hósdagur 29. januar 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
20
nøvn
Tað vóru dáttlig boð ið bórust í farnu
viku. Guðbjørg var deyð 67 ára gomul.
Minnini reika. Vit komu at starvast á
sama stað í 38 ár. Á Læraraskúlanum
og partvís eisini á Venjingar
skúlanum á Frælsinum, Guðbjørg
á skrivstovuni, eg fyrst sum lærari
á Venjingarskúlanum og Lærara
skúlanum og seinni sum rektari.
Guðbjørg var nýsett í skrivara
starvið, tá ið Læraraskúlin flutti út
á Frælsið, og nýstovnaði Venjingar
skúlin byrjaði undir somu lon.
Nú eru teir báðir skúlarnir farnir í
søguna, og í farnu viku fórt Guðbjørg
sama veg. Hevði unt henni nógv góð
ár aftrat, men deyðin er náðileysur.
Eg kom at starvast meira saman
við Guðbjørg í mínum arbeiðslívi, enn
saman við nøkrum øðrum.
Tað kendist trygt at taka rekt
arastarvið á meg, tá ið undangongu
maðurin, Andrias Højgaard, gjørdist
sjúkur og doyði, tí eg visti, at Guðbjørg
var har, og at hon hevði skil á øllum.
Hon var sera nærløgd í sínum arbeiði,
og alt varð væl og virðiliga avgreitt til
tíðina, sum skuldi koma frá hennara
hond. Uttan hana hevði eg ikki hætt
að mær undir uppgávuna.
Men Guðbjørg var ikki bara nær
løgd, hon hevði eisini eina væl menta
rættvísiskenslu, og var ikki bangin
fyri at gera vart við seg, tá ið hon
helt, at onkur var fyri órætti, og kundi
tala hvassliga at, um onkur royndi at
vinna sær órímiligar sersømdir.
Guðbjørg nýtti nógva fríðtíð at
arbeiða fyri Havnar Svimjifelag, og
har legði hon stórt arbeiði eftir seg.
Hon var altíð av heilum hugað við
í tí felagslívi sum var millum starvs
fólkini á skúlanum.
Guðbjørg var á lívsleiðini fyri bak
køstum sum merktu lív hennara. Helt
seg stundum fyri seg sjálva. Leitaði
ikki so ofta onnur upp, men var altíð
fegin um at síggja sínar vinir.
Hjartað bankaði fyri dóttrini
og øllum hennara, sum búðu niðri.
Seinastu tíðina umhugsaði hon sjálv
at flyta niður fyri at vera í nánd av
teimum, sum hon var so góð við, og
sum vóru so góð við hana.
Men nú er hon farin.
Saknurin er stórur hjá tykkum,
sum stóðu henni allar næst, hjá
systkjunum og góðu vinunum.
Eg syrgi saman við tykkum og
minnist góðar løtur, men eg minnist
eisini við takksemi tær ferðirnar, tá
ið skúlin var í andgletti, og tú stóðst
stinn og vardi borg.
Hvíl í friði, góða Guðbjørg. Takk
fyri samstarvið og stuðulin tey nógvu
árini vit starvaðust saman.
Pauli Nielsen
Guðbjørg Hammershaimb
Christiansen
farin
70 ár
Tað kennist løgið – men ikki illa -
at eg í næstum man sjúti fylla.
Aftur við borði slíkt ei kann fara,
tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara
í VB-húsið við mær og mínum
at minnast hin dagin – seint undir krígnum.
Veitslan verður í VB-húsinum tann
21. februar klokkan 19.
Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag,
biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415
í seinasta lagi tann 11. februar.
Bestu nýggjársynskir.
Niels Petur Nolsøe (NePtuN)
100 ára
føðingardagur
Týsdagin 3. februar 2015 verður Malla Olsen, sum nú býr á
Vesturskin á Toftum, 100 ár.
Sama dag, skipa familjan og Nes kommuna fyri móttøku í
Missiónshúsium Tabor á Toftum, frá kl. 15.00 til 18.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Heilsanir til føðingardagsbarnið verða bornar fram millum kl.
15.00 og 16.00.
Familjan og Nes kommuna
Konfirmatión
3. mai verður henda fitta gentan kon
firmerað í Stokke kirkju í Noregi.
Dagurin verður hildin heima hjá
henni. Adressan er Kanonersvingen
17, 3159 Melsomvik.
Tey ið vilja halda dagin saman við
henni, mugu ringja á tlf:
+004733338570 ella +004799129891
innan 3. mars.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 14. februar kunnu hjúnini Hansina og Magnus Pauli
Johannesen Kollafjørð halda gullbrúdleyp, dagurin verður hildin í
missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 17, øll er hjartaliga vælkomin
80 ára føðingardagur
3. februar fyllur Viljam Bech, Lopra, 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 31. januar í bygdarhúsinum í
Lopra frá kl 15. Øll eru hjartaliga væl komin
70 ára føðingardagur
2. februar fyllir Brynjolf Dahl, Vágur, 70 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 31. januar fra kl. 11–16.
Øll eru hjartaliga vælkomin.