Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 25 – Eg havi roynt at fingið filmin í gamlan stíl, t. d. við búnum o. t. 50 fólk luttaka Eini hálvthundrað fólk luttaka í filmsupptøkuni. Upp á fyrinspurning um, hvussu Miguel dámar førosyku leiakrarnir, sigur hann okkum, at nakrir av leikarunum hava ikki staðið á palli áður. – Eg vil ikki siga, at tað er torført at arbeiða saman við teimum, men harafturímóti kundi tað av og á vera torført hjá teimum, sum hava spælt sjónleik áður at venja seg at spaæla í filmi. Góðir leikarar Leikfólkið eru partvíst vinir mínir. Eisini tók eg fólk, sum stóðu á gøtuni, sum eg helt passa til leiklutirnar, sigur Miguel Hidalgo. – Tað er at vera bilsin yvir, hvussu væl tey dugdu, sum ikki hava staðið á palli áður. Óivað eru nógvir góðir leikarar, ið kundu víst evni, um teir fingu høvi til tess. Eingin studningur Upp á fyrispurnign um stundingur er latin frá tí almenna til filmin, sigur Miguel Hidalgo, okkum at so er ikki. – Eg havi ikki ætlað mær at biðið um studning, og enn veit eg ikki við vissu, hvussu nógv filmurin kemur at kosta. Make-up Kona Miguels, Joana Hidalgo, hev­ ur gjørt make-up til leikararnar. Harnæst hevur hon eisini seymað nakr­ar av búnunum, sum nýttir vera. Leik­ar­ar­nir hava eisini sjálvir fingið til vega nakað av búnunum. – Nógv fólk hava veitt mær hjálp á ymsan, og hetta eri eg teimum takk­ samur fyri, sigur Miguel. Einsamallur um upptøkuna Miguel tekur allan filmin upp sjálvur. Felagið Kodak í Danmark framkallar. Tala og tónleikur til filmin verða sett til eftir upptøkuna. Ljóðbandið verður síðani sent niður til Onglands, har tað verður fest á filmin. Upp á fyrispurning um tað ikki er torført at seta taluna og tónleikin til filmin, sigur hann okkum, at tað er torførari at seta tónleikin til heldur enn taluna. »Besti filmurin um Rannvá« – Sjálvandi fer onkur at dáma filmin væl, meðan kanska onnur fara at hava nakað at finast at. Sjálvur haldi eg hetta kemur at vera hin besti filmurin um Rannvá. Hugsanin við filminum er at gera hann til Føroyar, og fyribils er bert ætlanin at vísa hann í Føroyum. Óvist er, um filmurin skal gerast í fleiri eintøkum, sigur Mguel Hidalgo. Miguel Hidalgo er spanióli. Hann er málningalistamaður og blað­maður. Hann hevur m. a. starv­ast við spanska blaðið Porqe. Fyri hálvum triðja ári síðani koma hann saman við konu síni til Føroya á vitjan. Teimum dámdu so væl í Føroyum, at tey vórðu ver­andi. – Hvør veit, um vit fara at búgva ævi okkara í Føroyum? sigur Miguel Hidalgo. Elin Mouritsen hevur høvuðsleiklutin sum Rannvá í filminum, sum varð tikin upp fyri júst 40 árum síðani. Miguel Hidalgo: Kommandantsfrúan troystar dóttur sína Nøkur av teimum leikandi: Finnur Johansen Elin Mouritsen Guðrið H. Nielsen Jørleif Kúrberg Róland Samuelsen Mortan A. Carlsen Anna Maria Petersen Hanna Joensen Fraser Eysturoy Ásgerð Ásgeirsdóttir Heri Haraldsen Noomi Jul Edna Joensen Fanny í Dali Flóvin Jacobsen og hundurin Tór Mynd úr filminum