Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 16 tema Havnin og útjaðarin Barbara Holm H yggja vit eftir demo­graf­ isku broytingunum yvir 30-40 ár, so síggja vit sólar­klárt, at fólk vilja búgva í miðstaðarøkinum. Tað vil siga í økj­um, sum hava koyrandi samband til Havnar. Tað vísur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur á. Í hansara hugaheimi er »útjaðarin« tær smærru oyggjarnar í Føroyum, og serstakliga eru tað tær, har sambandi til Havnar er óstøðugt og trupult. – Vit kunnu ikki halda uppá tær smærru oyggjarnar. Tær fara at avtoftast, óansæð hvat vit gera, sigur Jóannes. Truplari við Suðuroynni og Sandoynni Nú er Sandoyartunnilin komin ígjøgn­um í Løgtinginum, og tað við­ førir, at bæði Suðuroyggin og Sand­ oyggin eru torførari at meta um. Uttan tunnil hevði Sandoyggin óiva doyð út innan leingið, men við tunl­ inum er møguligt, at gongdin kann broytast. Tó væntar Jóannes, at bæði Suður­oyggin og Sandoyggin fara at av­toftast, um enn tað verður nakað langt frammi í tíðini. – Tað er tó bert ein meting frá mínari síðu. Men hyggja vit eftir fólka­talinum hesi støðini seinastu 40 árini, so er tað ein púra greið gongd sum vísir, at fólk flyta frá hesum støð­ unum, sigur Jóannes Jacobsen. Og hóast fólkatalið í eitt nú Vágs, Sumbiar og Hvalbiar kommunu er vaksið nakað seinastu árini, so er tað bert eitt lítið upplop, sum ikki fer at halda á hvørjum ári. At Varðin Pelagic valdi at byggja á Tvøroyri hevur so skapt fleiri arbeiðspláss, og eitt lítið lop í fólkatalinum, men heldur ikki tað er nóg mikið til at broyta gongd­ ina. – Sjálvt ikki Varðin kláraði at steðga gongdini. So hvat skal landið kunna gera fyri at betra um støðuna, spyr Jóannes Jacobsen. Tað eru sterkar miðsavnandi kreftir í landinum, og at berjast ímóti teim­um, er spill av orku. Tey eru summi sum halda, at tað er uppgávan hjá landinum at tryggja, at øll økinum eru javnsett tá ið umræður almenn arbeiðspláss við meira. – Tað ber als ikki til. Tað letur seg ikki gera at gera Suðuroynna kappingarføra við økið norðanfyri, og um landið vil brúka so nógva orku, sum tað skal til fyri at uppnáa eitt slag av kappingarføri millum økini, so oyði­leggja vit alt tað føroyska sam­felagið, heldur Jóannes Jacobsen. Tað er kortini ikki bert Havnin, sum Jóannes heldur vit skulu leggja okkara orku í. Tað er alt mið­staðar­ økið. Tað merkir eisini Vágoynna, partvíst Eysturoynna og Klaksvík, og annars alt Suðurstreym. – Um tað gevur meining at leggja ein skúla í Klaksvík, so er tað fínasta slag. Men einki skal leggjast hvørki í Havn ella aðrastaðni bert av tí orsøk, at man ynskir at stimbra viðkomandi økið. Tað má vera tí, at tað er mest skynsama loysnin fyri alt samfelagið, heldur Jóannes. Tað er umráðandi at ikki gera hetta kjakið til eitt kjak bert um Havnina. Eitt nú í Vestmanna veskur fólkatalið, og tað er helst tí, at tað er koyrandi til Havnar, og sethúsaprísurin er tað minni. Sostatt er miðstaðarøkið tann parturin av landinum, sum hevur koyrandi og rímiliga lætta atgongd til Havnar. Hvørt prognosan hjá Jóannesi fer at halda er sjálvandi vón­ leyst at gera nakra endaliga niður­ støðu um. Givið er tó, at ein breið semja tykist vera um, at tær smæstu oyggjar­nar í landinum hava eina sera trupla framtíð. barbara@sosialurin.fo – Tað er høpisleyst at royna at halda verandi bústaðarmynstur í Føroyum. Tað fer at broytast óansæð hvat, og at halda útjaðaran kunstiga á lívi er spill av orku, heldur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur Spill av orku at halda útjaðaran á lívi Visti tú? Fólkatalið í Vági, Sumba og Hvalba er vaksið seinastu árini – Hyggja vit eftir demo­graf­isku broytingunum yvir 30-40 ár, so síggja vit sólarklárt, at fólk vilja búgva í miðstaðarøkinum, sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur.