hósdagur 1. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 123 - 1. juli 2004
Nr. 123 - 1. juli 2004
23
Danska listakvinnan,
Vibeke Fonnesberg,
letur upp málninga-
framsýning í fundar-
hølinum hjá Fugla-
fjarðar kommunu í
dag
VARMAKELDA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í samband við listafagn-
aðin, sum verður í Fugla-
firði á Varmakeldu, letur
danska
listarkvinnan,
Vibeke Fonnesberg, for-
vitnisliga framsýning upp í
býráðssalinum í Fuglafirði
í kvøld klokkan 18.
Seinastu trý sumrini hev-
ur listarkvinnan vitjað í
Føroyum, og her hava
náttúran
og
menniskja
bergtikið hana.
Vibeke Fonnesberg málar
bæði landsløg og portrettir.
Seinasta summar setti
hon sær fyri at mála por-
trettir av "føroyskum" and-
litum, og á framsýningini í
Fuglafirði hevur hon eitt nú
portrettir av teimum fimm
borgarstjórunum, sum ver-
ið hava í Fuglafirði, síðan
nýggja kommunuskipanini
kom í gildi í 1972. Aftrat
hesum portrettum hevur
hon eisini nakrar náttúru-
lýsingar.
Petur Martin Peter-
sen, leiðari á kunn-
ingarstovuni, sigur, at
hesi 10 árini hava
einir 20.000 útlend-
ingar vitjað inn á
gólvið, og talið av
føroyingum hevur
ikki verið minni. - Vit
kunnu tí siga, at
kunningarstovan
hevur verið eitt hitt
mest internationala
staðið í Fuglafirði
hesi árini
VARMAKELDA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Fuglafirði standa eini
snotilig hús úr gróti. Hetta
er gamli skúli, sum í meira
enn 50 ár var einasti skúli í
bygdini. Tá ið nýggjur skúli
kom í 1937, bleiv gamli
skúli kommunuskrivstova
og goymslurúm hjá komm-
ununi. Seinni í fimtiárun-
um bleiv bókasavn gjørt í
norðraru helvt. Í sjeytiárun-
um flutti kommunan sína
skrivstovu í onnur hús, og
allur skúlin bleiv gjørdur til
bókasavn.
Í 1994 settu fólk í Fugla-
firði saman við kommun-
uni eina kunningarstovu á
stovn.
Petur Martin Petersen,
leiðari á kunningarstovuni,
sigur, at stovan í fyrstu
atløgu varð ætlað sum ein
hjálpandi hond til handlar,
vinnurekandi og frítíðar-
felagskapir, sum av og á
kundu hava brúk fyri eini
skrivstovu, ið kundi markn-
aðarføra teirra áhugamál.
- Nógv varð ikki gjørt
burtur úr, tá ið latið varð
upp í mai mánaði 1994.
Kunningarstovan fekk inni-
vist í forstovuni hjá bóka-
savninum, og fyri 1 krónu
vórðu búnyttur keyptar frá
Føroya Banka, sum um
hetta mundið legði fleiri
deildir niður kring landið.
Veksandi áhugi
Leiðarin vísir á, at tað gekk
ikki long tíð, til tørvur var á
meira enn bara at vegleiða
um handilsviðurskifti á
staðnum.
- Longu fyrsta árið komu
fleiri útlendsk ferðafólk inn
á gólvið. Hesi sóknaðust
eftir øllum møguligum
upplýsingum og tænastum,
sum ein vanlig kunningar-
stova eftir teirr tykki eisini
átti at taka sær av.
Hann sigur, at hetta hevði
við sær, at kunningarstovan
nú í stóran mun eisini fór at
leggja seg eftir at gera
upplýsandi ferðamanna til-
far um økið - og hetta bleiv
sera væl móttikið.
- Vit fóru nú eisini undir
at skapa eitt samstarv
millum
kunningarstovur
aðrastaðir í landinum, so-
leiðis at hesar – heldur enn
at kappast – kundu sam-
starva um felags tiltøk.
Petur Martin heldur, at
hóast fólk onkuntíð enn
kunnu vera eitt sindur
ymisk á máli um, hvat best
er at gera innan ferðavinnu-
vegleiðing, er tó eingin ivi
um, at flestu kunningar-
stovur eru komnar fyri at
vera.
- Við tað, at trupult
mangan kann vera við
fíggin av
hesum virksemi, hava
summar kommunur nú valt
sjálvar at fíggja tað, sum
hesi støð nú einaferð krevja
av peningi.
Hann sigur, at í Fugla-
firði er tað bókasavnið,
sum bæði hýsur og sam-
starvar við kunningarstov-
una, soleiðis at bæði støðini
kunna hava nógv meira
opið enn frammanundan –
og um tey arbeiddu hvør í
sínum lagi.
- Aðrastaðni hava menn
valt aðrar hættir at gera
hesa tænastu best møguliga
við ymsum slagi av sam-
starvi við kommunalar
tænastur, sigur hann.
