hósdagur 29. januar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Je suis VB «
Sæð á Facebook:
»Nakar hug at fara gløða at
telefonini okkurt áhugavert
stað um vikuskiftið?«
Nú ber eisini til at fáa fylgjaran
við, um tú skalt ferðast uttanlands
við Smyril Line. Tað upplýsir mbf á
heimasíðu teirra.
Nú er eisini klárt at søkja um fylgjarakort,
um tær orsakað av tarni ella breki tørvar
fylgjara við tær, ta tú skalt út. Oyðublaðið
fæst á heimasíðuni hjá mbf.
Umsóknaoyðublaðið skal sendast
til mbf við telduposti ella sum vanligur
postur.
Tann 1. mars 2015 fara gomlu
parkeringskortini úr gildi, og tí mugu øll,
sum hava eitt av hesum parkeringskortum
søkja av nýggjum um parkeringskort.
Sum nakað nýtt, kunnu nýggju
parkeringskortini nú brúkast uttanlands
eisini.
Mikudagin í komandi viku verður
fyrireikandi fundur til Móðurmálsdagin,
sum ætlandi skal setast aftur á skrá í ár.
Tað er Sosialurin, sum hevur tikið stig
til fundin, tí tað er av týdningi at vit ein
dag árliga varpa ljós á móðurmálið.
Dagurin hevur verið hildin fyrr,
seinast í 2012, tá fekk Høgni Djurhuus
móðurmálsvirðislønina. Tá heitti
Mentamálaráðið somuleiðis á allar
skúlar um at hava Hammershaimb við í
undirvísingini ta vikuna.
Móðurmálsdagurin verður hildin
25. mars, sum er føðingardagurin hjá
Hammershaimb.
1 leikur, spæl, renna dyst kapprenna; (kvæð.) ríða dyst; (um
riddarar) fremja kappleik á hestbaki (hvør roynir at fáa
annan úr saðli við lansanum); til dystin fús til reiðar, fúsur,
villigur
2 (ítr.) ítróttaleikur, fótbóltsdystur, handbóltsdystur
3 stríð, millum teirra fór at standa harður ~ ;
sms. t.d. fótbólts-, handbólts-, heima-, lands-, steypa-, um-,
úttøku-, venjingar-, vina-
Øll Suðuroyggin varð í øðini, tá Kyndilskivnnur fingu útsett
seinnu hondbólts-hálvfinaluna, sum skuldi spælast í Vági,
við teirru undanførslu, at tær ikki fingu barnagentur.
Kyndil vann fyrru finaluna við einum máli, men tær
ætlaðu tó ikki at spæla hina finaluna mikukvøld, sum
kappingarskráin annars ásetti. Tær kærdu sína neyð til
Hondbóltssambandið, sum tókti synd í Kyndli og flutti
dystin til fríggjakvøld.
Men hetta varð ovmikið fyri vágskvinnur, sum brendu
í miðlarnar at greiða frá, at suðuroyarkvinnur eisini hava
átt børn øll tey árini, tær hava verið við í kappingum
norðanfjørðs.
Bárður Nielsen sigur, at
sjúkrahúsinum sjálvandi
vantar pengar – tað er
ein beinleiðis fylgja av
fullveldissamgonguni
og politikkinum, ið
tá varð førdur.
Tað er dýrari at
búgva í Klaksvík enn
í Havn, og tí eru vit
ikki kappingrarfør við
høvuðsstaðin, staðfesta
býráðspolitikarar
í Klaksvík.
Einkjan eftir indonesiska
sjómannin, sum sló út við
Anitu, hevur fingið 186.000
kr frá vanlukkutryggingini.
Annfinnur Garðalíð,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum,
hevur av sínum eintingum
hjálp einkjuni.
Boð eru komin frá
Jørgeni Niclasen um,
at Landssjúkrahúsið
skal spara 22 milliónir
komandi tvey árini.
Sjúkrahússtjórin sigur,
at honum í ár manglar
fýra milliónir bara fyri at
halda støðið, so hann má
longu nú undir at spara
starvsfólk. Tað verður tí
ein stór avbjóðing at skula
spara so nógv afturat.
Hans Jørgen Djurhuus
verður skuldsettur fyri
harðskap. Tað er løgreglan
sjálv, sum av sínum
eintingum tekur málið upp.
Rok tekur seg upp, tá
kvinnuliðið hjá Kyndli vil
útseta heimadystin hjá VB
tí tær ikki fáa barnagentur.
Altjóða Holocaust dagurin
verður markeraður í
Føroyum, hóast hann
framvegis ikki er
staðfestur, sum almennur
minningardagur í Føroyum.
»Farið til Føroya á brúdleypsferð«
Soleiðis ljóðar viðmæli, sum heimasíðan
vacationideas.com gevur sínum
lesarunum.
Tey hava gjørt ein lista yvir bestu
støðini at fara á brúðarferð í Evropa, og
millum meiri vanlig lond sum Portugal,
Spania, Italia, Frakland og Grikkaland,
standa Føroyar.
- Oyggjarnar egna seg stak væl fyri
pør, ið elska ævintýr uttandura, so sum at
kava, gongutúrar ella at hyggja at fuglum.
Vetrarkavingin er stórfingin, tí havið er
krystallklárt, har eru bergtakandi holur og
litríkt havlív, skriva tey millum annað.
Vacationidea.com er ein heimasíða,
ið roynir at hjálpa ferðandi at velja teirra
næsta ferðamál. Níggju ár á rað var hon
kosin sum "best á netinum" av viðurkenda
tíðarritinum Forbes. 220.000 brúkarar
vitja síðuna hvønn mánað, har av yvir 90
prosent eru úr USA.
Spurningurin er so, um man veruliga
ikki hevur annað og betri at taka sær til, tá
man fer á brúdleypsferð, enn at hyggja at
fuglum…
Fá fylgjaran við Smyril Line
Móðurmálsdagurin aftur á skrá
»DYSTUR«
Føroyar
eru brúd
leyps
feriu
landið
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
30.882
mangt og hvat
Hósdag seinnapart:
Hvassur vindur upp í storm
av norði og landnyringi og
kavaælingur. Hitalagið um
frostmarkið.
leygardagin
Hósdagin
fríggjadagin
18-23 m/s
15-20 m/s
20-25 m/s
18-23 m/s
20-25 m/s
20-25 m/s
Fríggjadagin:
Hvassur vindur upp í skrið av
landnyrðingi, um kvøldið upp í
storm. Kavaælingur og hitalagið
undir frostmarkinum.
Leygardagin:
Stormur av landnyrðingi og norði
og kavaælingur. Frostveður.
Sunnudagin:
Upp í hvassan vind av norði og
kavaælingur
Mánadagin:
Nakað minni vindur og yvirhøvur
turt. Frostveður.
vitjanir hevur
Sprotin havt seinasta døgnið