hósdagur 29. januar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
19
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Komið og verið
meira saman
Rógvi Nybo
stud.scient.pol
Hóast vit eru tættari knýtt enn nakrantíð áður, hevur fjarstøðan ongantíð verið størri. Vit gloyma,
hvussu vit eru saman, eru meira einsamøll, asosial og kensluleys. Vit eru trælir hjá sosialu miðlunum
N
ær var tú seinast á gátt
hjá vinkonuni fyri at
ynskja henni til lukku
við degnum? Nær sat
tú seinast og spældi eitt borð- ella
kortspæl, uttan at verða órógvað av
snildfon, teldli, sjónvarpi, útvarpi
ella farteldu (streymslitini hjá SEV
telja ikki við)? Nær sat tú seinast
við einum drekkamunni saman við
onkrum, tosaði um leyst og fast,
hugdi inn í eyguni á viðkomandi og
viðurkendi tykkara samveru? Ert
tú sum tey flestu, verður tú noydd
at hugsa teg gjølla um, áðrenn tú
fær svarað. Ert tú sum tey flestu,
eru allarhelst fleiri dagar síðani.
Hjá summum kanska vikur ella
mánaðir.
Nær var seinast, tú vitjaði
Facebook og ynskti onkrum til
lukku við degnum ella gav ein
»tummil upp« til eina mynd, eina
stuttliga søgu ella okkurt láturligt
filmsbrot, ið onkur av tínum vinum
hevði lagt út? Nær legði tú sjálv
seinast okkurt út, og fáar minuttir
eftir fór inn aftur at kanna, hvussu
nógvar tumlar tú hevði fingið? Ert
tú sum tey flestu, kanst tú svara
upp á standandi fót. Ert tú sum tey
flestu, eru bert minuttir ella fáir
tímar síðani. Hjá teimum fæstu
dagar.
Hetta er tíverri turri sannleikin
um okkara samveru anno 2015.
Kensluleysa parallell
samfelagið
Lat ongan iva vera um, at samband
við sosialu miðlarnar á hvørjum
tanga hevur givið okkum næstan
óavmarkaðar møguleikar fyri at
samskifta við onnur, um tey eru
á Viðareiði ella í Venesuela. Tað
kann eisini vera hent at fáa fatur á
abbanum, sum ferðast í Hong Kong,
tá tú skal finna eitt gamalt fiskimið
á Hestfirði. Tað er eisini hugnaligt at
síggja myndir av nýggju íbúðini hjá
vinkonuni ella frá uttanlandsferðini
hjá starvsfelaganum. Og tað er
gott fyri fólkaræðið, at tey flestu
í dag hava møguleika at luttaka í
samfelagskjakinum og siga sína
hjartans meining um stórt ella
smátt.
Men vit missa eisini nógv. Við
síðuna av veruliga samfelagnum,
har vit veruliga koma hvørjum
øðrum við, liva vit nú nógv meira
av okkara lívi í einum talgildum
parallellsamfelag, har vit yvirhøvur
koma hvørjum øðrum lítið við.
Verulig samtala er nógv meira enn
bara hvørji orð, vit velja. Tað er
eisini at síggja og merkja hvønn
annan. At hoyra tónalagið, at síggja
smílið fyri viðurkenningina og
hóma kropsmálið. Og at merkja
tøgnina, sum kann goyma gleði,
undran og sorg.
Tá vit bara samskifta á sosialum
miðlum, missa vit ein stóran part
av veruligu samveruni. Dialogur
verður til monolog, vit síggja
og merkja ikki hvønn annan
og yvirhøvur er tann siðiliga
kjakmentanin steindeyð og uttan
argumentatión. Vit sleingja um
okkum við orðum og ógrundaðum
uppáhaldum, og summi himprast
ikki við at koma við særandi
ákærum móti høgum og lágum.
Tað ger jú einki, tað tykist ikki
»veruligt«, og vit krógva okkum
aftanfyri ein skerm. Siga vit ov
nógv, strika vit viðmerkingina,
sløkkja og gloyma tað sagda. Fara
vit ov langt, merkja vit hvørki
avleiðingar ella mótspæl. So lætt
sleppur tú neyvan, fer tú inn í
stovuna hjá viðkomandi og sigur
tað sama beint upp í andlitið. Tí
tykist tað ikki veruligt.
Tað sama er galdandi fyri alt
tað gleðiliga. Vit síggja ikki smílið
og merkja ikki gleðina. Vit merkja
í veruleikanum einki. Reint
kensluloysi.
Kom og verið meira saman
Men tað snýr seg ikki bara um hvat
vit gera, tá vit eru »á«. Tað snýr seg
uppaftur meira um, hvat vit ikki
gera, meðan vit eru »á«. Tá barn títt
fer til gongu ella vísir tær nýggjastu
tekningina, og tað fyrsta tú ger,
er at taka telefonina fram fyri at
avmynda tað, sansar tú tá løtuna?
Viðurkennir tú barnið og avrikið?
Hvørja ferð, vit taka snildfonina
fram, meðan vit eru saman
við foreldrum, vinfólkum ella
børnunum er nógv, vit ikki gera.
Vit vísa ikki virðing. Vit vísa ikki
áhuga. Vit síggja ikki, vit hoyra ikki,
vit sansa ikki og vit viðurkenna
ikki hvønn annan, tí vit eru »á«. Er
parallellsamfelagið veruliga meira
áhugavert enn persónurin yvirav
tær?
Eg eri ikki nógv fyri at gera
nýggjárslyfti. Men í 2015 vil eg loysa
trælabandið við sosialu miðlarnar.
Kom og gevist við at sita í hvør
sínum heraðshorni handan ein
skerm og bara samskifta í parallell
samfelagnum. Kom og gevist við
at sita yvirav hvørjum øðrum, men
ikki verða til staðar. Kom og hittist
aftur, kom og hyggið hvønn annan
djúpt í eyguni, kom og sansið og
viðurkennið hvønn annan aftur. Lat
okkum flenna, gráta og rópa meira
saman. Men mest av øllum.
Komið og verið meira saman.
» ..tað er gott fyri fólkaræðið, at tey
flestu í dag hava møguleika at luttaka í
samfelagskjakinum«