Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 familjur 72 milliónir ríkari upp á trý ár Tað eru 10 familjur í Føroyum, sum eiga í reiðaríunum í nótavinnuni. Umvegis eginpeningin í feløgunum vaks ognin hjá hvørjari av hesum familjum við 72 milliónum krónum í miðal frá 2010 til 2013 Eirikur Lindenskov Ríkidømi í Føroyum verð­ ur miðsavnað. Og við ríki­ døm­inum miðsavnast eisini valdið. Pengar geva vald, og tá privatar føroyskar fyri­ tøkur hava so stórt vald, at tær kunnu hótta landið við at selja síni aktiv – sum tey hava fingið forerandi fyri einki frá landinum – til út­ lendingar, um landsstýrið ikki aktar privata vinnulívið, so er valdsbýtið skeivklað. Tað er ein av niður­støð­ un­um í sendingini »Lands­ stýris­útnevndir milli­ard­ ing­ar«, sum verður send í sjón­varpinum hjá Kring­varp­ inum. Sosialurin er sloppin at síggja sendingina, sum verður send eftir Deg og Viku í kvøld. Sendingin byrjar við fundi í Fiskimálaráðnum. Hetta er fundurin hjá politiska fylgi­ bólkinum, sum skal finna útav, hvussu vit skipa fiski­v­ innuna eftir 2018, tá øll fiski­ loyvi fara úr gildi. Í fylgibólkinum hjá sam­ gonguni eru nakrir menn. Eing­in kvinna og eingin ser­frøðingur. Men nakrir politik­arar. Talan er um nakrar menn, sum hava tætt tilknýti til ymisk reiðarí í Føroyum, vísir sendingin á: Jacob Vestergaard eigur ein son, sum siglir við skipi hjá Varðanum í Gøtu. Alfred Olsen er pái reið­ aran Jóhannus Martin Olsen og pápabeiggi formannin í Reiðarafelagnum, Alfred Olsen. Jákup Mikkelsen er svágur og gamal samstarsfelagi hjá Hanusi Hansen, reiðara í Klaksvík. Bill Justinussen er beiggi reiðaran Ludvík við Stein. Sendigin vísir á, at tað eru stór virði, sum eru til umrøðu á hesum fundi, har hesir menn skulu finna út av, hvør skal fáa burtur av køkuni: Hóast Føroyar eru eitt lítið land, so eru Føroyar lutfalsliga av ríkastu londum, tá tað kemur til havtilfeingi. Føroyar fiska umleið 1 av hvørjum 160 tonsum, sum verður fiskað í heiminum hvørt ár. Og tí er stór kapp­ ing um at koma fram at ríki­ døminum, sum Føroyar ráða yvir. Samráðingarnar hjá fylgi­ bólkinum eru tí sam­ráð­ ingarnar um, hvussu eitt av heimsins størstu ríkidømum skal býtast. Hvør skal fáa, og eftir hvørjum treytum. Sendingin vísir m. a. á, at sambært Hagstovuni vaks hallið hjá landskassanum 1,3 millirdir krónur fyrstu fýra árini eftir, at Føroyar ásettu sær eina størri makrelkvotu. Sama tíðarskeið vuksu ognirnar hjá teimu trimum reiðaríunum í nótaflotanm 1,2 milliardir krónur. Sambært almennu rokn­ skapunum eiga 10 familjur í Føroyum í reiðaríunum í nótavinnuni. Umvegis eginpeningin í reiðaríunum gjørdist hvør av hesu familjum í miðal 72 milliónir krónur ríkari frá 2010 til 2013. Tað verður mett, at 2014 verður besta árið higartil hjá nótaflotanum. Enn eru tølini ikki enda­ liga uppgjørd, men mann­ ingarpartarnir hjá nóta­ skipunum vóru millum 950.000 krónur og 2,3 milli­ ón­ir krónur í 2014. landsútnevndir milliardingar Her í Fiskimálaráðnum verða stórar avgerðir tikinar. Eisini avgerðir, sum gera nakrar fáar útvaldar av okkara landsmonnum til milliardingar. Sjónvarpið vísir í kvøld fyrsta part av sendingini »Landsútnevndir milliardingar«