hósdagur 29. januar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
27
»Rannvá«
Sjálvandi var eg sera takksamur
fyri at kunna fáa eina so góða sjón
leikarinnu, sum Elin Mouritsen, sum
gav okkum ein so fantastiska góðan
Rannvá-leiklut.
Fraser Eysturoy og Róland
Samuelsen, sum báðir tíverri eru
farnir nú, vóru eisini gávuríkir sjón
leikarar, sum løgdust afturat liðnum.
Hinvegin hevði Finnur Johansen
ongar sjónleikaligar royndir, men í
teirri løtu, tá eg sá hann, visti eg, at
hann hevði hóskað seg framúr væl til
leiklutin, sum pápi Rannvá.
Tá tað kom til støð at filma, uttan
dura locations og so víðari, ja, so fann
eg tey onkuntíð sjálvur, og onkuntíð
var tað við ráðum og hjálp frá teim
um fólkunum, sum hjálptu mær við
filmingini.
Hvussu við høvundanum, Dagmar
Joensen Næs, hvat segði hon til, at
tú skuldi gera bókina til film?
– Elin Mouritsen og eg sjálvur fóru
at vitja Dagmar á einum heimi, har
hon búði. Hon var sera fitt og fyri
komandi, og hon var væl nøgd við
filmsætlanina – og tað gleddi hana, at
Elin skuldi verða »hennara« Rannvá.
Nógvar mánaðir seinni, so skjótt,
sum filmurin var liðugur, fóru Joana
og eg aftur á ellisheimið, har vit vístu
Dagmar Joensen Næs og hinum bú
fólkinum filmin. Tað vóru nógv tár
har tað kvøldið, og kossar, klemm og
takksom orð.
Hvussu minnist tú tilgongdina við
at gera filmin. Hvør var størsta
avbjóðingin?
– Eg má viðurkenna og takka fyri
allan tann stuðul, vit fingu. Fyrst av
øllum Hjørleif Kúrberg, sum hevði
tol til at umseta mítt enska leikrit til
føroyskt, umframt at spæla ein av
týðandi leiklutunum í filminum.
Tað tók langa tíð at gera filmin
lidnan, so vit fóru ígjøgnum næstan
allar kenslurnar – alt frá stuttleika til
ørkymlan.
Størsta avbjóðingin? Taka vit alt
projektið, sum tað er, so haldi eg ikki,
at eg tá var greiður yvir, hvussu ørt
tað var, tá samanum kom.
Eg hugdi at filminum aftur 35 ár
eftir, at hann var gjørdur, og eg skilti
ikki, at eg hevði torað at gjørt hann.
Ein og hvør núverandi smarttele
fon hevur eitt kamera við einum upp
loysingi, sum er túsund ferðir betri
enn tað super 8 tólið, eg nýtti. Eg nýtti
nærum hundrað rullur av filmi, sum
vóru 15 metrar hvør, til at filma alt,
og rullurnar máttu sendast til Keyp
mannahavnar at framkallast. Ikki
fyrr enn vit fingu tær aftur nakrar
vikur seinni, kundu vit síggja, um
upptøkurnar vóru brúkiligar: fokus,
ljós, um myndin ristist ella ikki og so
víðari.
Síðani skuldi alt redigerings
arbeiðið gerast, og vit skuldu seta
eina upptøku fyri og aðra eftir
saman. Og filmurin mátti klippast
og klistrast aftur. Filmurin hoppaði,
hvørjaferð eitt av spleisunum fór
gjøgnum projektørin, so tí máttu
eg kopiera allan filmin, tá hann var
redigeraður, fyri at sleppa undan
spleisunum – og eg mátti hava eitt
magnetiskt band fyri at fáa ljóðið
við. Tí, nei, vit kundu tá ikki upptaka
ljóðið samstundis, sum man nú kann
við eini smarttelefon ella einum
upptøkutóli í dag. Hetta kopi'ið av
øllum filminum í síni longd var gjørt
í Kalifornia, og so máttu vit taka alt
ljóðið upp aftaná: allir leikararnir
máttu hyggja at filminum og sum
frægast royna at synkronisera tal
una, meðan vit tóku upp við einum
bandupptakara. Soleiðis tóku vit alla
taluna, ljóðeffektir og tónleik upp.
Endaliga úrslitið var langt frá per
fekt, og hesum mugu tit halda mær
til góðar.
Hvørjar vóru reaktiónirnar,
tá filmurin var sýndur?
– Filmurin var sýndur ofta í Tórshavn
og aðrastaðni við. Eg varnaðist,
at fleiri fólk komu at hyggja at
filminum tvær ferðir, og eisini fólk
sum sjáldan hugdu at filmi komu at
hyggja at »Rannvá« – eisini hóast tað
merkti, at tey máttu ferðast frá eini
oyggj til aðra.
Fyri meg var hvør einasta sýning
ein fantastisk uppliving, tí - hóast vit
høvdu havt tøkniligar trupulleikar og
avbjóðingar – sá eg, hvussu áskoð
ararnir blivu burtur í filminum, og
hvussu teir blivu rørdir av tí sterka
drama'num, sum gekk fyri seg beint
fyri eygum teirra.
Tú hevur í seinastuni arbeitt við
at bøta um góðskuna av filminum.
Kanst tú í stuttum greiða frá hesum
arbeiðnum?
– Filmarnir vórðu talgildir, og
hetta gjørdi tað møguligt at bøta
góðskuna á bæði myndum og ljóði.
Ljóðið var remastrað á hægsta stigi,
og synkronoseringin millum varra
rørslur og ljóð er nú heilt neyv. Eg
haldi veruliga, at filmarnir eru í nógv
betri standi nú, enn teir nakrantíð
áður hava verið.
»Allir leikararnir máttu hyggja at
filminum og sum frægast royna at
synkronisera taluna, meðan vit tóku
upp við einum bandupptakara«
Miguel Hidalgo
»Eg hugdi at
filminum aftur 35
ár eftir, at hann
var gjørdur, og
eg skilti ikki, at
eg hevði torað at
gjørt hann«
framhald...