Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 21 kjak Tjóðveldi byggir fantasihavn úr skervi og dusti Heðin Mortensen borgarstjóri Tjóðveldi hev­ur á náttartíð barsl­að við einum upp­skoti um al­tjóða havn inni á Sundi. Havnin skal byggj­ast av skervi og smágróti úr kom­andi tunlinum millum Eyst­ur­oy og Streymoy, ið øllum uttan Tjóð­veldi kunnugt bert kann brúk­ast sum ífylla á turrum, tí talan er stórt sæð um skerv og dust. Men í hesum fan­ta­si­pro­sjekt­inum ber alt til, hóast upp til 50 - 60 metra dýpi og ring­asta súg í landinum. At onki uppland heldur er sýnist ikki at forða Tjóðveldi at byggja altjóða havn á Sundi, ið verður dupult so stór sum ætl­aða útbyggingin í Havn - fyri hálvan prís! Eftir at útbyggingin hjá Tjóðveldi er liðug skal Tórshavnar havn liva av ferðavinnu. Høv­uðs­grund­gev­ing­in fyri havn á Sundi tykist vera, at tað er so skjótt oman til Havn­ar, og at Havnin sleppir und­an farmaferðsluni. Hetta er einastandandi logikkur, sum vil nakað, tí um 85% av all­ari vøru skal kortini sum farm­ur oman til Havnar. Sostatt verð­ur ferðslan helst størri og verri enn nakrantíð. Fleiri onnur beinleiðis ósann­indi eru í grund­gev­ing­un­um. T.d. verður sagt, at við hesi loysnini sleppa vit undan, at pakkhús verða bygd upp fyri Skansan. Hetta við fleiri hæddum av bingjum og høgum pakkhúsum framm­an­fyri Skansan hevur fleiri ferðir verð­ið brúkt sum ræðumynd. Hetta er bara ikki satt - bingju­havn­ in verður uttari við Mol­an, og húsini frammanfyri Skans­an­um verða lág og taka onki av útsýninum út í fjørðin. Ætlanin við eini bátahavn – eini marina – er júst at skapa eitt mentanarumhvørvi rund­an­ um Skansan, eitt livandi øki, har bátafeløg, sjóítróttur, mat­stovur, list, undirhald og ann­að kann ganga upp í eina hægri eind. Virksemið verður utt­an­um Skansan, ikki á Skans­ anum, ið skal varðveitast í sín­um upprunalíki og gerast meira sentralur enn áður. Ein annar pástandur er, at vit mugu sleppa undan at fylla longur út í streymasjógv í Nóls­oy­ar­firði - hetta hóast, at allar kann­ing­ar vísa, at út­ bygg­ing­in fer at betra munandi um við­ur­skift­ini við Argjalandið. Árins­ kann­ingin vísir greitt, at út­bygg­ing­in hvørki er oyði­leggj­andi fyri útsýnið ella um­hvørv­ið annars. Hetta uppskot hevur onki enda­ mál enn at skapa rumbul, sum bara kann føra til, at einki hendir. Men uppskotið er helst ein funnin fressur hjá eysturoyingum, nú Marin Kathrina Frýdal og Tjóðveldi skjóta upp, at landshavnin kem­ur at liggja beint við end­an á tunlinum, 10 minuttir úr Runa­vík - so er sjálvsagt, at hon einsvæl kann byggjast við Skálafjørðin. Í hesum uppskotinum er als ikki tikin hædd fyri, at skal góðshavnin flyta nið­an á Sund, so mugu allar stað­bundn­ar funksjónir annars á havna­lagnum flyta við. 5-700 arb­ eiðs­pláss skulu flytast og eitt ótal av fyritøkum og am­boð­um somuleiðis. At fyrigykla fólki, at hetta er ein bílig og hepp­in loysn er fullkomiliga burt­ ur­við. Og at fyrigykla fólki, at hetta fer at minka um ferðsl­una oman til Havnar er rætt og slætt møsn. Hetta kann heldur ikki vera ser­liga hugaligt at hoyra hjá teim­um, sum varða av øllum arb­eiðs­fólkunum á økinum hjá Tórshavnar havn. Nýggja kommunuætlanin áset­ ur, at ein ætlan fyri sam­an­hang­in millum Tórshavnar havn og býin skal verða gjørd, sum fram um alt skal hava til endamáls at menna sam­starv­ið millum virksemið hjá Tórshavnar havn og ger­and­is­lív­ið í býnum. Her eru øgiligir møgu­leik­ar, bæði á vinnuliga og ment­an­arliga økinum. Men taka vit virksemið á øllum ver­andi havnarøki burturúr hesi líkn­ing­ini, so verður býurin stein­deyð­ur. Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam býráðslimir fyri Tjóðveldi Sær ikki mætari út, enn at tann mátt­mikli og nalvaskoðandi borg­arstjórin í Havn kenn­ir seg raktan beint í solar plex­us í havnarmálinum. Hann siglir nú runt í ring­inum sum ein groggy neva­leikari, ið ikki hevur skil á, hvat og hvønn og all­ ar­minst, hvussu hann slær. Tað stendur fast, at Tórshavnar havn hev­ur ikki fingið øll neyðug loyvi til havn­ar­byggingina í Havn, og byggisamtyktin, sum er gjørd til at heim­ila fastasifátæka projektinum har, er ikki góðkend av landsins bý­ ar­skip­an­arnevnd. Tí er framvegis lítil meining í hjá Tórs­havn­ar býráð yvir háls og herðar at sam­tykkja eitt byggiprogramm