hósdagur 1. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 123 - 1. juli 2004
Nr. 123 - 1. juli 2004
19
Microbus í
2007
Ætlanir eru frammi um
at VW Microbus, sum
fyrstu ferð bleiv sýndur
fram í Detroit í 2001
sum
konseptbilur,
verður framleiddur á
eini VW verksmiðju í
Hannover í 2007
Kelda: Motor Magasinet
Nýggjur
diesel til 9-3
Saab 9-3 fær ein nýggj-
an 1,9 litur dieselmotor
frá Opel Vectra CDTi, í
staðin fyri tann núver-
andi 2,2 litur TiD.
Nýggi motorurin verð-
ur gjørdur í tveimum
útgávum við ávikavist
120 og 150 hk
Kelda: Motor Magasinet
5 stjørnur
til Astra
Nýggi Opel Astra fekk
5 stjørnur í EuroNCAP
krasjtestunum og mett-
ur sum tryggasti bilur-
in í klassanum "smáir
familjubilar"
Kelda: Motor Magasinet
Kappingin er hørð í
sokallaða Golf-klass-
anum og allir mugu
fylgja við í menning-
ini. Toyota Corolla fáa
eina "facelift" seinni í
ár. Framman kemur
bilurin at líkjast
nýggja Corolla Verso
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í september 2004 verða
Toyota
Corolla
nakað
broyttir. At síggja til er
broytingin størst framman
við t.d. nýggjum kølaragitt-
ari, lyktum og kúfangara.
Innan vera eisini broyt-
ingar sum t.d. "Optitron"
instrumentir, sum í Lexus
og nýggja Corolla Verso.
Trygdin verður eisini
betri. ESP, ella VSC sum
Toyota nevna skipanina,
verður nú standard. Skipan-
in rættar bilin upp, um hann
t.d. glíður út í svingum.
Eisini vera aktivar nakka-
stúttur,
antispinn
og
bremsuassistentur standard.
Frá Toyota verður upp-
lýst, at bilurin verður sera
væl ljóðdoyvdur.
Toyota Corolla:
Facelift í september 2004
Nakað síðan kom ein
heilt nýggjur Audi A3
við trimum hurðum.
Nú er so útgavan við
fimm hurðum, A3
Sportback, eisini
komin á marknaðin.
Bilurin fæst við bæði
fýra og seks cyl.
motorum
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nú kom so aftur ein nýggj-
ur Audi á marknaðin. Talan
er um A3 Sportback við
fimm hurðum og sportslig-
um designi. Undirvognurin
er soleiðis gjørdur, at bil-
urin hevur sportligar koyri-
eginleikar og sera góðan
stabilitet í svingum.
A3
Sportback
hevur
elektromekaniskar róður-
greiðir og servostýring,
sum tillagar seg ferðina.
Bilurin hevur "multilink-
bakaksil" og fæst eisini
sum 4x4 Quattro í dýraru
útgávunum.
Ein heilt nýggjur 2.0T
FSI bensinmotorur við
turbo og 200 hk er á
skránni. Hinir motorarnir
eru: Tveir 1,6 litur bensin-
motar vi ávikavist 102 og
115 hk, ein 3,2 litur V6
motorur, og tveir 1,9 og 2,0
TDI dieselmotorar. Nakrar
av útgávunum hava 6-trins
girkassa
A3 Sportback fæst í trim-
um útgávum hvat útgerð
viðvíkur, grundútgávan er
Attraction, sportútgávan er
Ambition og Ambiente er
luksusútgávan.
Av trygdarútgerð kunnu
vit nevna t.d. aktivar nakka-
pútur, airbag framman, í
síðunum og høvuðairbag til
tey ferðandi framman og
aftan. Automatiskt klima-
anlegg er standard. Bilurin
hevur eisini elektroniska
stabilitetsprogrammið
(ESP) og bremsuassistent.
