ongan hátt kundu góðtaka niður­støðuna. Við in.fo segði hon, at talan nú er um prin­ sipp-mál hjá VB. –  Hetta er nú vorðið ein prinsippsak fyri okk­um, og ynskja vit, at Hond­bólts­ sam­bandið nú gevst at gera mis­mun á liðum. Teir vísa til, at Kyndils­kvinnur ikki skulu liggja nátt í Vági, men fyrr í ár legði sama kappingarnevnd ein dyst hjá VB inni á Skála fríggjakvøld. Tá máttu vit liggja nátt norðanfyri, sigur hon, og vísir á, at tað als ikki er óvanligt hjá ítróttarliðum úr Suðuroynni, at vera noydd at liggja nátt norðanfyri. Vigdis vísir á, at VB und­ an fyrru hálvfinaluni spurdi HSF, um dysturin leygar­ dagin kundi flytast fram nakrar tímar, so at vágbingar náddu suður aftur við Smyrli seinna­partin leygardagin, men fingu at vita, at hetta bar ikki til, orsaka av øðrum dyst­um í høllini um ta mundi. Dysturin var tí spældur til ásetta tíð og vágskvinnur sluppu ikki suður fyrr enn sein­asta túrin leygarkvøldið og vóru ikki aftur í Vági fyrr enn um hálvum tólv-tíðina. – Tað vísti seg tó, at tá vit komu í høllina leygardagin, vóru als ikki dystir har, men talent­venjingar, sum eins væl kundu verið skip­aðar í øðrum hallum í høvuðs­stað­ num, sigur Vígdis Nolsøe. – Avgerðin hjá kappingar­ nevndini verður kærd, tað er heilt vist, sigur Vigdis Nolsøe, sum týsmorgunin kom til Havnar á fund við kapp­ingar­nevndina og nevnd­ina í Hond­bólts­sam­ band­inum. –  Eg havi longu gjørt nevnd­ina varuga við, at ein limur í kappingarnevndini møgu­liga er ógegnigur, við tað, at við­komandi var til staðar á bonkinum hjá Kyndli undir dystinum leygardagin. Eisini seta vit í VB spurnar­ tekin við heimildina hjá kapp­ingarnevndini at broyta eina avgerð, eftir at hoyr­ings­freistin er úti og at taka málið upp til nýggja við­gerð, uttan at nýggir upp­ lýsingar eru komnir framm í málinum. Tað plagar ikki at vera góðtikið í øðr­um saman­ hangum, sigur for­kvinn­an í VB, Vigdis Nolsøe. jakup@sosialurin.fo Kyndil vann fyrra dystin í Havn við einum málið Mynd: Sigmar Mørkøre