Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 13 1. Fyrsta stig er eyðkent við høgum føðitíttleika eins og deyðatíttleika. Fólkavøksturin er lítil. Feudal sam­ felagsskipan. Lívsgrundarlagið er tað sum jørðin gevur av sær. Men úrtøkan er svikalig, og hungursneyð er aftur­ vendandi, eins og umfarssóttir. Tí eru stór lop í deyðatíttleikanum, sum er størstur hjá smábørnum. 2. Annað stig er eyðkent við, at føði­títtleikin framvegis er høgur, men deyðatíttleikin er nú fallandi. Gongd kemur á fólkavøksturin. Føðslu­ grundar­lagið verður betri við meira muna­góðum framleiðsluháttum í land­búnaðinum, vøkstri í handverki, handli og byrjandi ídnaði. Við øktari upp­lýsing fylgir útbreiðslan av grund­leggjandi kunnleika um rein­ føri, føðslu og sjúkuelvandi viður­ skifti eins og almennar fyriskipanir um fólkaheilsu og fyribyrging. Hetta viðførir serliga minkandi smá­barna­ deyða og økir um lívslongdina. 3. Triðja stig er eyðkent við, at um­framt áhaldandi fall í deyða­títt­ leik­anum, er nú eisini føði­títt­leik­in fallandi. Við minkandi barna­deyða­ num er ikki longur sami tørvur at føða eins nógv børn sum áður, til tess at tryggja grundarlagið hjá fam­iljuni. Býargerðin økist við stórari fólka­ flyting úr landbúnaðinum til býirnar, har ein ídnaðarlig kollvelting fer fram. Almennur skúlaskapur verður skip­aður. Barnaarbeiðið verður bannað. Arbeiðsmarknaðurin verður skipaður. Kvinnurnar fáa størri leiklut í al­menna samfelagnum. 4. Fjórða stig: bæði fallið í deyða­ títtleika og føðitíttleika steðga á, so bæði leggja seg nakað javnt á einum lágum støði. Fólkavøksturin minkar niður móti eini støðugari javnvág. Livikorini eru nógv batnað við góðum heilsu- og almannaviðurskiftum. Fam­ilju­mynstrið er broytt til smáar kjarnu­familjur. P-pillarin skapar grundar­lag fyri neyvari familjuplan­ legging. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðs­marknaðin og verða fíggjarliga óheftar. 5. Fimta stig: Síðani síðst í 20. øld hava nógv av londunum fingið eina sonevnda gamla fólkafjøld, har part­ urin av eldri og gomlum er tann mest skjóttveksandi parturin av fólka­ tal­inum. Tað ger av sær sjálvum, at deyða­títtleikin fer at veksa, og tá føði­títtleikin framvegis minkar, hevur deyðatíttleikin lyndi til at fara upp um føðitíttleikan, so at fólkatalið nú verður minkandi. Samstundis hendir ein vinnulig og búskaparlig tran­sitión, har londini flyta seg úr ídnaðarsamfelag til tænastu- og vitanar­samfelag. Hetta ger seg m.a. galdandi fyri tey mest framkomnu londini í vesturheiminum. útjaðarin 6 síður tema Í tema síðunum í Sosialinum hesaferð kanst tú lesa um demografisku broytingina í Føroyum seinastu árini. 