Audi A3 Sportback við fimm hurðum
Toyota Corolla kemur at líkjast Corolla Verso framman við t.d. nýggjum kølaragittari,
kúfangara og lyktum
Audi A3 Sportback viðfimm hurðum. Eins og allir nýggir Audi hevur hesin eisini nýggja trapez-formaða kølaragittari
A3 Sportback aftan. Viðførisrúmið er 370 litrar og 1.120 litrar við baksetrunum niðri.
Útgávurnar við størru motorunum hava dupult útstoyt
Hósdagur 1. juli
Fimleikahøllin kl.16-20
Listaframsýningin "Blandað List".
Ymisk listafólk sýna fram
Kommunuhúskjallarin kl.16-20
Listaframsýningin "Ein ljóðinstallatión"
við íslendska listamanninum, Baldvin
Ringsted.
Stórhúshøll kl.18-20
Listaframsýningin "Menningartarnað sam-
an við Ogga"
Menningartarnað sýna fram sína list, eisini
luttekur Oggi við grafiskum verkum.
Arbeiðsmannafelagshúsið kl.16-20
Danski listabólkurin 7-9-13 sýna fram.
Hetta eru listafólkini, ið hava gjørt nýggju
standmyndirnar
Eisini luttaka onnur listafólk
Gamla Toystovan kl.16-20
Listaframsýningin "Ung List"
Gallarí Ribarhús kl.16-20
Keramikkframsýningin "Vanvart".
Listaframsýning við Guðrið Poulsen
Fríggjadagur 2. juli
Fimleikahøllin kl.16-18
Listaframsýningin "Blandað List"
Ymisk listafólk sýna fram
Kommunuhúskjallarin kl.16-18
Listaframsýningin "Ein ljóðinstalatión"
Við Íslendska listamanninum Baldvin
Ringsted
Stórhúshøll kl.16-18
Listaframsýningin "Menningartarna saman
við Ogga"
Arbeiðsmannafelagshúsið kl.16-18
Danski listabólkurin 7-9-13 sýna fram
Gamla Toystovan kl.16-18
Listaframsýningin "Ung List"
Gallarí Ribarhús kl.16-18
Keramikkframsýningin "Vanvart"
Listaframsýning við Guðrið Poulsen
Uttanfyri Mentanarhúsið kl. 19:00
Ljóðmyndin "Havljóð"
Og við bátahylin Menniskja í søgn og søgu
- Eitt norðurlendskt samtak. Bátur kemur
inn eftir vánni, trompet spælari, og
saxofonistur spæla umborð á bátinum
Dansarar og sjónleikarar koma dansandi
inn eftir bátabrúnni Fuglafjarðar horn-
orkestur spælir og teldutónleikur sum er
upptikin úr føroysku nattúruni hoyrist í
stórum hátalarum runt í økinum.
Mentanarhúsið kl. 20:15
Kantatan: Songur til Mentanarhúsið -
Alexander Kristiansen / Emil og Nikolaj
Hess verður sungin av Fuglafjarðar
sangkóri, Tritonus og Kór Longholtskirkju.
Fylgisspæl jazzkvartet - Hessbrøðrunum
og Edv. N Debess
Leygardagur 3. juli
Fuglafjarðar Kirkja kl. 11:00
Matiné við Klarinettorkestrið undir leiðslu
av Peder Riis
Fimleikahøllin kl.14-20
Listaframsýningin "Blandað List"
Ymisk listafólk sýna fram
Fimleikahøllin kl. 14:30
Klarinettorkestur spælir tónleik undir
leiðslu av Peder Riis
Kommunuhúskjallarin kl.14-20
Listaframsýningin "Ein ljóðinstalatión"
við íslendska listamanninum Baldvin
Ringsted
Stórhúshøll kl.14-20
Listaframsýningin "Menningartarnað sam-
an við Ogga"
Arbeiðsmannafelagshúsið kl.14-20
Danski listabólkurin 7-9-13 sýna fram
Gamla Toystovan kl.14-20
Listaframsýningin "Ung List"
Gallarí Ribarhús kl.14-20
Keramikkframsýningin "Vanvart"
Listaframsýning við Guðrið Poulsen
Fuglafjarðar Kirkja kl. 16:00
Kirkjukonsert við Tritonus kórinum, John
Højbye stjórnar
Sunnudagur 4. juli
Fimleikahøllin kl.14-20
Listaframsýningin "Blandað List"
Ymisk listafólk sýna fram
Fimleikahøllin kl. 16:00
Atli Elendersen Violin, og Sune Brogård
klaver
Kommunuhúskjallarin kl.14-20
Listaframsýningin "Ein ljóðinstalatión" við
íslendska listamanninum Baldvin Ringsted
Stórhúshøll kl.14-20
Listaframsýningin "Menningartarnað sam-
an við Ogga."
