Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 6 Ann Kristina S. Simonsen S íðani 2011 hevur Annika Smith hevur merkt á egnum kroppi, hvussu víðgongd fólk bera seg at, um eitt­ hvørt verður sagt, ið tey halda verða óhósk­andi. Hon telist millum teirra, ið hava fing­ið persónligar hóttanir, bert av teirri orsøk, at hon hevur nýtt sítt talu­frælsi til at siga sína hugsan alment. Hesar hóttanir hava til tíðir gjørt hana so óttafulla, at hon hevur ligið mangar nætur við andvekri. Tá ið harð­ast hevur leikað á, hevur hon enn­tá havt ein knív undir madrass­ uni. Tað var í valstríðnum til fólka­tings­ valið í 2011 at Annika byrjaði at fáa hóttanir bæði á teldupostin og sum sms boð til hennara privatu telefon. Hon var valevni hjá »Socialistisk Folkeparti«, ið vanliga verður nevnt SF, og hon legði undir valstríðnum til merkis, at hóttanir serliga komu, tá ið hon hevði markerað seg politiskt viðvíkjandi innflytarum. Hóttanirnar gjørdist so nógvar eitt tíðarskeið, at tær friðaligu donsku gøturnar ikki longur kendust tryggar at ferðast á. – Av tí, at eg fekk so nógvar hóttanir um, at fólk vildu gera seg inn á meg, kendi eg meg ikki trygga nakrastaðni. Skuldi eg út til politisk átøk í sambandi við valið, mátti eg altíð tryggja mær, at tað vóru vaktir á staðnum. – Eg var so bangin ta einu tíðina, at eg fekk ein vinmann hjá mær, ið er nokkso stórur og breiður, at fylgja mær til ymiskt, tí eg tordi als ikki at ganga úti einsamøll, sigur Annika, og tað sæst á henni, tá ið hon greiðir frá, at hetta var ein sera hørð tíð fyri hana. Hóttanirnar snúgva seg serliga um at niðurgera Anniku vegna henn­ ara kyn, og eisini verður hennara reyði hárlitur ofta niðurgjørdur. Eg ikki kann vita, um onkur av teimum, ið sendir mær hóttanir, onkran dag kundi funnið uppá at gjørt hesar hóttanir til veru­leika« persónssøga Tú skuldi verið skorin í smábitar Annika Smith av Tvøroyri, sum ikki hevur fýrt fyri at nýta sítt talufrælsi í Danmark, hevur javnan fingið dulnevndar hóttanir og niðurgerandi útsagnir sendandi við telduposti og smsboðum. – Tá harðast leikaði á, tordi eg ikki at sova einsamøll, og eg havi eisini krógvað ein knív undir madrassuni, sigur Annika Smith Visti tú? Annika Smith hevur ein fastan blogg hjá Jyllandspostinum