Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. januar 2015 sosialurin 12 40 F øroyingar lata ESingum stóra neyð­hjálp hvørt einasta ár, uttan at hugsa so nógv um tað og enn minni reypa av tí og brúka tað móti ES, tá ES boykottar okkum, tó ikki neyðhjálpina. Hana vilja tey í ES fegin hava. Men fyrst: pengar eru ikki alt. Ein av hesum elligomlu lygnunum, sum er søgd so ofta, at hon langt síðani er vorðin heilagur sannleiki. Pengar geva onga eydnu. Tey, sum eiga nógvar pengar, eru ikki lukku­lig. Tey, sum ongar eiga, eru ikki ólukku­lig. Men pengar kunnu ikki brúk­ ast í grøvini. Og í Himmi­ríki spekulera tey í øðrum enn valuta. Ikki tí, at allir speku­ lantarnir eru í hin­um staðnum, men tí peng­ar eru, sum sagt, ikki alt. Tí er tað løgið, at fólk standa í longum hala fyri at fáa pengar frá øðrum. Tá vit ferðast í øðrum londum, fáa vit at vita, at vit eiga at geva drykkju­pening. Leggja teir und­ir kodd­an í kamarinum, ikki á borð­ið, tí tá tekur eftir­lits­konan teir. Hon er í kamarin­um, áðrenn vaskikonan kemur. Vit fáa at vita, at løn­in hjá teim­um, sum ar­ beiða í gist­ingar­hús­ um, matstovum, øl­stovum og ø ð r u m veit­ingar­stov­um, er so vánalig, at drykkju­pengarnir geva teimum margarin á breyðið og salt á eggið og pappvín afturvið. Tað átti at verið ein spurningur millum teirra og fakfeløg teirra ella myndugleikar og politikarar teirra. Fakfeløg eru ikki í øllum londum. Og í øllum londum hava politikarar onnur og annað at hugsa um og hjúkla um enn proletararnar. Men vit, turistarnir, eiga so nógvar pengar, at tað er okkara skylda at geva fólki í øðrum londum lønarhækking. Onkra staðni er tænastan so góð, at fyri at hjálpa turistunum, so tey ikki skulu stríðast við at rokna, hvussu nógv, tíggju prosent eru av rokningini - eftir eina góða máltíð rennur blóðið í búkin, so einki er eftir í høvdinum – er tænastan so góð, at har eru drykkjupengarnir við í rokningini. Og so vænta tey sjálvandi harafturat drykkjupening omaná. Vit kunnu siga, at drykkjupengar eru neyðhjálp. Tí lata vit føroyingar ESingum neyðhjálp til lønartrælir og trælahaldarar. Pengar eru ikki alt, gamaní. Men nógv vilja hava pengarnar hjá teimum, sum eiga pengar. Neyðhjálp til allan heimin. Og biddaragongdin her heima hjá okk­um, innsavningar, talvan gongur til frama fyri You name it. Gravgangur er eisini eftir peng­ unum, landið og kommunurnar taka frá okkum í sínum innsavningum. Gleðiligt, at teir fara ikki til spillis. Tak er kun et fattigt ord, sang danskarin. Fátækt ella ikki, orðið takk er við í øllum orðabókunum, sum einki kosta. Hoyrdi eg foreldrini siga takk? Ein blæa kostar tað sama sum fjórðings orðabók. Land og komm­unur, hvar eru tit? Og tey gomlu keða seg. Ein funnin pengafressur í landskassanum. Tey gomlu brúktu øll síni bestu ár, so børnini ikki keddu seg. Hvar eru børnini nú? Tey hava úr at gera, so teirra børn ikki keða seg. Tað almenna situr við gamlaperi. Krav av feysbukkuni: nakrar milli­ ónir til at undirhalda tey gomlu. Skulu vit lata til alt og øll, sum vilja hava okkara pengar, hvør skal so hjálpa okkum, tá vit einki hava eftir og fara at keða okkum í hel í deyðans túni? Ein ung kvinna, sum var vorðin heilt illa fyri av rúsevnum, ætlaði at beina fyri sær. Sum hon so væl segði, hon vildi heldur eitt annað helviti enn tað, hon var í. Eg spyrji meg sjálvan hvønn dag, er okkurt annað helviti, sum er frægari enn januar í Føroyum? Og eitt valdømi ella sjey? Tað er sterkari og betri demokrati, at norðoyingar bara sleppa at velja norðoyingar í Norðoyggjum og ikki norðoyingar í Havn ella á Tvøroyri. Eitt ella sjey? Nei, einki valdømi. Neyðhjálp til ESingar Jana Ejdesgaard Thomsen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Mynd: heinesen myndir Yrki: Stjóri í Faroefitness Bústaður: Argir Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Segði altíð, at eg vildi vera »forrætningskvinna«. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At kvinnur og menn ikki hugsa eins og tískil respektera, at vit eru ymisk. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin? – Haldi at børn skulu sleppa at vera børn, og tí er tað upp til okkum vaksnu at geva rammurnar, so børnini styrkjast og mennast til at gerast nóg sjálvstøðug at taka ábygdina, tá tey koma hartil. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Havi so nógvar dreymar, men tveir dreymar, sum hava týdning fyri meg í gerandisdegnum og sum eg havi gjørt til veruleika, er, at eg havi fingið míni egnu hús og mína egnu fyritøku. Um eg tordi, so hevði eg: – Latið eina Rawfood café upp. Eitt lekkurt og innbjóðandi matstað, har man kundi keypt sunnan Rawfood og frískpressað grønmetisjuice. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um fólk vóru meira erlig, og um vit, hvørja ferð vit lótu munnin upp, hugsaðu um at lata góð orð út. Og ikki siga nakað óneyðugt ella til ampa fyri nakran. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá dótturin, sum hevur búð í Danmark seinastu sjey árini, segði við meg nú á jólum: Eg elski Føroyar og havi gjørt av at flyta heim nú. Tað seinasta, tú hevur lært, er at: – Tað er stuttligt at blíva omma, og at tað hevur loyst seg at arbeiða 60 – 80 tímar um vikuna, tí nú síggjast úrslitini aftur í vælnøgdum viðskiftafólki. Tað vekir mín áhuga uppaftur meiri fyri tí sunna lívsstílinum. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú: – Ikki nái alt tað, sum eg havi sett mær fyri. Enda setningin: Føroyingar burdu ... ... Verið glaðir fyri at liva í einum landi, har tað er lítil og ongin kriminali­ tetur og aðrir ræðuleikar, sum eru nógvastaðni í heiminum. Men vit burdu eisini gjørt tað »attraktivt« hjá útisetum at flyta aftur til Føroya. Og kanska gjørt meiri fyri, at fólkið, sum býr her, skal trívast. baksíðan