Arbeiðsmannafelagshúsið kl.14-20
Danski listabólkurin 7-9-13 sýna fram
Gamla Toystovan kl.14-20
Listaframsýningin "Ung List"
Gallarí Ribarhús kl.14-20
Keramikkframsýningin "Vanvart"
Listaframsýning við Guðrið Poulsen
Menniskjað í søgn og søgu
Eitt norðurlendskt tiltak
VARMAKELDA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á varmakeldustevnu í ár
verður
munandi
meira
gjørt burtur úr á listarliga
økinum enn vanligt. Um-
framt fjøltáttaðu listina,
verður eisini skipað fyri
eini ljóðmynd, sum byrjar
úti á fjørðinum, har ein
róðrarbátur kemur rógv-
andi inn eftir vágni við
einum marmennli (kópa-
konu) í skutinum, meðan
ljóð og tónleikur ljóða um
tann víða fjørð. Saxofon-
isturin Mikkel Hess situr í
bátinum og blæsir upp á
saxofon, og Jóhan Hentze
spælir upp á trompet.
Ein listabólkur av Falst-
er, sum listamenn í Fugla-
firði hava samband við í
listaligum ávikum, hava
gjørt nakrar standmyndir,
sum eru settar upp á ytra
armi á bátahylinum.
Tá ið róðrarbáturin kem-
ur at landi, fer kópakonan í
land á bátabrúnni, og tá
koma fleiri sjónleikarar úr
Íslandi, Noregi og Dan-
mark í kópakonuhami uppí
leikin. Øll fara nú dansandi
inneftir bátabrúnni.
Fuglafjarðar
Hornor-
kestur
stendur
millum
standmyndirnar og spælir,
og alt flytir seg nú inn í
Mentanarhúsið, har trý kór
– Tritonus úr Keypmanna-
havn, Kór Langholts kirkju
úr Reykjavík og Fugla-
fjarðar Sangkór – fara at
syngja eina kantatu, sum
Alexandur
Kristjansen,
skald úr Fuglafirði, hevur
skrivað.
Brøðurnir,
Mikkel,
Nicolaj og Emil Hess úr
Danmark, seta tónleikin til
kantatuna.
Hesir
eru
heimskendir jasstónleik-
arar.
Alt endar í einum brúsi
av sangi, ljóði og tónleiki.
Mikkel er saxofonistur,
Nikolaj pianistur, og Emil
Hess
er
trummusláari.
Kontrabassur er eisini við,
og her verður tað Edvard
Nyholm Debess sum spæl-
ir.
Eitt brús av
sangi, ljóði
og tónleiki
Ein ljóðmynd fer fram
úti á fjørðinum í
Fuglafirði á varmakeldu-
stevnu í summar.
Róðrarbátur kemur
rógvandi inneftir vánni
við einum marmennli –
ella kópakonu - í skutin-
um, meðan ljóð og tón-
leikur ljóða um tann víða
fjørð. Alt endar í einum
brúsi av sangi, ljóði og
tónleiki í Mentanar-
húsinum
Myndakollaga: Dávur Winther
C
M
Y
K
19
18