hósdagur 29. januar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
18
kjak
klumman
Simona
Weihe
Bara tað ikki
var satt
Óli Breckmann ger tað, sum
Al-Qaeda vil hava hann at gera
O
nkrar leygarmorgnar hoyri eg »Also« í Út
varpinum. Bæði áhugavert og stuttligt at
hoyra skilagóð fólk koma við sínum ráð
um og hugsanum um ymsar trupulleikar,
ið tey, sum skriva inn, hava at stríðast við. Onkuntíð
havi eg hugsað, um summir spurningar munnu vera
uppfunnir til sendingina, so skelkandi, sum teir ljóða.
Men tað eru teir ikki, havi eg hoyrt Also-vertirnar
sagt. Tíverri kanst tú siga.
Seinasta leygardag fekk eg veruliga ein hvøkk.
Komin í bilin eftir innkeyp, lesur Also-verturin upp
bræv frá lurtara á bygd, sum fortelur og spyr, hvat
hon/hann skal gera, tí lærarar – tó ikki allir – happa
barn hennara ella hansara í skúlanum, tí familjan
hoyrir til brøðrasamkomuna.
Eg fekk ein rættiligan hvøkk! Fyrsti tankin var:
Tað kann ikki passa, for hundan, eru vit ikki komin
víðari! Harra mín Gud! Fekk hug at ringja til »Also«
og rópa, ja, eg veit ikki hvat! Ringar upplivingar fyri
nógvum árum síðan í barnaskúlanum í miðalstórari
bygd stóðu brádliga klárar fyri mær. Alt bara tí for
eldrini hoyrdu til brøðrasamkomuna. Tað var rætti
liga løgið, tí í lítlu bygdini, eg búði í, var slík happing
eitt ókent fyribrigdi.
At tað í dagsins Føroyum enn finnast somu trong
skygdu høvd, sum fyri meira enn 40 árum síðan, tað
vardi meg ikki. Lærarar hava hóast alt gingið nøkur
ár í skúla, áttu havt hoyrt um pedagogikk, etikk,
empati og hvat veit eg. Men lærararnir í hasum skúl
unum hava í hvussu so er skulkað rættiliga illa, tá
undirvísing í tolsemi var á tímatalvuni.
Tá støðan í einum skúla er soleiðis, so eru tað
heilt vist eisini onnur børn, sum kenna sviðan. Tað
veri seg orsakað av útsjónd og uppruna, persónleika,
politikki ella av onkrum, sum brýtur frá fjøldini.
Pu ha, pu ha! Tá tú happar ella frystir úti eitt
sakleyst barn, tekur tú gleðina við at læra og spæla
frá tí. Í ringasta føri kanst tú stjala barndómin.
Aftur til »Also«. Tey trý í panelinum komu so
við sínum boðum. Eina loysnin var at stinga av úr
bygdini. Har gerst onki og ikki vert at brúka orku
uppá. Tíverri er tað helst frægasta loysnin. Ongin
orsøk at brúka barn sítt sum amboð at royna at
broyta hugburð í einum skúla.
Í hesum førinum vóru foreldrini greið yvir
støðuna. Men tað kann eisini vera, at foreldur ikki
vita, hvussu skilið er. Tað kunnu vera fleiri orsøkir.
Kanska er happingin ikki so ítøkilig, ring at seta
orð á, ella barnið vil kanska verja foreldrini, tí tað
kennir tað sum niðurgerðing ella álop á heimið. Og
tað, at barnið hevur virðing fyri læraranum, um ikki
annað so orsakað av aldursmuni og valdi hansara. Eg
trúgvi tó og vóni, at myndugleikatrúgvin er minkað
eins væl innan fólkaskúlan sum aðrastaðni í sam
felagnum.
Í sendingini leygarmorgunin kom tó tað positiva
fram, at hetta keðiliga fyribrigdið helst er eitt bygda
fyribrigdi. So ivaleyst er vón fyri framman, hóast vit
ikki kunnu bjóða børnum slíkt, meðan hesir – helst
fáu – lærarar búnast.
Sjúrður Skaale
»Allahu
ak
bar«.
Allah
er stórur. So
leiðis róptu
terroristarnir,
sum
skutu
teknararnar í París 7. januar.
Í farnu viku hevði Óli
Breckmann sína sending í
Rás2, har hann, dulklæddur
sum »journalistur«, fær kroyst
sínar meiningar úr sær.
Hann tosaði um, hvussu
nógvir muslimar eru í
Europa og segði, at teir eru
sum ein krabbasvullur. Einki
minni. Hann tosaði ikki um
terroristar, men um muslimar.
Tað er tað, teir eru: Ein krabba
svullur.
Tá Óli Breckmann soleiðis
samanbar allar muslimar í
Europa við ein krabbasvull,
reageraði hann júst so, sum
terroristarnir vildu hava
okkum øll at reagera.
Tí at drepa teknararnar var
tann minsti parturin av teirra
atsókn. Yvirskipaða endamálið
hjá islamistunum er at skapa
eina polarisering í Europa, har
muslimar standa øðrumegin
og øll onnur hinumegin. Eitt
religiónsstríð. Eitt rasustríð.
»A clash of civilizations«.
Strategiin hjá hesum ør
vitisskøltum er líka einføld,
sum hon er ræðandi: Við at
ákalla gudin hjá øllum mus
limum, royna teir seta seg
fram sum umboð fyri allar
muslimar – og fyri islam sum
heild.
