hósdagur 29. januar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
7
Tað var í kjalarvørrinum av at
sóknini hjá Breivik í Norra í 2011, at
hóttanirnar serliga vóru ógvusligar.
Tá komu fleiri sms-boð, har tað mill
um annað stóð, at Annika skuldi
verðið skorin í smábitar ella brend
á báli.
Áhaldandi hóttanirnar ræddu
hana at enda so nógv, at hon illa tordi
at sova einsamøll og tí oftani svav hjá
familju og vinum.
– Eg gjørdist so bangin av mær, at
tá ið eg skuldi sova einsamøll í míni
íbúð, legði eg meg altíð á sofuna í
stovuni, so at eg hoyrdi øll fótafetini
í uppgongdini, og tí beinanvegin visti,
um onkur steðgaði uttanfyri hurðina
hjá mær, greiðir Annika frá.
Harumframt hevði hon eisini altíð
ein breyðknív undir madrassuni.
– Eg veit væl, at hetta nokk ikki
hevði verið nøkur stórvegis hjálp, um
okkurt var áfatt, men eg fekk kortini
ikki sovið, uttan at knívurin var har.
Umframt at hava fingið hópatals
teldupostar og smsboð seinastu árini
við hóttanum, hevur Annika eisini
upplivað at fáa post sendandi til sína
privatu adressu.
Eitt skifti hevði onkur fingið
hendur á eini rúgvu av hennara
privatu upplýsingum. Við at
eftirlíkna hennara undirskrift bílegði
viðkomandi ymiskar vørur í hennara
navni heim til hennara adressu. Hesir
pakkarnir vóru bílagdir frá fleiri
ymiskum londum, og tað elvdi tí til
nógv stríð, tá ið allar hesar ymsu
fyritøkurnar skuldu hava boð um,
at tað ikki var Annika sjálv, ið hevði
bílagt vørurnar, og at hon tí ikki vildi
gjalda rokningarnar.
framhald...
Hesar hóttanir eru ímillum tær mongu hóttanirnar, ið Annika fekk
í 2011, tá ið hon at enda ikki tordi at sova, um ikki knívurin lá undir
madrassuni. Tað vóru hesar, ið hon meldaði til løgregluna, men
tað varð ongantíð funnið fram til hvørjir avsendararnir vóru.
– Eydnast tað at hótta
politikararnar til at tiga, so
hava vit einki demokrati
longur, sigur Annika Smith.
»Av tí, at eg fekk so nógvar hóttanir
um, at fólk vildu gera seg inn á
meg, kendi eg meg ikki trygga
nakrastaðni«