Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um middags­leitið í gjár kom Brim­il á Fugla­fjørð við ali­bát­in­um Skarðs­vík, sum Bakka­frost eigur.  Báturin fór at leka fríggjadagin, eft­ir at hann hevði borið við bryggj­una í Lamba. Skálafjarðar Sløkkilið vóru skjótir á staðnum við eini pumpu, so báturin kundi haldast lens. Ein kav­ ari var eisini niðri og tetti lek­an eitt sindur.  Brimil og Lív vóru stutt eft­ir á staðnum. Umvælast hjá KJ Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at Brimil og Skarsvík hava ligið á Lambavík síðan fríggja­dagin. – Tá manningin á Brimli hevði tett lekan so mikið, at bát­ur­in kundi sleipast, og lík­ind­ini vóru til steðgar, sleip­aði Brimil Skarsvík á Fugla­fjørð, og her komu teir um middagsleitið sunnu­dag­in. Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at KJ Hydraulik, sum hev­ur bygt Skarsvík og læt bátin sum nýbygning fyrst í hesum árinum, nú skal umvæla bátin. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Seinasta mikudag vardi Petra Pet­er­sen, lívfrøðingur, ph.D.-rit­gerð sína um fiska­ íløg­ur, nevnd "An in­vesti­ga­ tion of genetic and re­pro­ duc­tive differences be­tween Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.)”. Verjan fór fram við Universitetið í Stir­ling í Ong­ land. Hetta er sam­stund­is fyrsta ph.D.-rit­gerðin, har alt granskingararbeiði er framt á Fiskaaling. Fiskaaling vísir á, at í um­fat­andi arbeiðnum, sum Petra hevur lagt fyri dagin, eru gjørdar kanningar av íleg­un­um hjá toski av land­ grunn­inum og toski á Før­ oya Banka. – Hetta er partvíst gjørt við at taka villan tosk inn á depilin við Nesvík, sum so er aldur víðari. Munurin mill­um nakr­ar av ílegunum mill­um hes­ar báð­ar stovn­ ar­nar er grein­að­ur, men av ser­ligum týdningi er menn­ing av hætt­um inn­an ílegu­gransk­ing, sum kann brúk­ast til at forða fyri skaði­lig­um ár­in­um inn­an inn­an­nøring. Fiska­aling sigur, at burt­ ur úr granskingini eru eis­ ini komin áhugaverd úr­slit, sum hava týdning fyri at skilja av­bjóð­ing­ina, sum ein nið­ur­undir­kom­in toska­ stovn­ur hev­ur fyri at koma fyri seg aftur.   Lagt verður aftrat, at arb­eið­ið hjá Petru Petersen tíð­liga fekk altjóða áhuga. Samanbar ymiskar stovnar Í 2011 gav hon út vís­inda­ grein saman við fimm øðr­ um altjóða serfrøðingum í høgt virda tíðarritinum BMC Genetics. Í hesi grein sam­an­bera tey ávísar ílegur í 14 ym­isk­um toskastovnum, eitt nú teimum báðum før­ oysku. – Hesar ílegur kunnu lýsa, hvussu fiskur lagar seg til nýggj­ar umstøður og tískil eis­ini, hvørjar avleiðingar veð­ur­lags­broyt­ing­ar kunnu fáa fyri ein stovn. Petra Petersen hevur und­ir lesnaðinum verið inn­skriv­að við University of Stir­ling í Onglandi, men arb­eiðs­stað­ið hevur verið á Fiska­al­ing við Áir. Høvuðsvegleiðari hevur ver­ið Dr. John B. Taggart, ið er professari við University of Stirling, Dr. David J. Penm­an, University of Stir­ ling, Dr. Geir Dahle, Hav­ forskningen í Noregi og Dr. Øystein Patursson á Fiskaaling hava verið hjá­ veg­leið­ar­ar. – Verjan av ritgerðini fór fram í Stirling, og and­ mæl­ing­ar vóru prof. Gary R. Car­valho frá Bangor Uni­ ver­sity og prof. Brendan Mc­A­n­drew frá University of Stir­ling. Í bretsku skip­ an­ini verður kravt, at við­ merk­ing­ar og rættingar frá and­mælingunum skulu ger­ ast, áðrenn endaliga prógv­ ið verður útskrivað, og universitetið leggur rit­gerð­ ina út á bókasavnið. Petra fekk viðmerkingina "very minor corrections”, sum skilst bert sjáldan verður giv­in, sigur Fiskaaling. Petra Petersen, lívfrøðingur, er nú doktari í fiskaílegum. Hon fekk viðmerkingina "very minor corrections”, sum skilst bert sjáldan verður givin, sigur Fiskaaling Alibáturin Skarðsvík, sum bar við bryggj­- una í Lamba og fór at leka, er nú komin á Fuglafjørð, har KJ Hydrau­lik skal umvæla bátin Øll gransking fór fram á Fiskaaling Nú alibáturin Skarsvík fríggjadagin fór at leka, tá hann bar við land á Lambavík, kann nevnast, at ein annar alibátur sakk í støðni í Lamba fyri minni enn einum ári síðan, nevniliga 17. februar í fjør, tá viðhefta mynd varð tikin. KJ Hydraulik umvæla Skarsvík Nógv fólk varð saml­að í Hósvíkar skúla fríggja­dag­ in, tá Árni av Reyni hevði 30 ára starvs­dag og sein­ asta arbeiðs­dag. Næmingar sungu, fleiri hildu røður, og Dupultkvartettin sang Petra Petersen er nú vorðin doktari í fiskaílegum við University of Stirling í Onglandi Pápin bar Mallu í leypi Í morgin – týsdagin 3. februar – fyllir Malla Ol­sen á Toftum 100 ár. Hon er fødd við Gjógv 3. februar í 1915. Tá hon var tvey ára gomul, doyði mamman frá fimm smá­um børnum - og páp­in, sum var sjómaður, var burtur. Tá pápin kom heim, var bert eitt at gera - tað var at fáa onk­ur av børnunum út til familjuna at vera, tí eing­in almenn hjálp var. Malla fór til abba og ommu sína á Nesi. Pápi Mallu segði mangan, at tyngstu spor, hann nakr­an­tíð hevði gingið, var, tá hann bar Mallu í ein­um leypi norðan úr Gjógv til Skálabotn. Hað­ ani varð farið við báti út á Nes. – Men, leypurin var tyngri at bera norður aftur tómur, segði pápin. vilmund@sosialurin.fo KJ Hydraulik læt Skarsvík fyrst í hesum árinum, og nú skal veitarin umvæla bátin eftir skaðan á Lambavík