Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 23 Komandi partur Komandi tveir partar verða frásøgn hjá Esmar Fuglø, sum var ættaður av Viðareiði. held­ur hetta vera í lagi, tí hann hevði tungt hús, men sjálvur fór hann at drepa eina kúgv. Hans Petur var 38 ára gamal og eftir sat einkj­an Lena við sjey børnum. Tað áttanda bar hon undir belti. Tveir mánaðar seinni fekk hon son, sum bleiv kallaður Hans Petur eftir páp­an­um. Jóan Petur og Lena Mortensen, kongs­ bónda­hjún Úti í Garði, mistu tveir synir við Grana. Mortan var 22 ára gamal, og Johannes Evald var 17 ár. Mortan var komin til giftingar og genta hans­ara Elisabeth Gaard í Trongisvági, fekk stutt eftir eina dóttir, sum var kallað Mortina eftir pápa sínum. Teir tríggir dreing­ ir­nir, sum doyðu við Grana, vóru systk­ina­ børn. Sótu illa eftir Tað vóru fleiri greinir í Føroyatíðindi, sum lýstu sorgina. Ein X skrivaði millum annað: Den frygtelige Ulykke, som har ramt saa lille en Bygd som Ørde­vig, hvor 5 raske unge Mænd er blevet revet bort, har sat alles Sind i Be­vægelse, og de stakkels Mennesker, der sid­der tilbage i den tun­ge Sorg kan være vis paa vo­res dybe Med­fø­lel­se. Det er na­tu­r­ligvis ogsaa smukt, at man vi­ser del­ta­gel­se i deres sjæ­le­lige Smer­ter, men man maa ogsaa ta­ge en anden side i Be­tragtning, nem­lig den, at Familjer har mis­tet deres For­ sør­ge­re, saaledes at maaske øko­no­mis­ke Sorger fø­jer sig til det smertelige Tab af de­res Kære. Síð­an verður mælt blaðnum til at fara und­ir eina peninginainnsavnan, og tað ger Før­oya­tíð­ indi eisini. Greitt var eisini frá hvat ið var kom­ið inn og hvør ið hevði latið. Eina ferð varð inn­ komna upphæddin kr. 265, og var hetta nokk so fitt tá í tíðini. Hetta er so tað, sum Siðsøgan kann greiða frá skaðagrindina og vanlukkuna í Øravík. Hetta eru bara nakrar av teimum van­lukk­ um, sum hava myndað okkara samfelag og sam­leika. Øravíkar bygd í 1950-unum. O fta hevur verið skrivað um og sagt frá hendingum og brøgdum. tá Tvørá-skipið Slangan fórst á Hvalbiar­ sandi í einum herviligum ódnarveðri. Umframt tað, ið stendur í Siglingarsøguni, kann tað kanska vera áhugavert at leggja afturat tað, sum faðir mín – Einar Skaalum – segði mær frá einaferð á vári 1962. Óli vestan Tún var handilsmaður í Hvalba. Óli handl­aði fyri Mortensens handil á Tvøroyri. Dóttir hansara Else­beth Kristine Skaalum var gift við Jógvan Mortensen, keyp­ manni, Tvøroyri (1846 –1914). Hendan áður nevnda dagin í februar, kom “Slangan” um 2-tíðina við vøru til handilin Vestan Tún. Hetta var ein hampi­liga góður dagur, men trýst var í luftini og dimmligt var í veðrinum. Sjógvurin var tungur, men lítið og onki lot – tá. Ætlanin var at gera seg lidnan við lossingina sama dag, men út á kvøldið máttu teir gevast, tí tá fór veðrið at øtla so mikið, at tað ikki var ráðiligt at halda áfram. Og veðrið stóð bara við og versnaði, so tað var ikki hugs­ing­ur um at fara nakran veg. Tá ið liðið var væl út á nátt­ina, hoyrdu fólk á landi tokulúðurin og skipsklokkuna á “Slang­uni. Tað boðaði ikki frá góðum í hesum óhugnaliga náttar­myrkrinum. Men hvalbingar vóru kvikir av koyggjuni og komu til hjálpar. Skálagarður lá næstur, tí mundu eisini skálamenn vera bæði fyrstir og flestir. Tað var øllum greitt, at stórur vandi var fyri hond. vind­ur­in var vaksin til rokstorm, so “Slangan” dró akkerini og dreiv inn á sandin. Allir menn komu saman á Mølini og tosaðu um, hvat ger­ast skuldi – og tað var ongin tíð at drála. Við Petur í Køkini á odda, vóru