Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 26 afturhvarv Eydna Skaale S paniólin Miguel Marín Hidalgo var millum fyrstu films­fram­leiðarar í Føroyum, og hesa vikuna eru tað liðin 40 ár síðani, at film­urin Rannvá, sum var fyrsti føroyski spælifilmur, var lið­ugur. Miguel og konan, Joana Benet Torras, búðu í Føroyum í næstan sjey ár, og umframt »Rannvá« gjørdi hann eisini filmin »Heystblómur«, umframt ein film um Páll Fanga. Joana stóð fyri arbeiðnum við búnum, sminku og øðrum. Tá hjúnini fluttu aftur til Spania, tóku tey filmarnar við sær, og síðani hava teir ikki verið at sæð í Føroyum. Men seinastu árini hevur Miguel gjørt eitt umfatandi arbeiði við at seta film­arnar í stand og bøta um góðsk­una. Ætlaðu ikki at steðga í Føroyum Tað var ongantíð ætlanin hjá Miguel og Joana at steðga so leingi í Føroyum, sum tey gjørdu. Ferðin til Føroya byrjaði við, at tey fóru til Íslands. Joana var við barn og hjún­ini vildu út at ferðast, áðrenn barnið kom. Á veg heimaftur til Spania skuldu tey steðga í Føroyum í nakrar dagar, áðrenn leiðin gekk aftur til gerandisdagin í Barcelona. Men meðan tey vóru her, átti Joana – nógvar vikur ov tíðliga, og móðir og barn skulu vera verandi á sjúkra­húsinum í drúgva tíð. – Hetta prógvar, at tú altíð skalt vænta tað óvæntaða, staðfestir Miguel skemtandi og fer síðani undir eina neyvari frágreiðing um, hví sponsku hjúnini vóru verandi so leingi í Føroyum, eisini eftir at barn og móður vóru útskrivað av sjúkra­ hús­inum aftur. – Tað hendi tað, at Sigurd Simonsen frá Føroya Ferðamannafelag fór at spæla sær við hugskotið, at vit kundu hjálpt Ferðamannafelagnum, í sam­bandi við, at eitt spanskt ferða­ manna­skip skuldi koma til Føroya. – Sigurd Simonsen og kona hans­ ara, Renata, funnu okkum eina lítla íbúð, har vit kundu búgva, og vit játtaðu at hjálpa til, tá ferða­manna­ skipið skuldi koma. Vit skriv­aðu fald­ arar á sponskum, vóru ferða­leið­arar og vit valdu enntá rávørur og gjørdu mat til sponsku ferðafólkini. Og so endaðu tit við at vera verandi í Føroyum í næstan sjey ár? – Ja, vit vóru verandi í knøpp sjey ár. Vit máttu sjálvandi ígjøgnum eina ávísa tilvenjing, fyri at venja okk­um við lokalu vanarnar og serliga før­ oyska hugsunarháttin, verumátan, mentan­ina og siðirnar. Men hetta var so mikið áhugavert og dámligt fyri okk­um, at vit høvdu ongan skund at fara avstað aftur. Eg fekk eitt víðari samstarv við Ferða­mannastovuna, men eg fór eisini undir at arbeiða við málningum, eins og eg áður hevði gjørt. Hugskotið til at fara at mála aftur kom, tí íbúðin hjá okkum var uppi á gallerí­num hjá Noomi Juul. Tað æt tá Gallerie Vágsbotn. Eg seldi sera nógvar málningar har, og eg gloymi heldur aldri eina sera væleydnaða søluframsýning á Hotel Hafnia. Hvussu kom so hetta skiftið frá at arbeiða við ferðafólki og listamálningum til at framleiða ein film, sum Rannvá? – Lívið í Tórshavn var róligt og hugnaligt tá á døgnum. Kanska var tað ov róligt fyri okkum... Eg hevði nakrar royndir í at gera filmar, so eg keypti eitt einfalt super 8 upp­tøkutól, skrivaði eina søgu og sann­førdi so Joana og nakrar vinir at spæla »The Room«, bara til okkara egna stuttleika. Eg veit ikki, hvussu teir frættu um tað, men Dimmalætting skrivaði eina søgu um meg, og at eg gjørdi ein film. Síðani gjørdi eg »The Puzzle«, har Joana stóð fyri tí krevjandi ar­beið­ num við sminku. Vit gjørdu filmarnar til okkum sjálvi og vinirnar. Men so hendu tvey ting: fyri tað fyrsta fekk eg tilboð um at undirvísa í filmi á Kvøldskúlanum, og eg segði ja-takk. Fyri tað næsta var tað onkur, sum skjeyt upp, at eg skuldi gjørt ein film, sum var bygdur á eina føroyska søgu, og sum var á føroyskum máli. Fleiri fólk vóru samd um, at »Rannvá« hevði verið eitt gott val, tí søgan hevði verið lisin í útvarpinum, og tað hevði verið sera væleydnað. Men hvussu fanst tú leikarar, støð at filma og hvusus loysti tú onnur slík praktisk viðurskifti annars? – Eg legði ongantíð dent á, at mínir leikarar skuldu hava nakrar leikara­ royndir. Eg leit bara fult og heilt á mína fatan av, hvussu teir ymsu leik­lutirnir skuldu síggja út, tosa og flyta seg. Tískil vóru flestu leikararnir funnir á gøtuni, í supermarknaðum, ja, allastaðni. – Afturlítandi var tað faktiskt ørt at gera »Rannvá«. Ein og hvør smart­ telefon hevur í dag eitt kamera, sum er túsund ferðir betri, enn tað super 8 upptøkutólið, sum eg nýtti. Allar films­rullur­nar máttu sendast av landinum at fram­kallast, áðrenn vit sóu, um upptøkurnar kundu brúkast, greiðir Miguel Marín Hidalgo, fyrsti films­fram­leiðari í Føroyum, frá í nýggjari samrøðu ørt at gera Miguel og Joana, av­ myndað heima hjá sær sjálvum í Barcelona. Miguel hevur gamlar smal­ filmar undir arminum. Fleiri fólk komu at hyggja at filminum tvær ferðir, og eisini fólk sum sjáldan hugdu at filmi komu at hyggja at »Rannvá« Myndir úr filminum Elin Mouritsen, sum Rannvá, og Róland Samuelsen, sáli, sum kommandanturin.