Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 5 Hóttandi sparingar skapa órógv í sjúkrahúsverkinum Árni Gregersen K omandi árini eru hótt av sparingum í heilsu­ verk­inum og manglandi ser­læknum at viðgera føroy­ingar. Hetta kann klart og týðuliga av­ lesast í øllum teimum útsagnum, sum bæði politikarar og fakfólk eru komin fram við í almenna rúminum seinasta fjóðringsárið. Sjúkrahússtjórin hevur verið úti og sagt, at peningur fer at mangla til grundraksturin í ár, men hann hevur eisini sagt, at 22 milljónir krónur fara at mangla í ár og næsta ár. At støðan ikki er serliga góð í løt­uni sæst við at hyggja at øllum teimum spurningum, sum tingfólk hava sett landsstýrismanninum við heilsu­málum seinastu tíðina. Í gjár setti Sirið Stenberg, Tjóð­ veldi, ein grein 52-spurning, har hon vil hava at vita frá lands­stýris­mann­ inum, hvat fer at henda á Lands­ sjúkra­húsinum, tá ið fýra milljónir í for­hond mangla til grundraksturin. Fleiri aðrir spurningar hava verið til landsstýrismannin seinnu helvt av 2014 og nú eisini her í 2015. Nógvir av spurningunum hava snúð seg um psykiatriska depilin á Lands­sjúkrahúsinum, men í sein­ast­ uni hevur orðaskifti verið um bróts­ krabba­kanningar. Eitt mál, sum longu tók seg upp í september, tá ið fyrsti spurn­ingurin var settur. Yvirskipaður tørvur Einstøku spurningarnir frá ting­fólk­ unum hava snúð seg um ávís mál, men í veruleikanum eru tey fyrst og fremst ein ábending um, at viður­ skift­ini á høvuðssjúkrahúsinum ikki eru nóg góð. Fleiri yvirlæknar og serlæknr hava sagt seg frá í seinastuni. Ringt er at staðfesta eina greiða orsøk til uppsagnirnar ann­að enn, at tey øll hava sagt, at arbeiðs­viður­ skiftini eru ótolandi í mun til hvat somu læknar fáa bjóða aðrastaðni. Og her er ikki bert talan um løn. Ein teirra, sum kortini ikki vil hava sítt navn alment fram, sigur, at bert tað at noyðast at hava vakt annað­hvørt samdøgur í 24 tímar er ov ógvusligt. – Tað ber til at arbeiða á hendan hátt í eina tíð, men onki menniskja orkar at arbeiða á hendan hátt í lang tíðar­skeið, sigur hann. 25 ársverk horvin Sirið Stenberg, Tjóðveldi, staðfestir, at 25 ársverk eru horvin á Lands­sjúkra­ húsinum seinastu árini. Tí vil hon hava at vita frá lands­ stýris­manninum hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri dagliga raksturin á Landssjúkrahúsinum. Hon vil eisini hava at vita, hvørji starvsfólkini eru, sum eru farin og hvørjum starvs­ fólka­bólkum tey eru farin úr. – Eitt dygdargott heilsuverk er ein av týdningarmiklastu súlunum undir samfelagnum. Tí skapar tað stóran ótryggleika, ta ið vit longu nú frá árs­ byrjan eru vitandi um, at játtanin er ov lág, samstundis sum útlit eru fyri stórum skerjingum komandi árini, sigur Sirið Stenberg. Psykiatriska økið Nógv orðaskifti hevur verið um psykiatriska økið í seinastuni. Fyrst og fremst tí nakrir sjúklingar, sum hava búð á deplinum í fleiri ára­ tíggjur nú verða flutt í egnar íbúði Eystan Heyg í Havn. Sjúklingarnir verða fluttir frá heilsuverkinum til Nærverkið at taka sær av. Eitt annað, sum hevur elvt til orða­skiftið um psykiatriska økið var, at leiðandi yvirlæknin á økinum, Tormóður Stórá, ikki fyrr enn nú er settur aftur í sítt egna starv. Hann var áramálssettur, men tá ið fyrsta umsóknarrundan var, var hann eiansti umsøkjarin og tí var starv­ið lýst leyst av nýggjum. Tormóður Stórá var framvegis ein­asti umsøkjarin, men tá ivaðist hann í um hann vildi hava starvið. Tað endaði kortini við, at hann tók av eftir at hava samráðst við leiðsluna á sjúkra­húsinum. Men so seint sum í aðru viku av desember í fjør spurdi Rósa Samuelsen, Sam­bandsflokkurin, lands­stýris­mannin við heilsumálum, hvat tað er sum hendir á økinum. Hon vildi vita um hetta økið verður niður­rað­fest og hvat ætlanin er, tí hon heldur at tos um skerjignar ør­ kyml­ar fólk við sálarligum sjúkum ómeta­liga nógv. Landsstýrismaðurin svaraði, at fíggjarlógin fyri 2015 júst tá var samtykt: – Á psykiatriska økinum hev­ur landsstýrismaðurin raðfest økis­ psykiatri í Suðuroy, og í Vágum og á Sandoynni, um rúm eisini verður fyri tí í játtanini. Eisini er játtanin økt til serlækna í eldrasjúkum, sum eisini partvís kemur at fevna um demens­ økið. Nógv at svara uppá Landsstýrismaðurin hevur nógv, hann noyðist at svara uppá, men bæði fíggjarnevnd og sjálvt Løgtingið eru partur av viðgerðini um at játta pening til heilsuverkið. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at politiski myndugleikin velur at seta í minna lagi av til heilsuverkið – hetta helst fyri at noyða stóra og týðandi verk eisini at hugsa um rationali­ser­ ingar. Fleiri landsstýrisfólk og stjórar á Landssjúkrahúsverkinum hava merkt sviðan av hesum slag av politikki og hava verið noydd at leggja frá sær. 1. Hvørja ávirkan ferð manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grund­rakstrinum at hava fyri tænastu­ støðið á Lands­sjúkra­húsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita? 2. Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini? 3. Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkrahúsinum? 4. Hvussu merkist tað á Landssjúkarhúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan? 5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupul­leikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum? 6. Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum. T.d verður hetta spjatt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at berasparingina, og aðrar ikki? 7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina tilgongd av fakfólki til landssjúkrahúsið, um játtanin er ov lág? Spurnignarnir frá Sirið Stenberg til landsstýris­ mannin við heilsumálum: Landssjúkrahúsinum fer at tørva minst fýra milljónir afturat í hesum fíggjarárinum til grundraksturin »At hava vakt annað­hvørt sam­døgur í 24 tímar er ov ógvusligt« úr tinginum