Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 8 – Hóast hetta bert vóru vanlig ting, sum komu sendandi, so var tað sera ófrættakent at vita, at tað var onkur, ið tók sær tíð til at gera hetta javnan ígjøgnum fleiri mánaðir bara fyri at gera seg inn á meg, sigur Annika. Fyrstu tíðina meldaði Annika allar hóttanir til løgregluna, men tað ger hon ikki longur. Hon hevur við tíðini vant seg við at fáa hóttanir, og tær merkja hana tískil ikki eins nógv nú, sum í fyrstuni. Men samstundis heldur hon ikki, at hóttanir eru nakað, ið nakar eigur at venja seg við, og tað er als ikki nakað, ið vit eiga at góðtaka. – Tað er ein demokratiskur trupul­ leiki, tá ið politikarir verða hóttir, óansæð um tað er á vinstra- ella høgra­vong­inum. Tí eydnast tað at hótta politikararnar til at tiga, so hava vit einki demokrati longur, vísir Annika á. – Tað eigur ikki at kosta so nógv at úttala seg og at siga sína meining alment, men sannleikin er, at tað ger tað í Danmark. Og tað hevur tað gjørt í eina tíð nú, sigur Annika. Hóast tað hevur verið ræðandi at fáa hóttanir sendandi til sína privatu adressu og telefon, hevur Annika aldrin ivast í at berjast víðari fyri fólka­ræðinum og rættinum til at siga sína hugsan alment. Men eitt er hon sjálv, nakað annað er familjan. Og hóttanirnar hava verið serliga torførar fyri familjuna, bæði í Danmark og heima í Føroyum. Tey vilja í heilum tryggja sær, at hon hev­ ur tað gott. – Eg eri so heppin at hava eina familju, ið altíð stuðlar mær í at berjast víðari fyri tí, sum eg trúgvi er rætt. Við at eggja og stuðla mær geva tey mær eisini dirvi til at halda áfram í politikki og til at siga mína hugsan, greiður Annika frá, og leggur afturat, at hon tó skilir tey sera væl, ið halda seg aftur frá politikki og almennum orðaskifti av hesi orsøk. Nú er tað longri ímillum, at Annika fær hóttanir sendandi á fartelefonina, men hon fær dagliga teldupostar, ið niðurgera hana sum persón. Hon skrivar javnan bloggar og leggur seg út í orða­skifti á netinum, og nógv av teim­um, sum viðmerkja tað, hon skrivar, eru alt annað enn stuðlandi. Tó hjálpir tað henni væl, at hon nú hevur fingið dulda adressu. – Nú kenni eg meg nokkso trygga heima hjá mær sjálvari, men eg hugsi tó javnan um, at eg ikki kann vita, um onkur av teimum, ið sendir mær hóttanir, onkran dag kundi funnið uppá at gjørt hesar hóttanir til veruleika. – Men, leggur Annika afturat – Eg veit ikki, hvat eg kann gera fyri at verja meg ímóti hesum. Fyrstuferð Annika greiddi alment frá sínum persónligu upplivingum við hóttanum var síðst í farnu viku. Tá varð hetta viðgjørt bæði á henn­ ara bloggi á Jyllandspostinum og í Ekstra­blaðnum. Á blogginum sigur Annika millum annað, at hóttanir ikki bert koma frá víðgongdum muslimum, men eisini frá víðgongdum dønum uttast á bæði vinstra- og høgra­ vonginum. Spurd hvat hon meinar, greiður hon frá, at tað jú er mest sannlíkt, at tað serliga eru danir, ið eru fremm­ anda­hatskir, og sum senda henni hóttanir, tá ið hon úttalar seg um út­ lendinga­politikk. – Í løtuni er ein stórur ótti fyri yvirgangi og víðgongdum fólkum, sum heild, ímillum fólk. Og tað er