hósdagur 29. januar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
31
1
Eg haldi, at vit skulu fara aftur til
eina skipan við fleiri valdømum.
Vit mugu tryggja so breiða umboðan
av øllum Føroyum sum møguligt. Øll
økini eiga at vera tryggjað umboðan
í løgtinginum. Vóru Føroyar líka
væl útbygdar, sum tær eru nú, um
tað einans var eitt valdømi? Hvat
var vorðið av brúnni um streymin,
av norðskálatunlinum, av hvalbiar
tunlinum, av sandiartunlinum og
viðareiðistunlinum, um ikki út
jaðarin var so væl umboðaður í løg
tinginum? Høvdu vit havt Suðuroyar
og Klaksvíkar Sjúkrahús? Hetta eru
dømi um, hví tað er neyðugt at tryggja
lokala umboðan í landspolitikkinum.
2
Júst nú er útjaðarin væl umboð
aður í mun til miðstaðarøkið, men
hvussu leingi heldur tað á? Kann tað
ikki hugsast, at miðstaðarøkið fer at
velja meiri taktiskt framyvir, at held
ur enn at ávís valevni fáa yvir 1000
atkvøður, so fara veljararnir í mið
staðarøkinum at velja tvey umboð
við 500 atkvøðum hvør? Í miðstaðar
økinum eru so nógvir veljarar, tí
kunnu tey hugsa taktiskt. Hini økini
í landinum hava ikki fólkagrundarlag
til tess.
3
Prísurin at reka valdyst er vaksin
nógv síðani tað gjørdist eitt val
dømi. Miðstaðarøkið hevur sum heild
hægri lønir, og valevni haðani hava
tí betri møguleika at reka valdyst
enn fólk í øðru økjum av landinum.
Harumframt vísir tað seg at vera
lættari hjá fólki í miðstaðarøkinum
at gerast kend kring landið, enn hjá
Palleba og Marsannu av bygd at
gerast kend í miðstaðarøkinum. So
meðan miðstaðarumboðini kappast
um atkvøður um alt landið, so hava
mong av hinum valevnunum so gott
sum ongan møguleika at kappast um
atkvøðurnar í miðstaðarøkinum. Eg
eri stórliga bangin fyri, at tað fyrst
og fremst vera tey vælbjargaðu, ið
verða valdi inn á løgting, tí tey hava
best møguleika at marknaðarføra seg
sjálvi.
4
Tá miðstaðarøkið hevur vunnið
sær meiriluta í løgtinginum um
nøkur valskeið, heldur tú, tey tá fara
at broyta valskipanina fyri at tryggja
størri lokala umboðan? Eg vænti, at
tá vendist ikki aftur, tí tey eru fá, ið
atkvøða seg sjálvi til hús.
5
Nú eru so nógvir, ið alla tíðina
føra seg fram, júst tí at kappingin
er so hørð, og tí teir kunnu fáa at
kvøður um alt landið. Fyrr vóru
politikkararnir nærri við á ein hátt. Í
Norðoyggjum vistu øll, hvør Anfinn
Kallsberg var. Hann gekk í millum
okkum, og vardi okkara áhugamál.
Nú skulu politikkarar úr øðrum
økjum eisini vísa seg og royna eftir
atkvøðum her norðuri, og elvir tað til
meiri rumbul í tingarbeiðinum.
6
Eg vænti ikki, at tað, at fara
aftur til fleiri valdømi, fer at
ávirka kvinnuumboðanina. Rákið á
tí økinum gongur rætta
vegin, og vit síggja í
kommunustýrum kring
landið, at kvinnuum
boðanin veksur. Í Klaks
vík eru vit nærum helming
urin konufólk í býráðnum, og
eg vænti, at í einum løgtings
vali høvdu fólk atkvøtt nærum
tað sama, sum á býráðsvali. Vit
mugu tó áhaldandi eggja konu
fólkum at stilla upp og at velja
aðrar kvinnur.
7
Øll eru meira ella minni
lokal, eisini umboðini fyri mið
staðarøkið. Stórar upphæddir
verða játtaðar til miðstaðarøkið, til
Landssjúkrahúsið og Marknagils
depilin, til dømis, men einans tá
eitt sindur verður játtað uttanfyri
miðstaðarøkið, verður tosað um
lokalpolitikk. 300 milliónir verða
játtaðar til útbygging av Landssjúkra
húsinum og upprunaliga 15 milliónir
til Klaksvíkar sjúkrahús, men kortini
eru ákærurnar um lokalpolitikk at
hoyra, meðan onnur tosa um heldur
at niðurleggja sjúkrahúsið her
norðuri. Tað er ein sannroynd, at
neyðugt er allatíðina at stríðast
fyri útjaðaranum, og tí má
hann eisini verða umboð
aður í landspolitikkinum.
nei!
Elsebeth
Mercedis
Gunnleygsdóttur
Klaksvík
Løgreglukvinna
Løgtingskvinna
fyri Fólkaflokkin
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur
Mynd: Eydbii myndir
eitt valdømi? Ja ella nei
Seinastu tíðina hevur Norðlýsið
varpað ljós á spurningin við at spyrja
løgtingsfólk, hvør teirra støða er.
Sambært Norðlýsinum er meirilutin
av teimum, sum hava svarað, fyri,
at sleppa av við verandi skipan.
Høvuðsgrundgevingarnar fyri at fara aftur
til fleiri valdømi eru, at verandi valskipan
riggar ov illa og tryggjar ikki lokala umboðan.
Onnur vilja vera við, at eina valdømi førir til,
at politikkarar reka meiri lokalpolitikk nú enn
áður og leggja størri dent á at føra seg sjálvar
framm enn flokkin og politikk tess.
Onnur vilja vera við, at síðani broytingina, er
tað vorðið nógv dýrari at stilla upp og reka
valdyst.
Longu í 2010 legði formansskapurin fram eitt
broytingaruppskot um at fara aftur til fleiri
valdømi, nú fimm. Hetta førdi til, at ikki færri
enn fýra uppskot vóru løgd fyri tingið, millum
annað eitt, ið vildi tryggjað konufólkum
størri umboðan. Tó so, val kom í 2011 og tá
datt mesta prátið um at broyta valskipanina
burtur aftur. Inntil nú, tá val aftur stundar til.