Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 30 1 Í løgtinginum skulu vit føra landspolitikk. Vit leggja fleiri og fleiri øki út til komm­ unurnar at um­sita, fyri at tað lands­polit­ iska skal fylla meiri í løgtinginum. Tí er rættast at velja landspolitikkarar úr einum landsvaldømi heldur enn lokalpolitikkarar úr fleiri lokal­valdømum. 2 Hví skulu vit einans nýta geografiska kvoter­ing? Hví skulu vit so ikki kvotera eftir kyni, alduri og útbúgving? Eg haldi, at vit skulu lata fólka­ræði ráða, og ikki kvotur. Ein maður, ið fekk fleiri atkvøður enn ein kvinna, skal ikki vrakast, tí at hann er mannfólk. Líka lítið skal ein sand­ingur, ið fekk fleiri atkvøður enn ein vágamaður, vrakast, tí at vága­maðurin skal kvoterast inn. 3 Um tú hyggur eftir, hvør er fyri einum og hvør er fyri sjey valdømum, so er tað oftast tengt at, í hvørjari skipan, tey sjálvi hava størstan møguleika at verða vald. Eg viðgangi sjálvur, at mín møguleiki at verða afturvaldur, er best tæntur við einum valdømi. 4 Er tað demokratiskt, at ein per­ són­ur verður stongdur úti frá politiskari ávirkan, tí hann er frá skeivari bygd? Við gomlu skipanini vóru vit í tí støðu, at góð fólk ikki sluppu upp í part, tí tey av tilvild komu úr skeivari bygd. Somuleiðis sluppu onkur valevni ikki upp í part, tí tey vóru úr skeivum valdømi. Eg eri, so vítt eg veit, fyrsti sambandsmaður nakran­tíð valdur úr Leirvík. Hesa ting­setuna eru vit tveir úr Leirvík og tað er ongan­tíð hent fyrr, tað hoyrir til tað sjáldsama, at vit yvirhøvur hava havt ein tinglim úr bygdini. Í gomlu valskipanini gjørdist Leirvík ov lítil í kappingini við Fuglafjørð og Runa­ vík serliga. Eftir gomlu skipan­ini var tað avgerandi, at búgva í røttu bygd. Grundalagið fyri at vinna atkvøður uttan fyri bygdina var so lítið og tí duttu ávísar bygdir altíð niður í millum í kappingini. Hann vísir á, at tað var sera vanligt, at ávísir flokkar altíð vunnu sær umboð úr somu bygd­um, ella skiftust millum tvær bygdir. Hetta gjørdi tað sera torført hjá teimum, ið komu úr skeivari bygd, at hevda seg í stríðnum um at­kvøð­ urnar. 5 Eg ivist heldur ikki í, at skipanin við einum valdømi er betri fyri kvinnuumboðanina enn ein skipan við fleiri valdømum. Í gomlu skipanini kundi tað henda, at ein kvinna, ið vildi velja eina kvinnu, ikki veruliga hevði møguleikan á tí flokslistanum, sum hon stuðlaði. Nú hevur hon frælsi til at velja eina kvinnu úr øðrum øki í land­inum, og soleiðis bæði stuðla sín­ um egna flokki og eini kvinnu. Tað sama er galdandi á øðrum økjum. Kanska ein veljari í Sandoynni ikki var nøgdur við umboðini, sum vóru upp­stillað har. Nú hevur hann frælsi at velja sítt floksumboð úr onkrum øðrum øki í landinum, kanska enntá eina kvinnu. 6 Tað ber til at vera valdur, uttan at nýta ovurhonds stórar upp­ hæddir til marknaðarføring. Við at nýta netmiðlarnar, Facebook og tíð­ inda­portalarnar, ber til at røkka víða uttan at brúka nógvar pengar. Tú kanst keypa tær eina reklamu á Face­ book fyri 30 krónur, sum røkkur 2000 fólkum. Tað er ikki vist, at øll 2000 lesa tað, tú skrivar, men tey síggja títt andlit. Til seinasta val nýtti eg 6000 krónur, so tað er ikki satt, at tú mást brúka nógvar pengar. Tað er ikki neyð­ugt at hava eina plakat í Svínoy fyri at fáa nakrar atkvøður haðani. 7 Tað eina valdømi gevur okkum betri egnaði landsstýrisfólk. Nú skulu lokal áhugamál ikki røkj­ast, tá landsstýrisfólk skulu veljast. Nú kunnu flokkarnir velja lands­stýris­ fólk eftir evnum og hegni, heldur enn at skula tryggja ávísum økjum í land­inum rættvísa umboðan. Bakgrund... orðadráttur JA! Reimund Langgaard Mynd: álvur haraldsen Skulu vit varðveita Tingfólkatalið var hækkað úr 32 upp í 33 limir, ein tinggátt var sett, ið er 1/33 partur av atkvøðunum og ein lítil broyting varð gjørd í út­ rokningar­hættinum av tillutan av tinglimum. Síðani broytingina hava tvey løg­ tingsval verið, í 2008 og í 2011. Yvir­ litið vísir samansetingina av løg­ ting­inum, býtt á gomlu val­dømini, eftir valið í 2004, 2008 og 2011. Í 2007 varð vallógin broytt. Umframt at Føroyar varð skipað í eitt valdømi, vóru tríggjar aðrar broytingar gjørdar í vallógini Lagt til rættis: danjal av rana Reimund Langgaard Leirvík Sølusamskipari hjá Føroya Tele Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin 2004-2008 2008-2011 2011-2015 Suðurstreymoy 10 13 11 Suðuroy 4 2 3 Norðoyggjar 4 5 4 Vágar 2 1 2 Eysturoy 7 9 9 Sandoy 2 1 3 Norðstreymoy 3 3 1