allir skjótt samdir um at velja rætta bátin, sum kundi fara út at bjarga manningini á “Slanguni”. Avrátt varð at fara út við Giljabátinum, ið var eitt stórt 10-mannafar. Síðan mannaðu teir frægastu menn av Skálagarði bátin og løgdu til brots. Menninir vóru hes­ir: Petur í Køkini, Napoleon Skaalum, vestan Tún, Poul Uppi í Garði, Lávus Holm (í Køkini), Jógvan Nattestad, Ras­mus Sigerskjold, húskallur vestan Tún, Kristian á Bakk­an­ um, Niels á Bakkanum, Niclas uppi í Garði og Dánjal í Garðsenni. Teir settust til árar og løgdu frá landi. Fyrst vóru tvær roynd­ir gjørdar, men hvørga ferð eydnaðist at sleppa út til skip­ið av Mølini, og báðar ferðir endaði báturin heilt nið­an um “Skørini” – langt uppi á sandinum. Men báturin bleiv so drigin út eftir Skálabakka, oman aftur á Mølina. Tá ið lagt var út á triðja sinni, vóru teir bara 7 mans eft­ir á 10-mannafarinum. Hesaferð høvdu teir eftirstjóra á honum. Annan endan hildu menn í heilt uppi í sandinum fyri at rennisjógvurin, sum var av tí grovasta, ikki skuldi snara bátin tvøran. Tær báðar fyrru ferðirnar, kom hann ikki nær námind “Slang­uni”, men hesaferð eydnaðist at sleppa heilt upp á síð­una av skipinum, sum nú lá tvørt fyri í briminum og lívdi av tí sama eitt sindur, nú ið báturin var skotin út av sandinum. Øll manningin á Slanguni – 5 í tali – var til reiðar í røttu løtuni og slapp í bjargingarbátin í øllum góðum, og tað var alt í einum, at ein fylling tók bátin inn á sandin. Hann var í somu øði drigin upp á land og settur niðan í “Fúta­garðin”. Petur í Køkini fór við tí yngsta av manningini, Dánjal Vejhe (Heygsbóndin), á bakinum líka heim á Skálar. Dánjal var bara 15 ára gamal tá, og var illa komin á hold, sum vera man. Tá ið Petur í Køkini og Dánjal vóru komnir út til keld­ una á Bakkanum, har umleið, krambúðin vestan Tún stóð, støðg­aði Petur á og hugdi yvir á sandin. Tá sá hann, at Slang­an flaknaði í brimbrotunum; so tað var í evstu løtu, at hjálpin náddi teimum neyðstøddu. Hinir av manningini á Slanguni vóru: Hans Pauli Kjærbæk, Nellie Palli róptur. Hann var kend­ur um allar Føroyar, bæði sum skipari og sjógarpur fyri mongu brøgd síni. Bestimaður var Jens Michael Jensen. Hinir báðir vóru Danjal Johan Kjærbæk, (bróður Nellie Palla) og Palli í Mýruni. Palli var ættaður úr Øravík. Hinir vóru allir úr Porkeri. Fyri betur at lýsa, hvussu ringt veðrið var, kann her verða skoytt uppí, at brosmur og smáfiskur lógu vestur ímóti húsunum á Heyggi, og træbrúgvin, sum lá um ánna á Skørinum, aftan á ódnarveðrið lá uppi í Hamarsmýrum, meðan ein lossijakt, sum teir hjá Mortensen áttu og var fortoyað í Hvalba, lá hálvt uppi á bakkanum, har húsini “við Bakkhús” nú standa. Tá dóttir Danjals í Búðini (sum Danjal Johan Kjærbæk varð róptur) seinri giftist til Sumbiar, var Petur í Køkini júst og ferðaðist har suðuri. Tá ið Danjal frætti, at Petur var staddur har í bygdini, leitaði hann Petur upp og bjóðaði honum við í brúdleypið. Tá teir heilsaðust, kysti Danjal hin á kjálkan, so rørdur var hann, nú teir sóust aftur – fyrstu ferð síðan “Slangan” fór á land í Hvalba. Í sambandi við umrøðuna av skaðagrindini í FF-blaðnum í 2005 fekk blaðið eisini hesa frásøgnina frá Bjarna Skaalum um Petur í Køkini, sum var tann einasti, sum bjargaðist av teimum holvdu bátunum. Tá ið “Slangan” fór á land 16. februar 1900 Frásøgn um Petur í Køkini: Petur Mohr Mortensen f. 23.11 1883 Johannes Hammer f. 16.10 1912 Mortan Mortensen f. 5.10 1908 Johannes Mortensen, 26.12 1912 Hans Peter Poulsen, f. 23.11 1892