neyðugt at taka hendan óttan í álvara, sigur Annika. Hon vísir á, at hóttanin ímóti Danmark er álvarsom, og tí tekur danska stjórnin júst henda spurningin fram í ES-høpi í løtuni. ES-londini royna at finna ein hátt at minka um vandan fyri yvirgangi. Sjálv heldur Annika, at ein møgulig loysn kundi verið at tikið rættarfyrivarni hjá ES av. Tað snýr seg um løgregluna og um samstarv millum loyniløgregluna tvørtur um landamørk. –  Tóku vit rættarfyrivarnið av, hevði borið betur til at boða frá tvørturum landamørk, um ein møgulig hóttan var mótvegis einum ávísum landi. Eisini er tað jaligt, at man í Keypmannahavn nýliga hevur sett eitt stórt átak í verk fyri at forða fyri, at ungdómurin verður drigin við í víðgongda rákið. – Eg havi valt at úttala meg alment um hesar hóttanirnar nú, tí eg óttist fyri gongdini, eg síggi í Danmark. – Seinastu kanningarnar vísa, at óttin og haturin, ið fólk hava fyri víðgongdum muslimum, serliga eftir hendingina í Paris fyri stuttum, hevur við sær, at 13% av danskarum nú ynskja ein nýggjan høgravendan flokk, ið er víðgongdari við sínum avmarkandi innflytarapolitikki, enn Dansk Folkeparti. – Smastundis síggja vit eisini hundratals danir mótmæla á gøtuni saman við rørsluni »Pegida«, sum úti í Evropa eisini verður nevnd »the pinstriped nazies«, altso nasistar í nálastrípum, greiðir Annika frá. – Men tað letur seg jú ikki gera at steðga teimum víðgongdu á øðrum vonginum við at verða eins víðgongdur á hinum vonginum. Tvørturímóti heldur Annika, at jú fleiri gerast víðgongd á høgra­vong­ inum, jú fleiri verða eisini víð­gongd á vinstravonginum. Tí er tað um­ráð­ andi at vísa á, at tey, ið ræðast víð­ gongdar muslimar, ikki loysa nakran trupulleika við at bólka allar inn­ flytarar undir eitt. Ansa tey ikki eftir, enda tey í hini víðgongdu grøvini – og beint í hondunum á ný-nasist­unum. annkristina@sosialurin.fo  37 ára gamla Annika Smith er av Tvøroyri, men hevur búð í Danmark, síðani hon var 8 ára gomul.  Hon hevur eitt tætt tilknýti til Føroyar og elskar at vera her heima, bæði tá ið hon vitjar familju sína her, og tá ið hon kemur higar í arbeiðsørindum.  Annika starvast sum chefkonsulent í danska Uttanríkismálaráðnum, har hon serliga tekur sær av føroyskum viðurskiftum.  Hon hevur áður verið skrivari hjá Norðuratlansbólkinum á Fólkatingi, starvast hjá ST í New York, hjá ES skipanini og arbeitt við torturoffrum í Keypmannahavn. persónssøga Tey, ið ræðast víð­gongdar muslimar, loysa ongan trupul­ leika við at bólka allar innflytarar undir eitt. Ansa tey ikki eftir, enda tey í hini víð­gongdu grøvini – og beint í hond­unum á ný- nasist­unum« »Í løtuni er ein stórur ótti fyri yvirgangi og víðgongdum fólkum, sum heild, ímillum fólk. Og tað er neyðugt at taka hendan óttan í álvara« Tað kom óvæntað á tey flestu, at PEGIDA demonstratiónin, sum líkist eini nýnasistiskari rørslu, sum serliga vendir sær móti muslimum, fekk so dygga undirtøku í Keypmannahavn. Tað eru serliga fólk, sum taka undir við hesum víðgongdu vinstravendu sjónarmiðunum, sum dagliga senda Anniku hóttanir og spottandi orð. Visti tú? PEGIDA er ímóti islamisering av vestur­heiminum