Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 17 Eydna Skaale T á ið tosað verður um út­jað­aran og Havnina er týdn­ingar­mikið at hava í huga, at føroyska samfelagið ikki bert kann býtast í hesar báðar partar. Tað eru í øllum førum tríggir ymiskir partar – Havnin, størri kommunur og smærri kommunur. Og eingin ivi er um, at tær smæstu kommununar hava stórar avbjóðngar. Eitt lítið fólka­grundarlag kann føra við sær, at trupult er at skipa fjøltáttað tilboð innan barnaansing, fólkaskúla, ítrótt og so framvegis, og góð tilboð kunnu hava stóra ávirkan á, um fólk velja at flyta til eitt stað ella ikki, vísur Dennis Holm á. Í teimum størri kommunum – tær, sum hava fleiri enn eini 1000 íbúgvar – ber væl til at kappast við mið­staðar­økið. – Tað er sjálvandi rætt, at Havnin hevur fleiri møguleikar innan ymsu frítíðarítrivini. Men spurningurin er um tað er tað alt avgerandi fyri fólk og familjur, sigur Dennis Holm. Samfelags­ mynstrið broytt Tað er ein sannroynd í Føroy­ um í dag, at vinnulívið og vinnu­ møgu­leikarnir er munandi meira fleksiblir enn fyri bert 20 ár­um síðani. Í byrjanini av 1900 tal­inum var Suðuroyggin bú­skapar­ liga ein sera týdningar­ mikil partur av sam­felagnum, við nógvum arbeiðs­ pláss­um innan fiski­vinnuna, sum dróg fólk úr øllum land­inum. Síðani er tað broytt mun­ andi, fiski­vinnan gjørd­ist fyrst sterk í fleiri økjum í land­ inum, síðani løgd­ ust aðrar vinn­ur afturat. Seinni hendi so aftur ein broyting, har talið av teim­um, sum arbeiða innan fiski­vinn­una er lækkað í hvørjum, meðan tað gerast alsamt fleiri størv innan almenna umsiting og tænastur, og innan privatan handil og tænastur. Hesi seinnu størvini eru einamest í mið­staðarøkinum, og hava tey sein­astu ártíggjuni drigið fólk til mið­staðarøkið Seinastu árini er so aftur farin fram ein broyting. Í dag arbeiða alsamt fleiri føroyingar uttanlands, bæði á sjógvi og landi. Hesar vinnur hava lagað seg til at hava fólk í starvi úr øllum heiminum og hava tí sera fleksiblar skipanir, og samstundis er talan um væl lønt størv. Hetta hevur eisini ført við sær, at alsamt fleiri hava valt at virka uttan­lands, men búgva í bygd og bý í Føroyum. Fleksiblu størvini gera eisini, at tað ber væl til at verða fam­ilju maður ella kvinna og arbeiða uttan­lands. Hetta viðførur so eisini, at komm­un­urnar mugu hugsa øðrvísi um sítt økið. – Í og við, at fólk kunnu arbeiða í Norra og búgva í Føroyum, ella arbeiða í Havn umvegis netið, og búgva í Vági, so liggur størsta avbjóðingin hjá komm­ununum í at skapa tey bestu kor­ini hjá fólki at trívast. Fyrr var tað so, at arbeiðs­pláss­ini høvdu størstan týdn­ing, tá ið fólk valdu at seta sær búgv. Tað er ikki so einfalt longur, og tí er grundarlagið fyri nær ein kommuna er spennandi fyri familjur munandi broytt, vísur Dennis á. Tað er nú av størsta týdn­ingi, at tey grund­ leggj­andi tingini eru í lagið. Eitt nú barnaansing, eldra­røkt, skúla­ gongd, møgu­ leikar fyri víð­ari lestri, frí­tíðar­tilboð til ym­ iskar aldurs­bólkar og so fram­vegis. – Í Vági hava vit lagt okkum eftir at skapa trivnað fyri allar aldurs­ bólkarnar. Vit hava ein fjar­lestrar­ depil, har fólk kunnu fáa sær hægri lestur. Vit hava góð barna­ansingar­ tilboð, ungdómshús, ein nútímans fólkaskúla og góð tilboð til okkara eldri borgara. Og í næstum letur upp nýtt býarbókasavn í Vági, um­ framt at ein langhylur verður latin upp, har tað eisini verður bjóðað væl­veru­viðgerðir, cafémøguleikar, venjingar­møguleikar og so framvegis. Og vit síggja, at tað ger mun fyri trivnaðin, at vit hugsa um tey tingini, vísur borgar­stjórin á. Bara kommunurnar kunnu venda gongdini Ein spurningur, sum ofta er frammi í sambandi við kjak um frá og tilflyting er, um vit sum samfelag skulu leggja alla orku í at menna Havnina í kappingini við umheimin, ella um vit skulu menna alt samfelagið. Hesin spurningur er ikki trupul at svara hjá borgarstjóranum í Vági. Hann er sann­førdur um, at útjaðarin eisini má stimbrast, tí ymiskt er hvar okkara útisetar kenna seg heima. – Tá ið tú sum útiseti skal flyta aftur til Føroya, so er tað natúrligt, at tú hugsar um arbeiðsmøguleikar, og sjálvandi um tað staðið har tú ert upp­vaksin. Hevur tú havt ein spenn­andi og mennandi ungdóm í tínari heimbygd, so er natúrligt at umhugsa at flyta aftur eftir lokna útbúgving. Niðurraðfesta vit útjaðaran er vandi fyri, at ein stórur partur av okkara úti­setum, okkara ungu fólkum ikki kenna seg heima í Føroyum, vísur Dennis á. Sjálvur hevur borgarstjórin búð í Aalborg og tikið útbúgving har, men tá ið hann var liðugur gekk leiðin heim til Vágs. Dennis Holm er tó tilvitaður um, at tað arbeiði, sum liggur fyri framm­an hjá kommununum kring land­ið er stórt, og neyðugt er tí, at hvør kommuna sær er púra til­vitað um hvussu tey ynskja at skipa seg fram­yvir. Óansæð hvussu fram­tíðar­út­lit­ini eru í dag, so er borgarstjórin í Vági sann­førdur um, at tað bert eru komm­un­urnar sjálvar, sum kunnu gera nak­að við gongdina. eydna@sosialurin.fo – Tá ið fólk velja hvar tey skulu búgva, so er eyð­ sæð, at tænasturnar í kommununi, frítíðarítriv til børn og vaksin og trivnaður annars hevur alt at siga. Samfelags­mynstrið er broytt, og tí eru arbeiðs­ møgu­leikarnir ikki longur tað alt avgerandi, heldur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági Tað snýr seg um trivnað Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. »Vit kunnu ikki halda uppá tær smærru oyggjarnar. Tær fara at av­toftast, óansæð hvat vit gera« Jóannes Jacobsen