Felagsskapur
Leiðarin vísir á, at árið
eftir, at kunningarstovan í
Fuglafirði sá dagsins ljós,
varð Ferðavinnan í Eystur-
oy stovnað sum ein ferða-
vinnuáhugafelagskapur,
har allar kommunur í oynni
vóru við. Samstundis varð
kunningarstova latin upp i
Runavík.
- Hesar báðar kunningar-
stovurnar hava frá fyrsta
degi arbeitt fyrimyndarliga
væl saman um – ikki bara
um lokal áhugamál í teirra
egnu heimbýum, men eisini
fyri alla oynna, sum jú
luttekur í rakstrinum av
kunningarstovunum. Sein-
astu tvey árini hava verts-
kommunurnar tó goldið
bróðurpartin av rakstrinum
av kunningarstovunum, so-
leiðis at Ferðavinnan í
Eysturoy kann hava nakað
av peningi at hjálpa til við
kring um í oynni.
Petur Martin sigur, at í
byrjanini var talið av vitj-
andi nøkur fá hundrað um
árið, men sum tíðin er liðin,
er talan um fleiri túsund,
sum støkka inn á gólvið at
spyrja eftir øllum hugsandi
og óhugsandi, sum ein
kunningarstova eigur at
kunna vegleiða um.
Hann sigur, at seinnu
árini eru føroyingar eisini
farnir at brúka kunningar-
stovurnar nógv meira enn í
byrjanini.
- Eitt nú verða fleiri
gongufeløg nú rikin av
kunningarstovunum og eins
og aðrastaðni, har kunn-
ingarstovur eru, verður
kunningarstovan í Fugla-
firði eisini brúkt sum lýs-
ingardepil fyri øll møgulig
lokal tiltøk.
Varmakelda
Petur Martin sigur, at
Varmakeldan krevur nógv
av kunningarstovuni.
- Her skulu vit kunna
vegleiða øllum stevnugest-
unum best møguligt um alt,
sum fer fram. Uppsløg av
øllum handa slagi eru so-
leiðis at finna á kunningar-
stovuni.
Hann vísir á, at í ár er
serliga nógv á skránni, tí
aftrat vanligu stevnuni er
eisini 35-ára hald hjá listar-
felgnum á staðnum.
- So, tað er ikki hissini av
spennandi avbjóðingum hjá
okkum, sum onkursvegna
skulu kunna svara fólki upp
á alt, sum tey vilja vita um
tiltøk og tilboð á plássin-
um.
Petur Martin sigur, at
hesi 10 árini, kunningar-
stovan hevur verið virkin,
hava einir 20.000 útlend-
ingar vitjað inn á gólvið, og
talið av føroyingum hevur
ikki verið minni.
- Vit kunnu tí ikki siga
annað enn, at kunningar-
stovan hevur verið eitt hitt
mest internationala staðið í
býnum, samstundis sum
hon í fult mát eisini røkir
heimliga tørvin.
Leiðarin sigur, at sam-
starvið millum bókasavnið
og kunningarstovuna hevur
øll árini givið hesum báð-
um stovnum møguleika til
at veita eina nógv betri
tænastu,
enn
møguligt
hevði verið, um stovnarnir
arbeiddu hvør sær.
- Eisini í ár fer kunn-
ingarstovan í Fuglafirði at
hava nógv opið, meðan
Lista- og Varmakeldustevn-
an er. Vit fara at vera
stevnugestunum til hjálpar
við øllum hugsandi spurn-
ingum, sigur Petur Martin
Petersen, sum bjóðar øllum
at vera hjartaliga vælkomin
til Fuglafjarðar um viku-
skiftið.
Fuglafjørður havt kunningarstovu í 10 ár
Leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, er Petur Martin
Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vibeke málar býráðsformenninar
Við á framsýningini á
Varmakeldu hevur Vibeke
Fonnesberg myndir av øllum
borgarstjórunum í Fuglafirði
síðan 1972
Mynd: Vilmund Jacobsen
Norðskála-Oyrar
skúli
Vegna farloyvi, lækkað tímatal og næmingar við
serligum tørvi, verða hesi lærarastørv lýst leys at
søkja:
1 fulltíðarstarv
1 starv 10–12 t/v
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og eru
tíðaravmarkað til skúlaárið 2004/2005.
Søkt verður eisini eftir stuðli 20 t/v til næmingar
við serligum tørvi til tíðaravmarkað starv 1. au-
gust 2004 til 30. juni 2005.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi
innan 15. juli 2004.
Skúlastýrið
v/ Nomi Jacobsen
FO-460 Norðskáli
Bygningur í mið-
býnum til leigu
Tygum kunnu seta tygum í samband við undir-
ritaða á tlf. 317920 ella 313536.
Høgni Lützen
P/F Valdemar Lützen
C
M
Y
K
23
22