Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 24 N æsta týsdag, um viðrar, enda upptøkurnar av føroya­filminum Rannvá, sum spannski lista­mað­ urin, Miguel Hidalgo, hevur tikið upp. Filmsritið er gjørt yvir skald­søg­ una Rannvá eftir Dagmar Joensen Næs. Miguel Hidalgo hevur sjálv­ur gjørt filmsritið. Filmuin, sum hevur føroyska talu, verður klárur til fram­ sýning í mars. Rannvá hugtók meg Upp á fyrispurning um, hví Miguel Hidalgo er farin undir at gera filmin um Rannvá, sigur hann okkum, at hann sjávlur hevði ætlað at gjørt ein skemti­ligan føroyafilm, men eftir at vin­maður hansara, Jørleif Kúrberg, hevði greitt hon frá um ymisk brot úr bókini Rannvá, fór hann undir at lesa hana. – Rannvá hugtók meg, sigur Miguel Hidalgo. – Eg fór síðani vestur til Miðvágs at hitta rithøvundan til bókina og bað um loyvi at filmatisera Rannvá. Hetta fekk eg loyvi til, og í november í fjør var farið undir at taka filmin upp. Ikki fyri peningaligan vinning Upp á fyrispurning um, hvat serligur dentur verður lagdur á í filminum, sigur Miguel okkum, at tað verður einaferð soleiðis, at tá ein bók verður filmatireserað, vilja fólk ofta vera við, at bókin er betri enn filmurin. Flestu filmsfeløg hugsa serliga um peninga­ ligan vinning, og verður filmurin so­ statt hareftir. Filmurin Rannvá er ikki gjørdur til tess at fáa peningaliga vinning, men fyri at fáa eina mynd av bókini Rannvá. Upp á fyrispurning um rit­høv­ undanum dámar filmin, sigur Miguel Hidalgo okkum, at Dagmar Joensen Næs var eitt sindur ivingarsom vegna tess, at nakað í bókini verður broytt í filminum. – Eg skilji Dagmar væl í hesum, tí hon ber alsk til bók sína. Nýliga segði eg henni, hvat upprunaligu ætlan­ir­ nar vóru við filminum. Eg vóni, at henni fer at dáma filmin og vera nøgd við hann. Tónleikur eftir Sibelius Filmurin, sum er í litum, er upptikin ymsastaðni í Føroyum – serliga í Havn. Spælitíðin er meira enn tveir tímar. Tónleikurin til filmin eru verk eftir finska tónaskaldinum Sibeilus. – Framman undan upptøkuna lurtaði eg eftir fleiri løgum, men helt eg, at verk eftir Sibelius fóru at passa best til filmin um Rannvá, sigur Miguel. Gamalur stílur Upp á fyrispurning um, hvussu tað er at taka ein film upp í Føroyum, tá hendingin er langt afturi í tíðini, sigur Miguel Hidalgo okkum, at einki vist kann sigast, nær hendingin um Rannvá fer fram. afturhvarv Fyrsti føroyski spælifilmurin, Rannvá, var filmaður av spaniólanum Miguel Marín Hidalgo, og hann fór undir seinastu upptøkurnar til filmin í januar 1975. Á hesum síðum líta vit aftur á hetta frambrotið í føroyskari mentan við at endurgeva úr Sosialinum í 1975. Á næstu síðunum hava vit eisini nýggja samrøðu við spanska films­framleiðaran. Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov sosialurin 25. januar 1975: 1975 Filmurin, sum verður liðugur í mars, hevur eina spælitíð upp á meiri enn tveir tímar, føroyska talu og tónleik eftir Sibelius Gurðin kemur við stakkinum til dóttrina, ið skal til Havnar á Ólavsøku Kommandanturin á Havnar Skansa hittir Rannvu á Ólavsøku Miguel Hidalgo í samrøðu við Dagmar Joensen-Næs Samrøða Les eisini nýggju samrøðuna við spanska Miguel Hidalgo á síðu 26-28 Upptøkurnar av Føroya filminum Rannvá lidnar næsta týsdag