hósdagur 29. januar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
38
ítróttur
Tróndur Arge
V
ÍF er í steypafinaluni hjá
monnum, eftir at teir
vunnu heili 32-23 á Kyndil
í seinnu hálvfinaluni. Tað
gekk javnt á í tríggjar hálvleikir, men
so knekkaði Kyndil. Fyrra hálvfinalan
endaði 23-23, og støðan í hálvleikinum
í seinnu hálvfinaluni var 15-14 til VÍF.
Støðan í seinna hálvleiki bleiv 17-9 til
vestmenningar.
– Alt kollapsar bara. Eg dugi ikki at
seta orð á tað, men einki riggar í seinna
hálvleiki. Vit halda ikki avtalurnar og
fáa ikki mál, sigur David Edvardsen,
sum bleiv toppskjútti hjá Kyndli við
seks málum.
David Edvardsen hevur verið ein
av týdningarmiklastu spælarunum
Kyndil. Serliga í álopsspælinum hev
ur hann verið maðurin, sum Kyndil
hevur sett sítt álit á. Hann byrjaði
dystin væl, men eins og restin av
liðnum, so fall hann í einki í seinna
hálvleiki.
Tóki dagsins hetja
VÍF tók av møguleikanum, tá Kyndil
knekkaði. Vestmenningar spældu
ikki besta dystin, men teir revsaðu
Kyndil, har tað av sonnum merkist.
Teir fingu mál upp á møguleikarnar,
meðan Tóki Seloy tók sær av tí mesta
í VÍF málinum.
– Tóku gjørdi sítt lívsins innhopp,
sigur Ingi Olsen, venjari hjá VÍF.
Tað sást í andlitinum á spæl
arunum hjá Kyndli, at fyri hvørt
álop teir ikki fingu mál, so minkaði
trúgvin upp á at koma í finaluna.
Teir fóru frá at spæla seg til
møguleikar í fyrra hálvleiki, til at
royna seg við einmansavrikum. Tað
eydnaðist ikki, og so hevði Tóki Seloy
munin, tá skotini komu. Munurin
vaks so skjótt, at tað tíðloga gjørdist
greitt, at Kyndil mátti taka time-out.
Tað gjørdu teir, men einki hjálpti.
Verandi steypavinnararnar stutt
og greitt knekkaðu og kollapsaðu í
høllini í Vestmanna.
Niklas og Tóki munurin
Um hugt verður eftir málskjúttunum
hjá VÍF, so sæst at talan er um fleiri
málskjúttar, ið deilast um at skjóta
málini. Filip Jocic skoraði sjey, meðan
Áki Egilsnes og Mads Eriksen skoraðu
seks. Samanlagt skoraði níggju
ymiskir spælarar fyri vestmenningar,
og seks av teimum skoraði trý ella
fleiri.
Sæð yvir báðar dystirnar, so
spældu málverjararnar, Niklas
Simonsen og Tóki Seloy, ein stóran
leiklut í finaluplássinum hjá VÍF.
Í fyrra dystinum var tað Niklas
Simonsen, sum stóð fyri góða spæl
inum, meðan Tóki Seloy spældi
framúr til seinna dystin.
– Tóki og Niklas eru uppvaksnir
saman og bara eitt ár skilur teir. Tóki
hevur altíð verið ein góður málverji,
meðan Niklas hevur ment seg ótrú
Upp á 30
minuttir fór
Kyndil frá,
at spæla um
at koma í
steypafinaluna,
til at skjóta
fýra mál upp
á 23 minuttir.
Tóki Seloy bleiv
hetjan fyri VÍF,
tá hann bleiv
innskiftur í
málið og tók alt
Kyndil kne