hósdagur 29. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
14
tema Havnin og útjaðarin
Mobilitetur
er alt
avgerandi
Erika Hayfield
Føroyingar eru eitt sera mobilt fólkaslag. Vit hava fingið lagt í okkum
frá barnsbeini, at summir menn sigla úti, ung nema sær útbúgving
uttanlands og so framvegis. Skal útjaðarin í Føroyum og útjaðarin Føroyar
mennast framyvir noyðast vit at gera samfelagsrammurnar eins mobilar
og fólki. Tað sigur Eirka Hayfield, adjunktur í samfelagsvísindum
Barbara Holm
K
jakið um útjaðaran og
Havnina skal síggjast í
einum størri perspektivi,
tí tað er ikki bert útjaðarin
í Føroyum, sum er í vanda. Føroyska
samfelagið sum heild er ein útjaðari,
men hvussu seta vit markið fyri nær
ein útjaðari er óneyðugur og ikki?
– Tá vit kjakast um hetta við út
jaðaran kontra Havnina havi eg hug
at seta tað í eitt størri perspektiv.
Føroyar er ein útjaðari í Norðurlond
um. Er Føroyar so eisini líkamikið,
spyr Erika Hayfield.
Hon vil við hesum vísa á, at einki
økið í landinum er uttan týdning.
Kjakið fer ofta inn á, at sentralisering
snýr seg um at effektivisera sam
felagið, men tú kanst ivaleyst seta
sama spurning um alt tað føroyska
samfelagið í mun til onnur norður
lond. Tað gera vit tó neyvan, tí Føroyar
er eitt land við egnari mentan og máli
og so framvegis.
– Og júst somu kenslu hava tey
helst, sum eru uppvaksin í tí vit
kalla útjaðaranum í Føroyum, vísur
Erika á.
Tað ber ikki til at siga, at einans
eitt øki í landinum – eitt nú Havnin –
skal uppraðfestast, meðan vit sleppa
øðrum økjum á fjall. Men givið er tað,
at tey heilt smáu økini í landinum
fara at hava trupult við at venda
gongdini.
Og samstundis setur tað ein
spurning um, hvørt tað føroyska
samfelagið skal halda smáu økjunum
kunstigt á lívi. Erika væntar, at sam
felagið frameftir fer at innrætta seg
í eitt ella fleiri størri miðpunkt, sum
eru kappingarfør og effektiv í rakstri.
– Tað er ein ógvuliga trupul spurn
ingur at svara, men eg haldi tað vera
ivasamt, um vit høvdu klárað at
hildið lív í smærri plássunum, um vit
royndu, sigur Erika Hayfield.
Hetta tí, at mangan eru tað eldri
fólk, sum búgva á útoyggjunum, með
an tey ungu flyta til størri bygdir ella
býir.
Tað snýr seg
alt um mobilitet
Tann mest grundleggjandi trupul
leikin hjá smærri økjum er, at mobili
teturin er ov lítil. Tað er strævið at
fara til og frá økjunum, og sostatt
minkar hugurin at búseta seg sam
svarandi. Men summi smá øki – eitt
nú Nólsoyggin – klára seg lutfalsliga
fínt hvat fólkatal viðvíkur, tí tað er
skjótt at fara til Havnar.
Mobiliteturin er tí altavger
andi, og tað skal eisini síggjast
í einum størri perspektivi,
heldur Erika Hayfield. Hon
vísir eitt nú á ein lækna, sum
vildi búgva hálva tíð í øðrum
landi, og hálva tíð í Føroyum.
Men tað bar ikki til, tí møguligt var
ikki at fáa ansingarpláss í Føroyum,
um viðkomandi ikki búði her fast.
Visti tú?
Gransking vísur á,
at tað er stórur munur
á kynsmentanini í
býum og á bygd
Føroyar er
ein útjaðari í
Norðurlondum.
Er Føroyar so
eisini líkamikið«
Urbanisering er heitið á tilgongd, har
størri og størri partur av fólkinum
býr í stórbýum. Hetta kann viðføra,
at núverandi býir veksa, ella at nýggj
býarsamfeløg veksa seg fram.
Globalt er urbaniseringin vaksin nógv
síðani 1700 talið. Í 1900 búðu 3 prosent
av fólkinum í heiminum í stórbýum. Í
1950 var talið 29 prosent, meðan tað í
2005 var 49 prosent.
Urbanisering