hósdagur 29. januar 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
15
Hóast vit eru 481 fleiri fólk í Føroyum enn fyri einum ári síðani, tømist
grannalagið á føroysku útoyggjunum.
Sambært uppgerð hjá Hagstovuni, búðu 235 fólk á teimum átta
útoyggjunum í Føroyum; Stóru Dímun, Skúgvi, Hesti, Koltri, Mykinesi,
Kalsoy, Fugloy og Svínoy í november 2014.
Hetta eru níggju fólk færri enn í november í 2013, tá ið tað búðu 244 fólk
á hesum útoyggjunum. Til samanberingar, búðu 410 fólk á hesum átta
útoyggjunum, ella 175 fólk fleiri enn nú í 2001.
Sambært Eriku Hayfield, adjunkti í samfelagsvísindum, sum eisini var
partur av arbeiðsbólkinum, ið orðaði heildarætlanina 'Fólkaflyting og
Fólkavøkstur', so fer hendan gongdin helst at halda fram.
– Tað ber snøgt sagt ikki til. Størsta
forðingin bæði hjá útjaðaranum í
Føroyum og hjá føroyska samfelag
num sum heild er, at tað kennist
mangan sum ein endastatión, tí tað
ber so illa til at vera mobilur og inn
rætta sær sítt egna lív, sigur Erika.
Kanningar í samband við heildar
ætlanina vísa, at føroyskir
útisetar hava júst hetta
í tonkunum, tá ið tey
flyta heim. At tað er
ein endastatión. Og
orsøkin til tað er, at
tað er sera umfatandi
at flyta til Føroya.
Fleiri hava eina kenslu
av, at ein noyðist at
seta seg í húsalánsskuld,
tí tað er vónleyst at finna
nøktandi
leigubústaðir
í
Føroyum. Samstundis kann tað
kennast sum, at samfelagið ikki
hevur lagt upp fyri, at føroyingar eru
ógviliga ymiskir, og meðan summi
vilja arbeiða frá 8 – 16 hvønn dag
og liva eitt siðbundið lív, so eru tey
onnur, sum ynskja onnur ting. Og tað
skal tað vera pláss fyri.
– Samfelagið má innrætta seg eftir,
at menniskju í dag ynskja broyting
og mobilitet í sínum gerandisdegi. Tí
eigur tað at bera til at búgva í Føroy
um og arbeiða uttanlands, at búgva á
bygd og arbeiða í Havn, at leiga íbúðir
eina tíð og síðani flyta avstað aftur og
so framvegis, vísir Erika á.
Miðal stóru kommunurnar
kunnu klára seg
Meðan tey smærri økini hava trupult
við at klára seg, so eru tað økir í land
inum av miðalstødd, sum uttan iva
kunnu virka sum ein lítil høvuðs
staður í teirra økið.
Erika Hayfield vísir á, at tað tykist
sum ein gongd er í samfelagnum í dag,
har nakrar framfýsnar kommunur
taka sakina í egnar hendur, tá ið
landið liggur afturá.
– Vit síggja eitt nú í Vági, at tey
hava vent gongdini seinastu árini, og
at tey veruliga royna at skapa møgu
leikar á staðnum, tá ið landið svíkur.
eitt nú møguleikar at taka fjarlestur
í einum umhvørvi saman við øðrum
lesandi .taka málið í egnar hendur,
tá ið landið svíkur. Vit síggja eisini,
at fleiri kommunur bjóða sínum úti
setum hølir at lesa í um høgtíðirnar,
og tað er alt sera gleðiligt, sigur Erika.
Tað er avgerandi, at kommunur,
landið og vinnulívið sláa eitt slag
fyri mobilitetinum í samfelagnum,
og royna at skapa víðar og smidligar
arbeiðskarmar.
– Um vit øll royna at skapa eitt
meira rúmligt samfelag í mun til ar
beiðslívið, so fáa vit ivaleyst ein sterk
ari útjaðara og eitt sterkari samfelag
sum heild, sigur Erika Hayfield.
barbara@sosialurin.fo
»Størsta forðingin bæði hjá útjaðar
anum í Føroyum og hjá føroyska
samfelagnum sum heild er, at tað
kennist mangan sum ein endastatión,
tí tað ber so illa til at vera mobilur og
innrætta sær sítt egna lív«
Ein størri kanning, sum er gjørd í Norra
vísir, at tað er ein ávísur munur á ungum
kvinnum og monnum á bygd, meðan
munurin er minni millum kynini í býnum.
Kanningin er gjørd í Tromsø og í smærri
bygdunum kring Tromsø, og síðani eru
tey ungu í og uttan fyri býin samanborin.
Kanningin vísir, at kvinnur og menn líkjast
meira í stórbýi enn tey gera í útjaðaranum.
Gransking á økinum hevur víst á, at tað er
stórur munur á kynsmentanini í stórbýum
og á bygd. Meðan útjaðarin elvir til størri
mun millum kvinnur og menn, eru kynini
meira javnstillað í stórbýum.
Munur millum kynini á bygd og í bý
Visti tú?
Tað eru mangan
eldri fólk, sum búgva
á útoyggjunum
– Samfelagið má innrætta seg eftir, at menniskju í dag
ynskja broyting og mobilitet í sínum gerandisdegi. Tí eigur
tað at bera til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands,
at búgva á bygd og arbeiða í Havn, at leiga íbúðir eina
tíð og síðani flyta avstað aftur og so framvegis, sigur
Erika Hayfield, adjunkturur í samfelagsvísindum.
– Í Vági, at tey hava vent
gongdini seinastu árini,
sigur Erika Hayfield.