hósdagur 29. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
10
Hóast vit í Føroyum fyri tað allarmesta eru fitt og skikkilig, kemur tað tó meiri
enn so fyri, at kvinnur, sum eru alment kendar, kenna seg hóttar og niðurgjørdar
við sms-boðum, teldupostum, dulnevndum brøvum ella beinleiðis forfylging
Hvussu
er støðan
í Føroyum?
Hóttanir og útspilling
Lagt til rættis: eydna skaale
Annika Olsen
landsstýriskvinna
Sum kvinnuligur
politikari havi eg
ongantið móttikið
hóttanir ella eri
blivin hótt eftir
lívinum.
Eg haldi tó, at
kjakið og tónalagið
á sosialu miðlunum
er vorðið harðari og
eisini meiri persón
ligt tey seinnu árini,
eisini tá tað snýr
seg um mín persón.
Við tað, at nógv fólk
halda, at er vorðið
»legitimt« at hava harðligt kjak á sosialu miðlunum, so er
tað eisini í lagi »líka« at skoyta nakrar ljótar persónligar
viðmerkingar inn ímillum.
Eg haldi, man skal tola eitt sindur av, tá man bjóðar seg
fram í politikki, men eg hevði ynskt, at kjakið var meiri
sakligt og objektivt. Eg eri gomul i garði politiskt, so meg
nervar tað ikki so nógv longur, at fólk koma við persónligum
viðmerkingum, sum tá eg byrjaði í politikki.
Men eg hugsi, at harðliga kjakmentanin kann hava við
sær sera óhepnar avleiðingar fyri komandi kvinnur og
menn, sum bjóða seg fram, tí persónliga útspillling er tað
ongin, sum ynskir. Hetta kann á langa teininum fáa fylgir
fyri okkara fólkaræði.
Brynhild Thomsen
tíðindakvinna
Eg fái ikki hatskar heilsanir,
men mangar vinaligar
reaktiónir.
Tó havi eg – fyri mongum
árum síðani – upplivað
anonymar uppringingar, har
onkur var hóttandi, eftir ein
dekning, sum gjørdi, at ein
landsstýrismaður varð koyrdur
frá. Gitti tá, at hetta vóru stuðlar hjá honum, men sum hann
sjálvur einki visti um – og als ikki, at teir ringdu til mín.
Hetta vardi fáar dagar og kvøld, og eg havi einki slíkt
upplivað av týdningi síðani tá.
Also minus opnu ófantaligheitirnar á facebook, har
onkur til dømis kallar meg »vemmiliga reyðhærda heks«.
Men tað kann man jú ikki lata vera við at flenna eftir.
So, nei, hetta er ikki ein trupulleiki, eg havi.
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna
Eg havi ongantíð fingið hóttanir
ella niðurgerandi boð á sms
ella telduposti. Men undir CHE
samgonguni gingu bylgjurnar høgt,
serliga í sambandi við skerjing av
fiskidøgum.
Tá upplivdi eg dulnevndar
viðmerkjarar á onkrum portali, sum
viðmerktu mín persón, og sum fingu meg at kenna meg
ótrygga. Viðmerkingarnar vórðu strikaðar eftir eina tíð.
Johanna á Bergi
stjóri í Faroe Ship
Eg havi roynt at fáa hóttanir
á facebook, t-posti og sms, um
framt, at hesin maðurin stóð uttanfyri
arbeiðsplássið og tætt við heimið hjá
okkum fleiri ferðir um árið í yvir 2 ár
– hetta var ein útlendingur, sum helst
hevði sálarligar trupulleikar.
Stutta søgan er, at eg áhaldandi var
í sambandi við løgregluna, og tá onnur eisini meldaðu, bleiv
hann útvístur úr Føroyum.
Hetta eru yvir trý ár síðani, men síðani havi eg ongantíð
upplivað hóttanir ella niðurgerandi boð. Tvørturímóti havi
eg altíð havi følt meg sera væl innan mitt yrki, og eg havi
fingið nógv uppmuntrandi orð.
Havi upplivað anonymar
uppringingar, har onkur var
hóttandi, eftir ein dekning,
sum gjørdi, at ein landsstýris
maður varð koyrdur frá«
Sosialurin hevur verið í sambandi við
25 føroyskar kvinnur, sum so ella so
eru almennir persónar í Føroyum.
Summar siga seg ongantíð hava
fingið nakra hóttan ella niðurgering,
men fleiri hava tó verið úti fyri tí.
Hjá onkrari teirra hevur tað verið
ein stórur trupulleiki, summar
hava kent seg ótryggar og hóttar,
meðan fleiri halda, at kjakið á
netinum mangan mest av øllum
snýr seg um at hunddálka onnur.
Her eru viðmerkingarnar frá nøkrum
teirra um hóttanir og niðurgering.