til eina verkætlan, sum ikki er heimilað, og játta seks milliónir krónur til at projektera hesa somu ætlan við vanda fyri at brúka pengarnar til fá­nýt­is. Tað stendur eisini fast, at Tórs­ havn­ar havn við vælsignilsi frá borg­ ar­stjóranum hevur arbeitt ítøkiliga við byggiætlanini út fyri Skansanum og Skansabryggjuni uttan so mik­ið, sum at skeita eftir øðrum møgu­leik­ um í Tórshavnar kommunu. Einastu kann­ing­ar, sum gjørdar eru, hava snúð seg um Skansabryggjuna v.m. og við­urskiftini har. Tað er als ikki vist, at hetta projekt er tað besta fyri Tórshavnar bý og Tórs­h­avnar kommunu. Kostnaðurin er longu nú settur til 450 milliónir krón­ur, men hann verður ætlandi mangt slíkt, tá liðugt skal verða í 2018. Óviss­ur­nar í byggiskránni eru nógvar, og tí er nógv enn, sum skal loysa seg í sjó­num, sum norðmaðurin segði. Borgarstjórin sum byggimeistari Nú royndi hann seg aftur sum entre­prenør. Tað er, vita vit av roynd­ um, ein farligur sportur. Grótið úr ein­ um tunnli er ikki annað enn skervur og dust, sigur hann. Hatta eru enn eini av hansara ósannindum, tá hen­ sig­ten helliger midlet. Grót úr einum tunnli kann sakt­ans brúkast til alla uppfylling við verjugróti uttaná. Tað er eitt nú byggihátturin, sum er brúktur á Signabø, og sami møguleiki er nevndur í byggiskránni fyri út­bygg­ ing­ina í Havn. Tunnilsgrót kann vera í ymsum stødd­um frá stórum steinum og nið­ur­eftir. Á Sundi – ella aðrastaðni – kann haraftrat stórt og smærri grót fáast burtur úr lendinum, sum verð­ur sprongt niður til tess at javna havna­økið. Borgarstjórin hevur ilt av, at havnarprojektið á Sundi verð­ur nakað nær staðnum, har Skála­fjarð­ ar­tunn­il­in ætlandi kemur upp. Tað má hann gjarna hava ilt av, men tað verð­ur neyvan hann einsamalliur, sum avger, hvar tunnilin kemur upp á Streymoynni. Hetta er ikki øðrvísi enn við eldraøkinum. Løgtingið tekur av­gerð­ina. Løgtingið hevur samtykt, at tunn­il skal gerast av Skálafjørðinum til Suð­ ur­streym. Borgarstjórin hevur skýggj­ að hendan veruleika alt ov leingi. Við upp­skotinum, sum Tjóðveldi hevur lagt fram, verður roknað við hesi sann­roynd. Men havnin á Sundi er líka relevant fyri Havnar kommunu, um Skálafjarðartunnilin kemur ella ei. Náttúrkreftir kunnu temjast Talan er um, at Sund verður ein bi­lig­ ari og høgligari góðshavn, sum tryggj­ ar, at ferðamannahavnin í Havn fær rúm­ari ræsur at gera seg galdandi í mill­umtjóða kapping. So langt er held­ur ikki av Havnarskrivstovuni nið­an á Sund, at tað ikki ber til at virka í báðum støðum, um bæði støð­ ini hava besta útbúnað. Býurin sleppur undan allari gjøgn­um­ferðsluni til avskipan í bý­ ar­ins hjarta, og tey, sum eiga stóran part av innflutninginum, eitt nú sølu­miðstøðir, handlar, heilsølur og bil­søl­ur, eru ikki á keiini, men nógv ov­ari í býnum. Vit sleppa undan fløkj­uni millum ferðafólk og bingjur og stórum parti av tungu ferðsluni mill­um hús og ellisheim eftir Eystara ring­veg, fyri ikki tala um propparnar í Hoydølum og á Hvítanesvegnum. Nógvar náttúrukreftir kunna temj­ast, eisini súður. Spurningurin er bara hvussu. Tað er tað, vit hava skotið upp, at býráðið samtykkir at kanna við eitt nú simuleringskanningum, sum vísa neyvt, hvat hendir, um tú gert so ella so. Kanningin skal eisini fevna um kostnaðarmeting. Í okkara uppleggi er sjálv bryggjan hátt­að sum ein dokkbryggja og løgd soleiðis, at hon vendir bakið til aldurnar, sum koma uttan av fjørð­ in­um. Bryggjan beinir aldurnar yvir á miðjan fjørð, so tær ikki enda inni í havnalagnum. Innanvert er eisini ætl­að­ur ein bylgjubrótari, sum beinir ald­una, sum kemur úteftir, framvið havn­ar­lag­num. Tað er upp á høgu tíð at fáa allar rele­vantar spurningar um eina góðs­ havn á Sundi kannaðar. Verður úr­slit­ið positivt, gevur tað eina nýggja og enntá bíligari havn enn hana, sum biksað hevur verið við á Skansaboðunum, og nú í berum fan­ tasi­loysi skal fremjast í verki – fyri ikki siga óðum verki. Havnarfólk skula eisini liva í fram­ tíð­ini og tað væl. Vit, sum eru vald at stíla fyri í býnum, hava skyldu til at kenna ábyrgd fyri bæði býi, borgarum og ikki minst pengakassanum uttan at verða happað, niðurgjørd og spei­ rik­in av borgarstjóranum, tí vit hava eina aðra hugsan enn hann um, hvat best er fyri Tórshavnar kommunu og fólk­ið, her býr. Borgarstjórin sum ein groggy nevaleikari