Soleiðis vilja teir fáa
fleiri í sín part. Tað er neyð
ugt, tí islamistarnir eru bert
ein lítil brotpartur av heim
sins muslimum. Teir vilja
radikalisera so nógv sum
gjørlig, tí jú fleiri fanatiskir
islamistar kunnu skapast í
Europa, jú størri er møguleikin
fyri, at teirra garrvilla, apoka
lyptiska mál um at knúsa
vesturheimin kann eydnast.
Matematiskt sæð er hetta
ikki ómøguligt. Tað eru nú
so nógvir muslimar í Europa,
at høvdu allir endað sum
heilavaskaðir islamistar,
kundu teir veruliga broytt tað
Europa, vit kenna.
Spæla teirra spæl
Ein máti at náa málinum er at
royna at gera allar muslimar
óbeinleiðis samsekar í brots
verkunum. Tað skal gera, at
europearar fara at síggja allar
muslimar – ella allar arabarar
– sum ”krabbasvullir”.
Tí tann, sum verður sæddur
sum ein krabbasvullur, verður
útstoyttur. Útstoytt fólk
missa loyalitetin móti sínum
samfelag. Tey vera beisk og ill
- og tá eru tey løtt at heilavaska
við islamistiskum óndskapi.
Hetta er ikki at spæla við.
Eydnast tað terroristunum
at skapa slíka polarisering
millum muslimar og øll onnur,
kann tað summastaðni enda
við nøkrum, sum minnir um
borgarakríggj í Europa.
Øll tey, sum yvir ein kamb
skíra muslimar »krabba
svullir«, spæla spælið hjá
islamistunum. Tey eru við
til at skapa útstoytingina og
polariseringina – og harvið
seta Europa á vandakós.
Tey, sum vilja forða hesum,
royna at fyribyrgja, at tann
stóri meirilutin av muslimum,
sum passar sítt og livir eitt
vanligt, friðarligt lív, endar í
klørnum á islamistunum.
Kampurin stendur altso
um hóvligu muslimarnar.
Tað er orsøkin til at euro
peiskar leiðarar, frá Merkel
til Cameron, upp í saman
endurtaka, at stríðið móti
islamistiskum terror IKKI er
eitt stríð móti øllum muslimum
ella øllum arabarum. Tey siga
tað ikki bara fyri at verja
ósek fólk móti ágangi. Tey
siga tað líka nógv fyri at
verja europeisku samfeløgini
móti avleiðingunum av teirri
polarisering og tí fremmanda
hatri, ið retorikkur sum tann
hjá Óla Breckmann skapar.
Fær
tann
vaksandi
rasisman fastatøkur á europe
arum, hava ISIS og Al-Qaeda
vunnið. So fáa vit ta stóru kon
frontatiónina, og so verða øll
taparar – uttan islamistarnir.
Hetta er eisini grundin
til, at ábyrgdarfullir, leiðandi
muslimar í Europa standa
fram og siga, at terroristarnir
misnýta og dálka teirra átrúna.
Kristin eru ósek
Tað er í hesum døgum lætt
at lata seg tøla av einføldum,
svørt-hvítum hugsanarhátti
sum tí hjá Óla Breckmann.
Men tað ber altso væl til at
skilja millum terroristar og
tey hampafólk, ið hava sama
húðalit sum terroristar. Vit,
sum eru hvít, eru jú heldur ikki
»krabbasvullir« fyri tað, um
nógv hvít fólk fremja óndskap.
Á sama hátt mugu vit skilja
millum tað, sum verður gjørt
í navninum á eini religión og
religiónina sjálva.
Inkvisitiónin varð t.d.
gjørd í krisindómsins navni.
Heksabrenningarnar eisini.
Hitler segði »Gott Mit Uns«, tá
hann fór undir sítt devulska
verk. Og tá Bush, grundað á
lygnir, byrjaði Irak kríggið,
sum hevur kostað ótald ósek
mannalív, kallaði hann tað
eina ”krossferð” – altso eitt
”kristiligt kríggj”.
Var kristindómurin orsøk
til alt hetta. Nei, hann var ei.
Eru øll kristin fólk krabba
svullir orsakað av hesum? Nei
tey eru ei!
Eru teir umleið 30 mus
limarnir í Føroyum ”krabba
svullir”? Nei teir eru ei!
Eru teir muslimsku ar
beiðsmenn í Turkalandi, sum
m.a. smíða skip hjá Thor og
nýggja stóra brunnbátin hjá
Bakkafrost »krabbasvullir«?
Nei teir eru ei.
Men tá hampafólk nóg ofta
og nóg leingi verða umrødd
sum krabbasvullir, so er ikki
vist, at tey verða verandi
hampafólk. Tá kunnu tey
verða rikin inn í tær óndu
klørnar á Al-Qaeda og ISIS.
Ódámlig religión
Fyri at eingin misskiljing skal
vera: Mær dámar ikki islam
sum religión. Av nógvum
grundum.
Men nærum fjórða hvørt
menniskja á jørðini er mus
limur. Millum tey eru nakrir
barbarar, sum mugu og skulu
týnast. Tí havi eg sjálvur stuðl
að álopinum á ISIS.
Men líka so lítið sum Brei
vik umboðar øll okkum, líka so
lítið umboða ISIS og Al Qaeda
allar muslimar.
Bólka vit allar muslimar
sum barbarar, hava barbarar
nir vunnið.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Al-Qaeda og ISIS vilja hava polarisering millum muslimar og
øll onnur. Soleiðis fáa teir fólk til sítt apokalyptiska stríð fyri
at knúsa Europa. Nógv spæla teirra spæl. Eisini í Føroyum
»Tá Óli Breckmann soleiðis samanbar allar
muslimar í Europa við ein krabbasvull,
reageraði hann júst so, sum terroristarnir
vildu hava okkum øll at reagera«