hósdagur 29. januar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
11
Solby Christiansdóttir
tíðindakvinna
Eg havi ongantíð fingið hóttanir, niðrandi viðmerkingar
vegna kyn ella nakað tílíkt sendandi í smsboðum, telduposti
ella brævi – heldur øvugt, vil eg siga – tíbetur.
Men tá tað er sagt, havi eg ofta upplivað, at bliva taggað í
viðmerkingum á facebook, sum hava verið beinleiðis niður
gerandi og óreinar móti mær, mínum starvi og starvsplássi,
og tað er særandi. Her meini eg ikki við generaliserandi
viðmerkingarnar um KVF, men tað, at arbeiðið/produktið
verður viðmerkt, og tað endar við at fara av sporinum og
blíva persónligt. Tað er nakað, sum bæði særir, men so
sanniliga eisini er órættvíst.
Tí havi eg mangan verið noydd at seta meg á fingrarnar
fyri ikki at »sláa« aftur. Í tílíkum førum er frægast at logga
av. Men eg kann ikki lata vera við at spekulera uppá, um
hesi, sum eru so skjót við avtrekkjaranum, tá tað kemur til
at viðmerkja, høvdu havt sagt tað sama, um eg sat yvir av
teimum. Eg loyvi mær at ivast stórliga.
Munnu fólk ikki vera greið yvir, at skrivaða orðið
mangan rakar harðari enn sagda orðið? Menniskjað við teld
una, telefonina ella paddin er framvegis eitt menniskja við
kenslum – óansæð um tað er tann, sum viðmerkir, ella tann,
sum er til viðgerðar.
Eg haldi, at tað hoyrir ongastaðni heima at viðgera
persónar á netinum, har fólk bara kunna tøma sínar lorta
spannir. Minnir eitt sindur um slatrimentanina,
sum hevur havt eitt sera gott lív herheima:
»Uuuuh, onkur hevur gjørt okkurt, sum
mær ikki dámar, og tí má eg skunda
mær at brokka meg fyri so nógvum,
sum til ber.« Facebook er eitt paradís
til hetta, tí har eru næstan allir
føroyingar.
Eg sigi ikki, at man ikki kann taka
ting og evni upp, men bara at kjakið/
viðmerkingarnar eiga at verða lyft upp.
Hægri kjakstig, takk.
Helena Dam á Neystabø
stjóri á Handilsskúlanum í Havn
Ja, tað havi eg verið úti fyri.
Serliga var ágangurin ofta harður í
ringastu krepputíð, og tá ið eg var
landstýriskvinna í almanna- og
heilsumálum. Tá kom tað enntá
fyri at onkur drápshóttan kom við
postinum eisini. Eg havi tó ongantíð
verið bangin.
Sirið Stenberg
tingkvinna
Eg fái ofta boð frá fólki
til dømis á facebook.
Hesi eru í fleiri enn 90%
positiv, men so kunnu
tað vera nøkur, sum
liggja á markinum. Men
beinleiðis hótta havi eg
ongantíð følt meg.
Men tað er lítið huga
ligt at vera úthongd á
ymiskum tráðum á facebook, sum jú hendir. Serliga um
tað er ósakligt og persónligt.
At fólk eru ósamd, havi eg ongan trupulleika við, tað eru
treytirnar í politikki.
Sonja Jógvansdóttir
samskipari í Samtaki:
Jú, okkurt hevur verið, og tað er sera
óbehagiligt og skelkandi.
Serliga trupult er tað ónavngivna, tí tú fært tú ikki vart
teg fyri tí. Tíbetur eru hóttanir og niðurgerandi boð ikki
gerandiskostur, men tað kemur fyri, og tá er gott at hava eitt
stuðlandi bakland.
Marita Rasmussen
stjóri í Kvinnuhúsinum
Nei, eg kann ikki siga, at hetta er ein
trupulleiki.
Einaferð havi eg fingið eitt
dulnevnt sms, sum var eitt sindur
fornermandi, Annars viðmerkja
fólk alment tey sjónarmið, eg havi
borið fram gjøgnum starvið, eg havi.
Onkuntíð neiligt og onkuntíð jaligt.
Annars havi eg fingið nógv boð
umvegis facebook, sms og teldu
postar við rósandi orðum.
Serliga var ágangurin ofta
harður í ringastu krepputíð.
Tá kom tað enntá fyri at
onkur drápshóttan kom við
postinum eisini«
»Eg haldi, at tað hoyrir
ongastaðni heima at
viðgera persónar á
netinum, har fólk bara
kunna tøma sínar lorta
spannir«
§26 í
straffelógini,
um »forbrydelser
imod den personlige
frihed«, bannar
okkum at hótta
hvønn annan
Óluva Zachariassen
tíðindakvinna
Eg havi fingið okkurt óbehagiligt boð á facebook, men eg
veit ikki, um tað er tengt at tí, at onkur vil hava meg at tiga.
Tað er kanska meira mannfólk, sum trola upp á ein
óbehagiligan máta. Men eg havi hildið, at okkurt líkasum
hevur havt ein hóttandi tóna.
Og eg skal viðganga, at onkur hevur verið so grovur og
detaljeraður, at eg havi stongt úthurðina.
Faktiskt umhugsaði eg, um eg skuldi seta navn á
postkassan í nýggju húsunum orsakað av óbehagiligu
boðunum. Men gjørdi tað kortini. Vildi heldur ikki vera
ræðuskítur.
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Ja, okkurt havi eg fingið
ígjøgnum ár og dag – men
bestemt ikki nógv. Í allar flestu
førum, tá eg hoyri frá fólki, er
tað í sambandi við ávís mál –
okkurt, tey hava uppá hjartað
– og javnan herðaklapp.
Einaferð fyri nógvum
árum síðani var eitt dulnevnt,
hóttandi bræv í postkassanum.
Tað var eitt maskinskrivað
bræv við ongum avsendara,
og tað var skrivað við eini
innbygdari hóttan.
Eg havi eisini fingið eina hóttan umvegis Facebook
í sambandi við, at eg legði fram uppskot um at loyva
føroyskum bryggjaríum at bryggja sterkt.
Tað bleiv so grovt, at eg skrivaði til viðkomandi, at eg
goymdi øll hansara boð, og um hann ikki gavst at skriva,
ja, so sá eg meg noydda til at melda hann til løgregluna. Tá
gavst hann.
Okkurt smávegis við sexuellum undirtónum hevur eisini
verið, men tað ignoreri eg bara.
Hetta við hóttanum og boðum er tó á ongan hátt nakað,
eg upplivi sum ein stóran trupulleika, tí tað er so sjáldan.
Eg havi eisini fingið eina
hóttan umvegis Facebook
í sambandi við, at eg legði
fram uppskot um at loyva
føroyskum bryggjaríum at
bryggja sterkt«