hósdagur 29. januar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
Óli Jacobsen
mortina misti báðar
menninar á sjónum
Tað eru nógvar frásagnir í Føroyum um teir stóru missir, sum føroysku húskini komu út fyri.
Hetta er eisini galdandi fyri søguna um skaðagrindina. Mortina misti aftur sín mann í 1930
4. partur
H
er skulu verða tikin enn nakrar
frásagnir hjá Johs. Andr. Næs í
Birting í 2004. Ein er um Dennu
Mohr, konu Kjartan. Hon var um
hesa tíðina í Havn og ferðaðist hjá systkina
barninum, Sannu Restorff.
Eina ferð kemur beiggi Sannu, Hjalmar,
norður til Havnar at ferðast. Hetta kom væl
við hjá Dennu, tí nú fekk hon fylgi suður aftur.
Men brádliga ein dagin sigur hann, at hann
mátti fara aftur til Suðuroyar. Hetta var 13.
februar, sama dag sum skaðagrindin var, men
tá var einki enn frætt í Havn. Sanna royndi
at fáa hann at steðga nakrar dagar, tí veðrið
var so vánaligt. Men har var eingin bøn, so tey
fóru bæði.
Tá ið tey koma suður og frætta um vanlukk
una greiðir Hjalmar frá, hví hann endiliga vildi
fara suður hendan dagin. Hann hevði droymt
ein so sáran dreym, at systkinabarn sítt Jenis
á Hamri, Jens Pauli Niclasen, var komin í dyr.
Jenis var trúlovaður og hevði bygt hús. Hann
var ein sum doyði. Beiggi hansara, Viggo, giftist
seinni við Samalenu, dóttir Honnu og Jóan
Jakku Petersen, sum doyði í grindini.
Denna greiddi eisini frá, at hon hevði mist
eitt systkinabarn, Hans hjá Lávus í Køkini.
Eftir at leitað og dreggjað varð í fleiri dagar
eftir líkum á Sandvík varð hann ikki funnin.
Teir vóru hildnir uppat at dreggja. So eina
náttina droymir Elspa, fastur Hans, at hann
kom til hennara og segði, at teir høvdu ikki
dreggjað har, sum hann lá. Hans greiddi síðan
nágreiniliga frá, hvar hann kundi finnast.
Elspa, sum ikki var kend í Sandvíksfirði,
greiðir beiggjanum Lávusi, pápa Hans frá,
hvussu Hans hevði lýst staðið, har hann kundi
finnast. Elspa mælti beiggjanum til at fara at
leita á hesum staðnum. Lávus fekk nakrar
menn at koma við sær at leita, og hann fann son
in beint har, sum Elspa hevði lýst í dreyminum.
Pápin sendi sonin í
annan skaðabátin
Johannes Andreas Næs hevur tað samband
við skaðagrindina, at hann er uppkallaður eftir
mammubeiggja sínum, Johannes, sum doyði í
grindini, 17 ára gamal.
Johannes var sonur Jóan Pauli á Hamri,
sum hevði sonin við sær í grindini. Tá ið bát
arnir skuldu mannast, hevði hann sagt við
bróður sín Júst: “Tak tú Johannes við tær í
henda bátin, tit hava góðan grindareiðskap hjá
tykkum – hetta tørvar á hesum bátinum síggi
eg.” Teir báðir komu tískil í annan bátin, sum
holvdist, og teir doyðu báðir. Henda áheitan lá
mangan tung á Jóan Paula seinni.
Tað var sjálvsagt hart hjá Jóan Paula at
koma aftur í Hvalbiar. Tey heima sóu hann
koma oman brekkuna til Hvalbiar. Tá ið hann
kom oman móti Sjagaklett, settist hann har og
sat eina góða løtu. Tá skiltu tey heima, hvussu
vorðið var. Tað var ikki neyðugt at siga nakað,
tá ið hann kom til hús.
Mortina misti tveir menn
Ein av teimum, sum doyðu, var Júst Hamm
er, Júst á Hamri. Hann var giftur við Mortinu,
sum var ættað úr Hovi. Tey settu búgv á Hamri
í Hvalba, har hann tá hevði bygt eini stór og
prýðilig hús.
Júst var fiskimaður, skipsmaður um summ
arið og róði út um veturin.
Hann var 27 ára gamal, tá ið hann doyði í
skaðagrindini. Tá átti tey 2 ára gamla sonin,
Johannes Andreas, og á sumri fekk hon dóttr
ina, Jústu. Hon var uppkallað eftir pápa sínum.
Nøkur ár seinni giftist Mortina við Petur
Mohr Mortensen, bónda í Kálgarði í Øravík, og
flytur hagar við báðum børnunum. Hetta fall
Mortinu væl. Hon var eitt arbeiðsgrev, skilagóð,
dugandi og hartil gestablíð.
Við Petur Mohr fekk Mortina trý børn,
Mariu, Mariannu og Erik, sum var føddur á
sumri í 1930.
Men nú hendir vanlukkan aftur hjá Mor
tinu. Tann 15. desember 1930 gongur báturin
Grani í Øravík burtur við fimm monnum. Av
hesum misti Mortina teir tveir, mannin, Petur,
sum var 47 ára gamal, og sonin Johannes
við fyrru giftur, sum nú var 18 ára gamal.
Tískil sat hon aðru ferð einkja og hevði misti
báðar menninar á sjónum umframt sonin.
Hon varð rakt meira enn hetta. Átta ár
seinni misti hon dóttrina Mariu, sum doyði
av sjúku 18 ára gomul. Mortina doyði í 1967,
77 ára gomul. Tá hevði hon aftur sitið einkja
í 36 ár. Ein ommudóttir hennara er presturin
Marjun Bæk.
Doyði frá óføddum barni
Øravík var ein lítil bygd við bert 11 húsum. Tað
hevur verið eitt stórt bakkast fyri bygdina at
missa fimm menn í besta aldri.
Henda vanlukka er lýst av Erlingi Poulsen í
jólablaðnum Birting í 2000, tá ið 70 ár vóru liðin
síðan hesa vanlukku. Í ár eru tískil 85 ár liðin.
Hetta kann vera eitt høvi at taka aftur í hesa
vanlukku. Myndirnar eru úr Birting.
Tað vóru tveir bátar, sum skuldi fara til út
róðrar hendan morgunin. Hin var Oddi, men
teir fingu ikki motorin í gongd.
Brøðurnir Hans Petur og Mikkjal oman
Garða skuldu við Oddi og fóru aftur til hús.
Tá sigur Hans Petur, at hann fer at biðja Petur í
Kálgarðinum lata seg sleppa við Grana. Mikkjal
Siðsøga
Upprunaligi minnissteinurin á Sandvíksegg yvir teir sum doyðu í skaðagrindini.
Mortina misti tveir menn á sjónum