hósdagur 29. januar 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. januar 2015
sosialurin 12
39
KVÍF – Kyndil 32-23 (15-14)
VÍF: Filip Jocic 7, Mads Eriksen 6, Áki Egilsnes 6, Agnar Joensen 4, Julian Olsen 3, Andrias Eriksen
3, Teis H. Rasmussen 1, Jón Muller 1 og Hanus Christophersen 1
Kyndil: David Edvardsen 6, Andrias B. Sólsker 4, Julian Johansen 3, Finnur Hansson 3, Birgir
Poulsen 2, Eirikur Simonsen 2, Thorvald Abrahamsen 1, Ludvík Súnason 1,
Rógvi Dal-Christiansen 1
Samanlagt: VÍF – Kyndil 55-46
kkaði
liga nógv. Teir stuðla hvørjum væl.
Seinast stóð Niklas ein góðan dyst, og
tað hevur hann gjørt í longri tíð. Tóki
hevur bíðað eftir sínum møguleika,
og hann tók av, sigur Ingi Olsen og
leggur afturat;
– Tóki visti hvat hann skuldi gera.
Hann hevði fyrireika seg, so hann veit
hvat hann skal gera í mun til verjuna.
Tað er ikki altíð tað er nokk, tí onkrar
ferðir komu teir púra leysir. Tá er
talan um instinkt, sigur Ingi Olsen,
sum sjálvandi gleðir seg til finaluna,
sum veður móti Neistanum
Tróndur Arge
Neistin vann mikukvøldið 20-
18 á H71 í seinnu hálvfinaluni í
steypakappingini hjá monnum.
Sostatt er Neistin víðari við sam
anlagdum sigri á 42-40.
Tað standa ongar strikur
aftanfyri navnið, Mikkjal Hansen,
á dómaraseðlinum. Málskjúttarnir
fáa eina fyri hvørt málið teir
skjóta, men málverjarnir fáa ikki
eina fyri hvørja bjarging. Tí fáa
málverjarnir nokk heldur ikki
altíð tað rós, teir hava uppiborið
eftir hvønn dyst.
Hinvegin, so gongur orðið
skjótt, tá ein málverji er í serflokki.
Soleiðis er eisin við Mikkjali
Hansen, sum hevur spælt tvær
fantastiskar hálvfinalur fyri
Neistan móti H71. Spældi hann
væl í fyrr hálvfinaluni, so spældi
hann upp aftur betri í høllini í
Hoyvík mikukvøldið.
Sjálvt um hoyvíkingarnir vóru
púra leysir upp til fleiri ferðir, so
stóð múrunin, Mikkjal, fyri.
18 mál til Hoyvíkingar
H71 megnaði bara at fáa 18
mál í seinnu hálvfinaluni móti
Neistanum. Hetta er ikki nógv og
sigur eitt sindur um avrikið hjá
Mikkjali Hansen í málinum hjá
teimum bláu.
– Eg veit ikki hvat hendir. Vit
fáa ikki mál upp á okkara møgu
leikar og Mikkjal Hansen spælir
væl. Tá vit ikki skora, so kunnu
vit ikki vinna, sigur Hilmar Leon
Jakobsen hjá H71 og endurtekur
boðini.
– Munurin í dag er, at vit skora
ikki upp á okkara møguleikar og
at Mikkjal Hansen stendur væl,
er staðfestingini frá einum vón
brotnum Hilmar Leon Jakobsen.
Fyrri dysturin endaði við 22-22
á Hálsi, og tí høvdu tvey mál verið
nokk fyri H71.
Fyrsta finalan fyri
endurbygda Neistan
Neistin hevur í trý ár við Áki Mørk
á odda, bygt upp av nýggjum.
Fleiri ungir spælarar eru komnir
til og nú sleppur liðið veruliga at
royna seg.
– Hetta er besta kenslan í heim
inum. Hetta er fyrstu ferð, at eg
sleppi at spæla eina steypafinalu,
sigur Rói Berg Hansen, sum
skoraði fimm mál fyri Neistan.
– Umstøðurnar vóru fantastis
kar við eini fullari høll frá byrjan.
Eg hoyrdi næstan bara okkarar
áskoðarar og teir gjørdu mun,
sigur Rói Berg Hansen.
– Vit vóru uppsettir frá byrjan
og koma á odda 9-4. Teir eru
ongantíð á odda í dystinum, men
vit lova teimum inn í dyst við
feilum og brendum møguleikum,
sigur Rói Berg Hansen, sum
heldur, at H71 undirmetti Neistan
undan dystinum.
Neistin ætlar sær ikki at í
finaluna fyri at tapa, eru seinastu
orðini frá Róa Berg Hansen.
Neistin stendur nú fyri síni
størstu avbjóðing, síðani Áki Mørk
átók sær venjaraleiklutin og fór í
holt við at endurbyggja Neistan.
trondur@sosialurin.fo
Múrurin
Mikkjal
Hann er í hesum døgum besti
málverjin í føroyskum hondbólti.
Mikkjal Hansen hevur staðið tveir
branddystir fyri Neistan. Tað er
serliga honum at takka, at Neistin
er komið í steypafinaluna
H71 – Neistin 18-20 (9-10)
H71: Mark L. Marcher 9, Rúni V. Højgaard 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Pætur Thomsen 1,
Sigmundur Dahl 1, Jesper Pedersen 1
Neistin: Tommy Fletcher 5, Rói Berg Hansen 5, Andras Joensen 4, Jugoslva Djumic 3,
Sjúrður Thomsen 2, Hjalti í Jákupsstovu 1
Samanlagt: H71 – Neistin 40-42