hósdagur 1. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 123 - 1. juli 2004
Nr. 123 - 1. juli 2004
21
Vit spákaðu okkum nú
niðan til stoltleikan hjá
fuglfirðingum - Mentanar-
húsið, har menn vóru í holt
við at laga eitt torg í góð-
veðrinum. Omanfyri húsið
er økið vakurt og hugnaligt,
og einki er at taka seg aftur
í, at Fuglafjørður við hes-
um hevur fingið ein snotu-
ligan miðbý. Umhvørvið
við
Mentanarhúsið
er
hugnaligt – við torginum
sum fríøki, stóra matvøru-
handlinum omanfyri, bóka-
savninum og kunningar-
stovuni uttanfyri, og úr
hesum miðbýarumhvørvi
sæst eisini oman í bátahylin
og omaná standmyndirnar
niðri á grótgarðinum.
Vakra
landslagið
við
fjøllum og dølum, sum
myndar Fuglafjørð, er ein
frægd fyri eygað ein slíkan
dag.
Málar býráðsformenn
Úr túninum við Mentanar-
húsið, bar leiðin yvir á
bókasavnið og kunningar-
stovuna, sum er í hugnaliga
gróthúsinum, ið stendur
skamt haðani. Umhvørvið
við inngongdina er ógvu-
liga vakurt við lágari grót-
laging og vøkrum blómum.
Kunningarleiðarin, Petur
Martin Petersen, var ikki at
hitta, men ein ung og
fryntlig genta kundi geva
okkum eitt avrit av Varma-
kelduskránni og telefon-
nummarið hjá leiðaranum,
sum hevur havt nógv um at
vera nú uppundir stevnuna.
Uppi í býráðshúsunum í
Fuglafirði gekst kortini
betur; har funnu vit bæði
býráðsformannin, Sigurd
Simonsen og kunningar-
leiðaran, Petur Martin Pet-
ersen. Hóast teir báðir
høvdu nógv um at vera, var
tó einki til hindurs fyri at
fáa teir út í túnið til mynda-
tøku. Inni í býráðssalinum
var danska listakvinnan,
Vibeke Fonnesberg, sum
hevur málað borgarstjórar-
nar, ið hava havt sæti í
Fuglafjarðar
kommunu
síðan 1972. Har hittu vit
eisini
húsavørðin,
sum
fekst við at hanga málning-
arnar upp á veggin.
Hampa um
Á veg omanaftur gjøgnum
bygdina í Fuglafirði sóust
fólk, sum vóru í holt við at
hampa um hús, tún og
garðar, nú stevnan stundar
til. Menn stóðu við pensli
og málingablikki í hondini,
og onnur stákaðust í aðrar
mátar rundan um húsini.
Niðri í bygdini stóð platt-
ur við málingablikkum
uttan fyri handilin, og var
tað onkur, sum ikki hevði
hugsað um at snøgga um
eitthvørt, sum lá á láni, var
hetta ein góð áminning um,
at nú var tíðin komin í hes-
um Harrans veðri hendan
dagin.
Á veg niðanaftur úr
Fuglafirði setti tú bilin enn
einaferð og steig út úr
honum. Tað var líkasum
tvær myndir vantaðu – ein
útyvir bygdina og ein av
Gjógvará, sum so vøkur
rennur
omangjøgnum
bygdina.
Varmakeldan í ár er nak-
að serligt, og munandi
meira verður gjørt burtur úr
á listarliga økinum enn
vanligt. Orsøkin er, at í ár
verða Fuglafjarðar Horn-
orkestur og málningafram-
sýningin á Varmakeldu 35
ár. Skipað verður fyri ein-
um stórum tiltaki á norður-
lendskum stigi. Hetta tiltak,
sum meira er at lesa um í
blaðnum í dag, fevnir eitt
nú um ljóð, sang og tónleik
– ella, sum fuglfirðingar
sjálvir rópa tað: Menniskja
í ævintýrum og søgnum –
eitt norðurlendskt samtak.
Varmakeldan í ár er
nakað serligt, og
munandi meira
verður gjørt burtur
úr á mentanarliga
økinum enn vanligt.
Orsøkin er, at í ár
verða Fuglafjarðar
Hornorkestur og
málningaframsýningi
n á Varmakeldu 35 ár
VARMAKELDA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir góðu dagarnir í summ-
ar hava higartil ikki verið
so nógvir, hóast farið er um
longsta dag. Tey gomlu
plagdu at siga, at tá ið tað
fór at myrkja aftur á náttini,
kundi væntast, at veðrið
eisini fór at broytast; tá fór
summarið at halla. Men
enn hava vit ikki havt nakað
liggjandi summarveður at
tosa um. Juli mánaði er júst
byrjaður, og tí er enn ikki
farið av allari tíð. Vit kunnu
vera optimistisk og vóna, at
vit enn eiga summarið til
góðar. Okkurt árið fellir tað
góða veðrið á tann seinna
helmingin, og kanska verð-
ur tað eitt slíkt summar, vit
fáa í ár. Vit kunnu bert vóna
og biðja eftir, at veðurgud-
arnir fara at forbarma seg
yvir okkum í juli og august.
