Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 landsútnevndir milliardingar Eirikur Lindenskov – Tá vit hava møguleika at fáa nógvar pengar – um 600 milli­ónir krónur um árið, við at selja á eini uppboðssølu, so er tað púra skeivt út frá einum búskaparligum sjón­ ar­miði ikki at gera tað. Tað sigur Kári Petersen, bús­kaparfrøðingur í send­ ingini »Landsstýrisútnevndir milliardingar«, sum sjónvarp­ ið sendir í kvøld. Hann vísir á, at feløg sum áttu nótaskip fingu loyvini. Feløg sum seldu fyri yvir 100 mio sluppu at selja fyri 100 mio afturat. – Ber tað ikki til at gera gjøgnumskygar reglar, spyr búskaparfrøðingurin og svar­ar sjálvur: – Jú, tað ber til, men tað er ikki tað, sum politikarar vilja. Teir vilja heldur hava eina skipan, sum vísir, at teir gera nakað fyri valdømið ella bygdina ella onkran annan, sum teir vilja lívga. Tað gevur politikarunum vald og møguleika at keypa sær atkvøður við tí – alt eftir hvussu teir fordeila fiski­ vinnuríkidømið á nøkur fá, sigur Kári Petersen. – Tað sum hendir, tá man gevur so stór ekslusiv rættindi til nøkur fólk, sum kunnu geva so ræðuliga stór yvirskot ár eftir ár er tað, at so hevur man eina ski­p­an, har man hevur lands­stýris­ út­nevndar milliardingar, vís­ir hann á. – Um eini 4-5 ár koma teir at eiga einar 2,5 - 3 milliardir. Teir kunnu keypa næstan alt tað føroyska vinnulívið. Teir kunnu taka næstan allar avgerðir í føroyska vinnu­ lívinum. Allar íløgur fara at verða gjørdar av nøkrum fáum persónum. – Tað er vandamikið fyri eitt samfelag, at so fá fólk koma at taka allar av­ gerðirnar, vísir Kári Petersen á. Hann sigur, at gera hesir fáu so mistøk, so verða mis­ tøkini so stór. Hann vísir eisini á, at ein onnur av­ bjóðing er, hvussu vit skulu menna tað føroyska sam­ felagið. – Tá er tað neyðugt, at vit hava fólk, sum kunnu menna aðrar vinnur enn fiski­vinn­ una. Eg ivist ikki í, at nógv av hesum monnum eru skila­menn, men framtíðin í Føroyum um vit skulu gerast eitt ríkari land, so er brúk fyri teimum sum kunu menna aðrar vinnur, og tað er ikki ikki vist tey somu fólkini, sum hava skil upp á at gera røttu investeringarnar í øðr­um vinnum, sigur Kári Petersen. Hann hevur fyrr víst á, at vinningurin í hesi vinnu er ónormalt stórur og at tann ónormali parturin ikki er skaptur vegna dugnasemi. – Eingini trýr uppá, at teir í nótavinnuni eru fimm ferðir dugnaligari enn tey, sum arbeiða í internationalum fyritøkum og skapa metstór úrslit, sigur Kári Petersen. Landið kundi fingið 600 milliónir um árið Um fá ár eiga »landsstýrisútnevndu milliardingarnir« einar 2,5- 3 milliardir krónur og kunnu keypa alt tað føroyska vinnulívið Misskilja orðið korrup­tión Eirikur Lindenskov – Vit missilja orðið kor­ rup­tión. Vit halda kanska, at tað er tá ein­stakir kriminellir per­sónar venda sær til politik­ara, so eru pengar ímillum, og so fær hann okk­urt aftur­ fyri. Tað er smá­korrup­ tión. Í mun til tað, sum vit hava, sum er risa stór korruptión. Tað sigur Hermann Oskars­son í sendingini hjá Kring­varpinum. Hann vísir á, at vit eru von við, at tað er eitt úr­ valslið av føroyingum, sum fær givið nøkur rættindi, sum eru milliónir verd. Men hesi virði verða ikki umtalað, sum um tey hava nakað virði. Tey verða latin privatum per­ són­um og húskum, sum sita lið um lið. Annar fær fiskiloyvi, hin fær ikki, vísir Hermann Oskarsson á. – Eitt tílíkt fiskiloyvi kann vera 100 milliónir vert. Tað er eitt korrupt system, sum vit liva í. Tað at ein landsstýris­ maður – ein samgonga – kann býta út, lat okkum siga, eina milliard í virði hjá okkum øllum føroy­ ingum til eitt úrvalslið av nøkrum fáum persónum, tað er korrupt skipan. Tað ger, at vit fáa eina in­ effektiva og eina politiskt søkjandi skipan. Tað ger at so tilvenjast fólk til eina slíka skipan. Skalt tú vera í fiskivinnuni, so skalt tú duga at vera í eini tilsýnalátandi eini pri­vatari vinnu, sum í veruleiaknum er hálv inni á einum politiskum vølli. Vit hava eina óhepna og skitna samanrennign mill­ um politikk og vinnulív sum er korrupt. – Tá vit hava úrvalslið, sum eru favoriseraði fram um onnur, so merk­ir at, øll onnur eru dis­krimi­ neraði, sigur Hermann Oskarsson. Tað er ein góð og profitabul íløga hjá einum reiðaríi at gera eina íløgu í eitt tingfólk Reimund Langgaard, løgtingsmaður Sambandsfloksins Varðin hevur stórt vald í Føroyum Tá landsstýrið útlutar fiskiloyvi, útlutar landið í veruleikanum stórt vald til hesa fyritøku, sum fær fiskiloyvi. – Landsstýrið gevur t. d. Varðanum í Gøtu vald. Tí hvørjum undirveitum vil Varðin keypa frá? – Hvør fær ein kjans við skipunum? – Hvørar aðrar vinnugreinar fer Varðin at seta pengar í? Hetta merkir, at ein stórur partur av framtíðini hjá nógvum føroyum verður avgjørdur í Gøtu.