Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan Arge Kjak s11 Óført, Sølvá í Kirkjubø Bjørghild Djurhuus Kjak s14 Skúla­ tilb­oðið Lopfjølin – Um vit nú fingu at vita, at onku­ staðni uppi í Hoyvíkshaganum ligg­ur gull fyri 10 milliardir krónur. Hvat hevði landsstýrið so gjørt fyri at fingið fatur á hesum ríkidømi? Jú, landsstýrið hevði sett sum treyt, at bara tey í sum framm­an­ und­an eiga eina gravkúgv sleppa at grava. Eingin annar. Siga vit so, at tað eru 10 mans, sum eiga eina gravkúgv, sum lands­ stýr­ið kann góðkenna, so sleppa teir at grava eftir gullinum og sleppa at eiga tað. Eina milliard krónur í part. Soleiðis lýsir Kári Petersen, bú­ skap­ar­frøð­ing­ur, støðuna, sum í dag vald­ar í uppsjóvarvinnuni, har sit­ andi politiski meiriluti hevur gjørt at, at landsstýrismaðurin í fiski­ vinn­u­mál­um, Jacob Vestergaard, skal gera av, hvør sleppur at fiska mak­rel – og at tað bara eru tey, sum í dag eiga vinnutólini, sum sleppa upp í part. Serliga uppsjóvarflotin hevur tjent nógvar pengar, síðani makr­ el­fisk­i­skap­urin fór at vaksa í 2010 – og tað hetta, sum er evni í fyrstu send­ing av trimum í sjónvarpinum hjá Kring­varp­inum í kvøld, »Lands­ stýr­is­út­nevnd­ir milliardingar«, sum verð­ur send efitr Deg og Viku í kvøld. Umframt at lýsa sambond mill­ um pol­i­tikarar og vinnulívsfólk, so verð­ur eisini komið inn á korrup­ ti­ón, og hvussu nógvar pengar ein lands­stýrismaður gevur nøkrum fá­um familjum í Føroyum. Sambært sendingini so eru tað 10 fam­iljur í Føroyum, sum eiga størstu virðini í uppsjóvarvinnuni. Síðani 2010 eru hesar familjur í mið­ al vorðn­ar 72 milliónir ríkari hvør hesa tíðina. Búskaparráðið hevur roknað seg fram til, at tilfeingisrentan – sum er tað ó­normala virði, ella tað virðið, sum vinn­an eins væl kundi klárað seg fyri­uttan – er um 500 milliónir kón­ur um árið. Hetta eru pengar, sum land­ið kundi havt fingið inn frá vinn­uni, uttan at vinnan á nakran hátt kom í vanda. Yvirskotini høvdu ver­ið eitt sind­ur minni, risastóru mann­ing­a­hýr­urnar høvdu verið eitt sind­ur minni, og afturgjaldstíðin til lán upp á skipini skipini hevði ver­ið eitt sindur longri – ella meira norm­ al. Nú verður smíðað – og jarnið er heitt. Finnast skal fram til, hvussu vit skulu skipa fiskivinnuna í fram­ tíð­ini. Samgongan tyk­ist ikki hava hug til stórar broytingar – men tos­ ar um breiða semju. Sum nú økist ójavnin í Føroyum við rúkndi ferð, tí landsstýrið ríkar nakr­ar fáa familjur, sum skjótt hava alt vald og allar pengarnar í Før­oy­ um. 72 mió til 10 familjur Tað má sigast at vera lítil stirð­il í monnum – ráðandi monn­um, sum vilja tiga eitt mál í hel. Bæði løgmaður og Jac­ob Vestergaard, lands­stýr­is­ mað­ur í fiskivinnumálum, hava nokt­að at úttalað seg til Kring­varp­ið í sam­bandi við send­ingina »Lands­stýr­ is­út­nevnd­ir milliardingar«, har Kring­varpið lýsir, hvussu løg­mað­ur og Vestergaard og stuðlar teirra í Miðflokkinum, Sam­bandsflokkinum og Fólk­ a­flokkinum – sum hev­ur alt vald á hinum báðum – hava giv­ið 10 føroyskum fam­ilj­ um fleiri hundrað milliónir krón­ur. Ójavnin í Føroyum økist við rúk­andi ferð. Vald og peng­ar verða misavnað. Lands­stýrið kláraði upp á rek­ord­tíð at veita teimum hægru inntøkunum skatt­a­ lætta. Men tá tað snýr seg um at hjálpa teimum við lægru inn­tøk­u­num, so kappast sam­gong­u­menn at koma við undanførslum um, at einki ber til. Enda­málið tykist greitt: Tað skal legaliserast at geva teimum sum eiga. Soleiðis er eisini við virð­ u­num í havinum. Tað tykist vera eitt greitt endamál hjá lands­stýrinum, at nakrar fam­ilj­ur í Føroyum skulu sleppa at eiga hesi virðini frammíhjá. Búskaparráðið – sett av fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­a­num – hevur roknað út, at til­feing­ is­rent­an er um hálva millard um ár­ið. »Tilfeingisrenta« er tann ó­nor­mala inntøkan, sum í hes­um føri reiðarí hava, tí tey fáa veið­i­rættindi framíhjá og ó­keypis. Men bæði Jacob Vest­er­ gaard og Kaj Leo Holm Jo­ hannesen halda, at um teir nokta at úttala seg í send­ing­ ini, so »verður skaðin ikki so stórur«. Støða teirra er ófólkalig, ó­dem­o­kratisk og ikki minst er hetta heilt út av lagi arr­ o­gant. Hetta vísir tveir mans, sum halda seg vera fólksins harrar – og sum hava gloymt, at teir eru fólksins tænarar! Løgmaður og Vestergaard vilja einki siga við Kringvarpið Tey, sum hava, fáa meira Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Mánadagin seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið. mikudagin mánadagin týsdagin 8-13 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s Týsdagin: Gul til stívt andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum 0 og +3 stig. Mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og regn av og á. Hitin millum 4 og 7 stig. Hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin frískur vindur av útsyningi, fríggjadagin upp í ein strúk. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 9 stig.