Fríggingarmyrkt
verður
ikki aftur fyrr enn á ólav-
søku. So, myrkjandi náttin,
tey gomlu tosaðu um, fer
ikki at broyta veðurlagið
soleiðis beinanvegin.
Ein góður dagur
Mánadagurin í hesi vikuni
var ein góður dagur við
lýggju og nógvari sól allan
seinnapartin. Hendan dagin
vitjaði Sosialurin í Fugla-
firði, har fyrireikingarnar
til
Varmakeldustevnuna,
sum verður um vikuskiftið,
vóru í hæddini.
Nógv stákan var í bygd-
ini, og fólk vóru í góðum
hýri.
Fyrst bar leiðin oman á
sandin, har vit tóku mynd
av Kyrjasteini, sum er tikin
upp og ætlandi verður sett-
ur í stand. Onkur, vit tosaðu
við úti við bátahylin, helt
fyri, at skipið kanska er ov
stórt og verður ov kostn-
aðarmikið at varðveita.
Men er viljin til steðar, og
peningur kann útvegast, er
hetta
kortini
ikki
ein
ómøgulig uppgáva. Enn er
tó langt á mál. Sum vit
skiltu, er ymiskt tikið upp
úr skipinum, men sjálv
endurbyggingin er ikki
byrjað. Tí kann væntast, at
nøkur ár fara at ganga,
áðrenn Kyrjasteinur aftur
verður flotaður.
Leiðin bar nú út í báta-
hylin, har menn vóru í holt
við at festa trappuna oman
til stóru flótibrúnna av
nýggjum. Niðri á brúnni
gingu nakrir vælhýrdir
smádreingir
við
tráðu.
Onkur hevði posa við rækj-
um til agn, annar hevði
makrel, og uppaftur ein
triði hevði turkaði fiska-
pettir í sínum posa. Veiðan
hevði neyvan verið tann
stóra, tí eingin veiddur
fiskur sást á flótibrúnni.
Og tó.
Hugdi tú betur niður í
stilla sjógvin, fekst tú skjótt
eyga á eini 2-3 stór ala-
bogasíl,
sum
stillisliga
fluttu seg aftur og fram
niðri við botnin. Líkt var
ikki til, at smádreingirnir í
hesi løtu høvdu varnast
sílini. Spurdi tí tann eina,
um hann ikki vildi læna
mær tráðuna eitt bil, so eg
kundi fiska honum eitt stórt
síl. Jú, tað var gamaní.
Egndi eina rækju á stóra
húkin og kastaði beint
frammanfyri tað eina sílið.
Í fyrstani lætst tað ikki um
vón, men so byrjaði tað at
fonglast við agnið - og
skjótt hevði tað bæði húk
og agn inni í kjaftinum. Eg
rykti hart, men ólukkutíð
brotnaði tráðan tvørtur av!
Menninir, sum stákaðust
við bátahylin, vistu at siga,
at bæði laksur og síl javnan
vóru at síggja inni í báta-
hylinum. Teir hildu, at hetta
er fiskur, sum er sloppin út
úr aliringum á fjørðinum.
Kanska finnur fiskurin ikki
útaftur, helt ein av teimum
fyri.
Standmyndirnar
Úti á grótgarðinum sóu vit
nú tær fimm standmyndir-
nar, sum settar eru upp har
úti. Myndirnar, sum ein
listabólkur av Falster í Dan-
mark hevur gjørt, eru hug-
takandi á at líta. Tað eru
listafólk í Fuglafirði, sum
hava samband við henda
bólkin. Undarligt skal tað
vera, um hesar standmyndir
í framtíðini ikki verða eitt
ferðamál, bæði hjá føroy-
ingum og útlendingum,
sum vitja higar til lands. Í
sjálvum sær eru hesar
myndir eitt savn av stór-
slignari og sjáldsamari list.
Kanska kundu fuglfirðing-
ar, tá ið høvið býðst, sett
upp eina talvu niðri við
bátahylin, sum sigur ferða-
manninum eitt hvørt um
hesi stórbæru listaverk.
Fuglafjørður til reiðar at taka ímóti varmakeldugestum
Á veg til Fuglafjarðar at "snodda" til stemningin nú uppundir Varmakeldu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ætlanin er at seta Kyrjastein í stand aftur. Ymiskt er tikið upp úr skipinum, men sjálv endurbyggingin er ikki byrjað
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hesir smádreingirnir hugnaðu sær við tráðu í bátahylinum í Fuglafirði í góðveðrinum mánadagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Standmyndirnar, sum ein listabólkur á Falster í Danmørk hevur gjørt. Tær eru hugtakandi og
forvitnisligar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nú fær Fuglafjørður eisini torg, sum fer at seta sín dám á miðbýarumhvørvið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Við endan av bygdini rennur Gjógvará so vøkur og
hugtakandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
21
20