Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 28 »Rannvá« kemur heimaftur í summar Eydna Skaale G ongst sum ætlað, verða film­arnir hjá Hidalgo at síggja aftur í Føroyum í summ­ar. Mentamálaráðið arbeiðir fram ímóti at fáa filmarnar, sum Hildalgo gjørdi í Føroyum fyri 40 árum síðani, heimaftur til Føroya. Í tí sambandi eru Hjúnini Miguel og Joana boðin til Føroya, og ætlanin er, at hendan vitjanin skal vera í juli. Sera stóran týdning Tá Miguel og Joana búðu í Føroyum, gjørdi Miguel tríggjar føroyskar spæli­filmar. Rannvá, Heystblómur og Páll Fangi. – Vit halda tað vera sera for­kunn­ ugt at fáa høvi at síggja hesar gomlu filmarnar aftur, og vit meta tað vera av stórum týdningi, at bjóða Miguel hendanvegin. Hann var jú tann, sum gjørdi fyrstu føroysku spælifilmarnar. Hann nýtti føroyskar áhugaleikarar og filmaði alt í Føroyum, og tí er hetta ein virðismikil partur av føroysku mentanarsøguni, sigur Alda Joensen í Mentamálaráðnum. –  Miguel Hidalgo gjørdi eitt veldugt arbeiði, meðan hann var í Føroyum, og hansara filmar um før­ oyskar søgur við føroyskum leikarum eru við til at skjalfesta ein part av mentanarsøgu okkara. Innbjóðing er send Fyrireikingarnar til vitjanina eru framvegis á fyrsta stigi, og tí vilja tey í Mentamálaráðnum helst ikki lyfta slørinum ov nógv í mun til, hvat skal henda, tá sponsku hjúnini koma til Føroya í summar. Men tey vátta, at innbjóðing er send Miguel og Joanu, og ætlanin er at hava eitt hátíðarhald av onkrum slagið, tá filmarnir koma aftur til landið. Høvið skal eisini vera hjá føroy­ ingum at síggja hesar gomlu film­ar­ nar aftur. Brennandi ynski Tað hevur verið ein long tilgongd at finna fram til filmarnar, eftir at sponsku hjúnini fluttu úr Føroyum og aftur til Barcelona. Eingin visti, um teir vóru til ella um teir mundu vera horvnir. Fleiri fólk úr Føroyum hava ígjøgn­um árini verið í samband við Hidalgo, og mentamálaráðið hevur verið við í tilgongdini síðani 2010. – Tað eru nógv fólk, serliga inn­ an filmsumhvørvið í Føroyum, sum brennandi hava ynskt, at tað skuldi lata seg gera, at fáa filmarnar aftur til Føroya. Mentamálaráðið kom við í tilfgongdina relativt seint, men vit duga væl at síggja, at hetta hevur alstórt virðið fyri før­oyska mentanar­ søgu, og at ynskið, sum kemur frá fólki úr filmsumhvørvinum, um at fáa filmarnar heimaftur til Føroya, er væl grundað., sigur Alda Joensen. Av ymsum áðum hevur arbeiðið drigið út, men nú fegnast tey um, at tað sær út til at fara at eydnast at fáa bæði Miguel og Joanu, umframt film­ arnar, til Føroya aftur í summar. Miguel Marín Hidalgo váttar, at hann hevur fingið innbjóðing frá Mentamálaráðnum, um at koma til Føroya í summar, og hann váttar, at hann fer at koma til Føroya við gomlu filmunum. Hann gleðir seg at vitja aftur í Føroyum um mánaðarskifti juli/august í summar. – Um veðrið loyvir tí, leggur hann skemtandi afturat. Hidalgo gleðir seg – Hetta er ein partur av okkara mentanararvi og filmssøgu, og tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa hesar gomlu filmarnar hjá Hidalgo heimaftur til Føroya. Vit hava tískil boðið honum og konuni, Joanu, til Føroya í summar. Ætlanin er at vísa filmarnar aftur, frættir Sosialurin úr Mentamálaráðnum afturhvarv Myndirnar eru frá filminum »Páll Fangi«, sum Hidalgo eisini gjørdi meðan hann búði í Føroyum. »Páll Fangi« verður ætlandi eisini at síggja í summar. Miguel Hidalgo tekur upp