hósdagur 29. januar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
12
Havnin og
Barbara Holm
F
ólkatalið í Havnini er
vaksið seinastu árini,
men áhugavert er tað
at síggja, at fólkatalið
í nærum øllum sýslum í land
inum antin stendur í stað
ella veksur – undantikið er so
Sandoyggin.
Tó síggja vit tað, at tær
smæstu oyggjarnar í Føroy
um hava tað trupult, tí fólka
talið minkar skjótt. Men tað
einasta staðið vit veruliga
kunnu tosa um fólkavøkstur
er í Tórshavnar Kommunu og
í økjunu rundan um
Í samband við hetta temaði
hevur Sosialurin verið í sam
band við fleiri serfrøðingar
í samfelagsvísund, og breið
semja er um, at fyrsta stigið
á leiðini er at gera arbeiðs
marknaðin í Føroyum meira
fleksiblan. Føroyingar eru
søguliga eitt sera fleksibult
fólkaslag. Vit eru von við, at
menn fara til sjóðs, ung flyta av
landinum í lestrarørindum og
so framvegis. Og um arbeiðs
marknaðurin í landinum fylgir
fólkinum í teirra fleksibiliteti,
ja so er vón fyri framman fyri
útjaðaran. Tað hevði viðført,
at tú ikki nýtist at búgva og
arbeiða sama stað.
Í tema síðunum í Sosial
inum hesaferð kanst tú lesa
um demografisku broytingina
í Føroyum seinastu árini. Tú
kanst lesa um hvussu Vágs
kommuna roynir at vaksa
um trivnaðin og áhugan hjá
ungum at flyta aftur. Og tú
kanst lesa hugleiðingarnar frá
Eirku Hayfield um týdningin
av einum mobilum arbeiðs
landslagið.
Nú vit skriva 2015 hava summar
røddir verið frammi um, at út
jaðarin hevur tað trupult, tí
fólk vilja heldur búgva í Havn
Barbara Holm
H
agstova Føroya hevur
gjørt umfatandi skrá
seting av gongdini í
fólkasamansetingini í
Føroyum frá síðst í 18. øld og inn í
21. øld. Her endurgeva vit ein part
av upplýsingunum frá Hagstovuni.
Restin kann síggjast á hagstova.fo.
Fram til síðstu helvt av 18. øld var
fólkatalið støðugt í flestu londum á
okkara leiðum og í Europa sum heild.
Hóast høgan føðitíttleika (fødd pr.
1000 íbúgvar) stóð fólkatalið mest
sum í stað, lutvíst av tí at deyðatítt
leikin (deyð pr. 1000 íbúgvar) vanliga
var nærum líka høgur, og lutvíst av,
at tað lítla burðaravlopið, sum var,
so dánt vigaði upp móti stóru miss
unum, sum við millumbilum stóð
ust av afturvendandi umfarssótt
um, misvøkstri við hungursneyð og
kríggjum.
Síðani, frá síðst í 18. øld, henda
stórar broytingar bæði í føðitíttleika
og deyðatíttleika, sum kollvelta
demografisku gongdina víða um, við
stórum fólkavøkstri og víðfevndum
broytingum í fólkasamansetingini
og búsetingarháttunum. Tá henda
gongdin hæsar av síðst í 20. øld, er
fólkatalið fleirfaldað, 5 til 10 ferðir.
So kemur stígur í, fólkatalið verður
støðugt ella enntá spakuliga mink
andi summa staðni. Men nú er
orsøkin hvørki kríggj, hungursneyð
ella umfarssóttir, men at eins og
deyðatíttleikin er fallin, er føðitítt
leikin eisini og nógvastaðni niður
um deyðatíttleikan.
At fólkatalið í nøkrum av hesum
londum kortini heldur sær ella veks
ur spakuliga, kann koma av øðrum
orsøkum, nevnliga stórum fólkaflyt
ingum, ið serliga ganga frá meira fá
tækum og ófriðarligum londum til
tey ríkari londini í vesturheiminum.
Samfelagsskipanarlig og
demografisk umbroyting
Av tí at tað er eitt rættiliga reglubundið
mynstur í hesi gongdini frá síðst í 18.
øld til síðst í 20. øld, hevur hon eitt
serligt heiti í demografiini og verður
nevnd demografiska transitiónin ella
umbroytingin. Hon er sermerkt fyri
gongdina í flestu londum í Europa og
síðani vesturheiminum sum heild.
barbara@sosialurin.fo
Demografiska umbroytingin í Føroyum
Demografisk umbroyting
tema
Tað er ikki bara í Føroyum, at fólk flyta frá bygd til bý. Tað er eitt
søguligt fyribrigdi, sum er hent í flestum londum kring okkum, og
sum verður býtt upp fimm ymisk stig av granskarum á økinum
frá síðst í 18. øld inn í 21. øld