Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 29 Áki bertholdsen H etta er ein ógvuliga spennandi! Tað staðfestir Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF. Seinnapartin í gjár skrivaðu Smyril Line og MBF undir avtalu um fylgjarakort. Tað ber í sær, at fólk, sum eru soleiðis fyri at tey ikki kunnu ferðast einsamøll, sleppa nú at hava fylgja við sær við Norrønu, uttan at rinda ferðaseðil fyri fylgjaran. Smyil Line er fyrsta, privata felagið, sum ger avtalu við Meginfelag Teirra Brekaðu um fylgjarakort. Í fyrstu atløgu vara tað bara hjá ymsum almennum stovnum, at tað bar til at fáa fylgjarakort. Sostatt var fylgjarakort galdandi fyri Norðurlandahúsið, Søvn Land­ sins, Listasavnið, Tjóðpallin, Ítróttar­ samband Føroya og Strandferðsluna. Men at fylgjarakortið nú eisini verður galdandi umborð á Norrønu, halda tey í MBF er eitt rættiligt gjøg­ numbrot. Hetta er eitt mál, tey í MBF hava arbeitt við leingi, og í eini frá­ greiðing til ST í apríl um manna­ rættindini, heittu feløgini í MBF á alheimsfelagsskapin um at áleggja Lansstýrinum at tryggja, at fólk, ið bera brek, og sum hava brúk fyri at hava onkran við sær, bara skulu gjalda fyri seg sjálvi. ST staðfestir nevniliga, at fólk, ið bera brek, hava rætt at vera við í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti, og øðrum, á jøvnum føti við onnur. – Tey, sum bera brek, skulu ikki hava eyka útreiðslur av tí at tey eru soleiðis fyri, at tey mugu hava fólk við at hjálpa sær. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálar­ ligt brek og hevur einki aldursmark. – At vit hava fingið eina skipan við fylgjarum í Føroyum er eitt nýbrot á brekøkinum og tað kemur ómetaliga væl við, sigur Tóra við Keldu. Hon sigur, at arbeiðið at fáa fleiri við í hesa avtaluna um fylgjarakort, fer at halda fram, so at hon fevnir so víða sum gjørligt. Eitt, sum liggur fyri í næstum er at samráðast við kommunufelagið um at fáa eina avtalu til svimjihallir. Talan er ikki um at geva fólki við breki framíhjárætt, men at geva teimum sama rætt, sum øll hini, sigur Tóra við Keldu. Tey sum eru illa fyri skulu ikki rinda eyka Áki bertholdsen Sjálvandi eiga vit at vera við í eini skipan, sum lættir um hjá teimum, sum eru soleiðis fyri, at tey ikki kunnu ferðast einsamøll. Tað sigur Martin Dam Jacobsen, leiðari á søludeildini hjá Smyril Line. Seinnapartin í gjár skrivaðu um­ boð fyri Smyril Line og Meginfelag Teirra Brekaðu undir avtala um fylgjarakort. Sostatt verður Smyril Line fyrsta, privata felag, sum er við í avtaluni um fylgjarakort. Higartil hava tað annars bara verið almennir stovnar av ymsum slagi. Avtalan varð undirskrivað á brúnni á Norrønu og hon gevur øllum teimum, sum eru so illa fyri, at tey ikki kunnu ferðast einsamøll, rætt til at fáa ein fylgja við ókeypis. Higartil hava tey, sum eru soleiðis fyri, at tey ikki kunnu ferðast einsa­møll, men mugu hava fylgja við, verið noydd til at rinda fyri tvey. Tað hevur verið steinur oman á byrðu hjá teimum og tað hevur avmarkað møguleikarnar hjá teimum at ferðast, tí nógv av teimum eru fyritíðarpensjónistar og hava sostatt ikki serliga stórt fíggjarligt rásarrúm. Men við hesi nýggju avtaluni, kunnu tey hava fylgja við sær ókeypis, tá ið tey ferðast við Norrønu. Einasta rætta Fólk, sum eru rørslutarnað, hava ofta avlamisbil og mangan eru teir størri enn aðrir bilar, tí pláss skal vera fyri koyristóli. Av røttum kosta teir meiri at hava við sær við Norrønu, enn vanligar bilar, men Smyril Line hevur leingi givið teimum avsláttur, so at tey ikki hava rinda fyri meir enn tað, ein vanligur persónbilur kostar, og tann skipanin heldur fram. – Men vit eru fegin um at hava gjørt eina avtalu um ókeypis fylgjara, tí tað er tað einasta rætta, sigur hann. Søluleiðarin sigur, at málið má vera, at øll skulu hava javnbjóðis rætt at ferðast, eisini tey, sum bera brek av ymsum slagi, skulu hava javnbjóðis rætt til at ferðast. Hann sigur, at tey hava eina fasta mannagongd, so at rørslutarnað, sjón­veik, og onnur, sum mugu hava fylgjara við, fáa eina so góða ferð, sum gjørligt. – Tá ið ferð verður bíløgd til fólk við serligum tørvi, fær manningin boð um tað, so at tey eru til reiðar at taka ímóti teimum. Og hava tey bil við, verða teir leiddir so at teir koma at standa beint við eina lyft. Norrøna hevur eisini seks køm­ ur, sum eru serliga innrættað til rørslu­tarnað við ongum gáttum, breiðum hurð­um o.s.fr. Eitt rættiligt gjøgnumbrot Endamálið er at geva øllum javnbjóðis umstøður, sigur forkvinnan í Meginfelag Teirra brekaðu Sjálvandi eiga vit at vera við til at lætta um hjá teimum, sum ikki kunnu ferðast einsamøll, sigur leiðarin á søludeildini hjá Smyril Line Nógv spyrja Tað var á nýggjárinum, at skipanin við fylgjarakorti varð sett í verk. Tað er MBF, sum umsitur skipanina og haðani verður sagt, at tey hava fingið nógvar fyri­spurningar um fylgjara­kort. Men tað er ein ein ávís viðgerðartíð og sostatt eru ongi fylgjarakort skrivað enn, men tað verður í næstum, siga tey í MBF. – Seinnapartin í gjár varð avtalað undirskrivað umborð á Norrønu um at tey, sum ikki kunnu ferðast einsamøll, fáa nú rætt til at hava ein fylgja við, ókeypis Tað er ein sjálvsagdur mannarættur, sigur Martin Dam Joensen, søluleiðari á Smyril Line, sum her skrivar undir avtaluna saman við Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF Tíðindi