2015 KELDA: Hagstova Føroya KELDA: Hagstova Føroya Norðoya sýsla 5.995 5.989 5.973 5.977 5.952 5.853 5.812 5.815 5.840 5.853 5.856 -155 16 Eysturoya sýsla 10.734 10.725 10.800 10.781 10.874 10.813 10.812 10.711 10.656 10.572 10.763 -78 107 Tórshavnarøkið 17.528 17.502 17.509 17.593 17.814 18.023 18.076 17.976 18.038 18.254 18.484 510 446 Streymoy annars 4.668 4.639 4.665 4.650 4.683 4.642 4.659 4.660 4.528 4.510 4.509 -140 -19 Vága sýsla 2.909 2.932 2.967 3.005 3.075 3.077 3.060 3.070 3.051 3.056 3.073 142 22 Sandoyar sýsla 1.467 1.441 1.463 1.446 1.432 1.379 1.358 1.319 1.300 1.277 1.266 -167 -34 Suðuroyar sýsla 5.036 4.942 4.932 4.908 4.838 4.754 4.711 4.660 4.679 4.668 4.667 -357 -12 Alt landið 48.337 48.170 48.309 48.360 48.668 48.541 48.488 48.211 48.092 48.190 48.618 -245 526 1. jan 2005 1. jan 2006 1. jan 2007 1. jan 2008 1. jan 2009 1. jan 2010 1. jan 2011 1. jan 2012 1. jan 2013 1. jan 2014 1. nov 2014 Broyting í fólkatalinum á øki frá 1. januar 2005 til 1. november 2014 Broyting í tali 1. jan 2005 – 1. jan 2013 1. jan 2013 – 1. nov 2014 Myndilin niðanfyri lýsir gongdina í demo­ grafisku umbroytingini í 5 høvuðsskeiðum: Tey 5 stigini í demografisku umbroytingini kunnu lutvíst síggjast sum eitt amboð til at lýsa søguligu demo­grafisku gongdina í okkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð til tænastu- og vitanarsamfelag og altjóða­ gerð. Men myndilin kann eisini brúkast at lýsa tað menn­ingar­stigið, sum ymisk lond í ymsum heimspørtum eru á, og hvussu tey flyta seg upp gjøgnum hesi stigini. 1. Her gongur Fyrsta stig fram til byrjanina av 19. øld, og bæði føði- og deyðatíttleiki liggja lágt. At sveiggini eru størri enn í Danmark, kemur av tí sera lítla fólkatalinum (niðan fyri 5.000 fólk). 2. Annað stig byrjar við 1810-unum, tá rætti­ligur vøkstur verð­ur í føði­títt­ leik­anum – og fólka­tal­inum. Deyða­ títt­leikin, sum van­liga fer at minka á 2. stigi, mink­ar ikki í Føroyum, tí hann longu frammanundan liggur so lágt. Sum sæst á myndunum liggur føroyski deyðatíttleikin um 15‰ gjøgnum alla 18. og 19. øld, meðan deyðatíttleikin í Dan­mark ikki kemur so langt niður fyrr enn í byrjanini av 20. øld. 3. Føroyar fara líðandi inn í Triðja stigið í demo­graf­iski um­broytingini, tá deyða­ títtleikin fer at falla við aldar­ skiftið til 20. øld, og føðitíttleikin fer at minka, tó ikki fyrr enn eini 20 ár seinni. Her í 3. stigi frá 1890- unum til 1960-ini er fólkavøksturin tann størsti nakrantíð. 4. Føroyar fara inn í Fjórða stigið mitt í 20. øld, um somu tíð sum Danmark, tá deyðatíttleikin ikki minkar longur. Sum eitt lítið frá­ vik í vanligu gongdini við fallandi føði­títt­leika gjøgnum 20. øld bæði í Føroyum og í Danmark, sæst ein lítil »fjalla­toppur« í føðitíttleikanum í 1940’unum, tá føðitalið veksur aftur undir heims­krígnum og nøkur ár eftir tað. Tað er merkisvert, hvussu nógv myndin líkist í báðum londum frá 1940 til 1960. 5. Men mót­ vegis Danmark eru Før­oy­ar enn á Fjórða stigið, tí hóast føði­títt­ leikin framvegis er fall­ andi, so liggur hann tó enn mun­andi oman fyri deyða­títtleikan, so at vit enn nú fyrst í 21. øld hava ein náttúr­ligan fólka­vøkstur, um enn hann er mink­andi. barbara@sosialurin.fo Føroyska gongdin: Demografiska umbroytingin myndil í 5 stigum Fólkatalið Føðitíttleikin Deyðatíttleikin Fyrsta stig Annað stig Triðja stig Fjórða stig Fimta stig