mánadagur 2. februar 2015síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Myndir: Marni Abrahamsen
Í seinastu viku kom ein
lesari okkara fram á hendan
sjúkrabilin
í
Saltangará.
Bilurin er komin koyrandi
inn
eftir
Skálafjørðinum
og er so komin illa fyri.
Komin
til
Elim,
hevur
bilførarin mist tamarhaldið
á sjúkrabilinum og rent á
grótgarðin omanfyri vegin.
Sjálvur grótgarðurin hevur
ikki fingið stórvegis skaða,
men ein brandpostur framvið
vegnum er trumlaður niður
av sjúkrabilinum. Líkt er til,
at bilurin hevur havt nógva
ferð, tí langt er frá, har fyrstu
vrakpettini liggja, til har bil
urin er steðgaður.
Sum sæst á myndunum,
hevur sjúkrabilurin fingið
stóran skaða og bilur frá
Tórshavnar sløkkilið mátti
koma eftir bilinum.
Jákup Nolsøe, leiðari á
sjúkraflutningstænastuni á
Landssjúkrahúsinum sigur,
at óhappið hendi orsaka av at
nógv av vætu var á vegnum,
so bilførarin upplivdi tað, ið
ofta verður rópt aquaplaning.
Hetta er, at eitt lag av vætu
legst millum vegin og dekkið,
ið ger, at bilførarin missir
tamarhaldið á bilinum.
Jákup
Nolsøe
greiðir
frá, at eingin sjúklingur var
í bilinum og annars kom
eingin til skaða. Tó er sjúkra
bilurin illa farin.
– Vit gera 6.400 túrar ár
liga, og hesaferð hendi eitt
óhapp. Tað er sjáldsamt
at ein av okkara bilum er í
slíkum óhappi, og vit gleðast
um, at eingin kom til skaða.
Jákup Nolsøe sigur, at hetta
fær væntandi ikki at darva
sjúkraflutningstænastuna
annars.
– Vit hava níggju bilar til
økið, ið vit varða av, sum eru
Eysturoy, Sandoy, Vágarnar
og Streymoy. At vit hava ein
bil minni eina tíð, er sjálvandi
ein avbjóðing, men eg vænti
ikki, sjúklingarnir fara at
merkja
nnakað
til
tess,
sigur Jákup Nolsøe, leiðari á
sjúkraflutningstænastuni á
Landssjúkrahúsinum.
Tá Miðlahúsið ringdi á
løgreglustøðina, høvdu tey
onga fráboðan fingið um
óhappið.
– Tað passar, at vit ikki
hava boðað løgregluni frá. Í
hesum førinum var einans
talan um skaða á bilin, og
tí mettu vit ikki, at tað var
neyðugt at boða løgregluni
frá, sigur Jákup Nolsøe.
Vakthavandi á løgreglu
støðini vil ikki gera viðmerk
ingar til júst hetta málið, tað
kennir hon sum vera man
einki til, men sigur, at ein
einans hevur fráboðanar
skyldu, um onkur er komin
til skaða, ella ein hevur volt
skaða á ogn annara. So er
spurningurin, um ikki skaðin
á handan brandpostin átti at
verið fráboðaður.
Sjúkrabilur í ógvusligum óhappi
Flotin hjá sjúkraflutningstænastuni skerdur, eftir at ein sjúkrabilur hevur verið í ógvusligum óhappi í Søldarfirði.