mánadagur 2. februar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
Vilmund Jacobsen
Á býráðsfundi í síðstu viku
samtykti Runavíkar býráð
einmælt at byggja skýli við
fótbóltsvøllin við Løkin í
Runavík, og ætlanin er, at
skýlið skal standa uppi longu
í apríl í ár.
Í 2004 vórðu fyrireikingar
gjørdar til eitt skýlið við Løk
in. Lendisarbeiði varð gjørt,
og niðari partur varð stoypt
ur og setur sett upp.
– Ætlanin hevur síðani
verið at gera skýlið liðugt,
men er henda verkætlanin
vald frá í raðfestingum, tá
fíggjarætlanir eru gjørdar.
Í Runavíkar kommunu
siga tey, at beint fyri jól
vendi fyritøkan, sum upp
runaliga skuldi gera skýlið –
Kaas Stålbyg – sær til komm
ununa.
– Av tí, at fyritøkan hev
ur annað stórarbeiði í økin
um, bjóðaði hon sær at seta
skýlið upp í Runavík sam
stundis. Prísurin var tískil
munandi lægri, enn hann
annars hevði verið.
Av tí at fíggjarætlanin
fyri 2015 tá longu var løgd,
royndi Runavíkar kommuna
at
kanna,
um
nakrir
alternativir
stuðulsmøgu
leikar vóru, sum kundu gera
verkætlanina til veruleika.
– Fótbóltssamband Før
oya játtaði um hálvan januar
í ár at stuðla verkætlanini, og
samstundis hevur NSÍ játtað
at hjálpa til við sjálvbodnum
arbeiði.
Kommunan sigur, at við
stuðlinum frá Fótbóltssam
bandi Føroya, eitt sindur
øðrvísi raðfesting á fíggjar
ætlanini, sjálvbodnum arb
eiði frá NSÍ og lagaligum
gjaldstreytum eydnaðist at
gera verkætlanina so sann
líka, at býráðið einmælt
kundi samtykkja at seta
hana í verk.
Skýlið verður bygt omaná
verandi grund við Løkin.
Áskoðaraplássini verða tey
somu sum nú - men nú undir
taki. Miðskeiðis í skýlinum er
øki sett av til høli til kiosk og
fjølmiðlar.
Tað er Eyðun Petersen,
arkitektur, sum hevur tekn
að skýlið, og høvuðskon
struktiónin er stál og betong
umframt lættari tilfar.
vilmund@sosialurin.fo
Í Gigni, sum veitir heilsu
frøði til børn og ung, eru
tey vorðin varug við, at
kikhosti nýliga er stað
festur
hjá
pinkubarni.
Tí ynskja tey at minna á
smittuvandan, og hvussu
týdningarmikið tað er at
fyribyrgja, at pinkubørn
verða smittað.
– Tilmælt verður, at
foreldur lata børnini fáa
ókeypis
koppsetingarnar,
sum verða bjóðaðar. Barn
ið verður vanliga kopp
sett fyri kikhosta, tá tað er
tríggjar, fimm og 12 mánað
ir, umframt tá barnið er 5 ár.
Gigni vísir á, at koppset
ing er besta fyribyrgingin
fyri kikhosta.
– Vaksin og børn við
krími ella hosta eiga at
halda seg burtur frá pinku
børnum. Serliga teimum
børnum, sum enn ikki hava
fingið tvær koppsetingar
fyri kikhosta.
Lagt verður aftrat, at
gott hondreinførið eisini
fyribyrgir smittu, sum verð
ur førd víðari við kontakt.
– Vaksin og børn eiga tí
altíð, at vaska hendurnar
væl, áðrenn tey nerta við
lítla barnið.
Hosta ikki í hondina,
men inn í albogan í staðin,
sigur Gigni.
vilmund@sosialurin.fo
Skýlið verður bygt omaná verandi grund við Løk
in. Áskoðaraplássini verða tey somu sum nú
– men nú undir taki. Miðskeiðis í skýlinum er
øki sett av til høli til kiosk og fjølmiðlar
– Kikhosti er ein sjúka, sum av og
á er í umfari millum børn og vaksin
í Føroyum. Sjúkan er álvarslig fyri
lítla pinkubarnið, serliga fyri tey,
sum enn ikki hava fingið tvær av
trimum koppsetingum, sigur Gigni
Áskoðarar koma
at sita undir taki
Kikhosti er ikki
at spæla við
Í seinasta upp
ganginum
stóð illa til við
sparkivøllinum í
Nólsoy, sum enn
einaferð lá undir í
sjógvi.
“Sambært kortum er
bergið á Grønadalsnøvu
umleið 55 metrar. So, hetta
brotið/ rokið man vera
einar 60 metrar høgt…”,
veit nólsoyingurin, Jógvan
Thomsen, at siga á facebook
Hampilig líkindi
til fiskiskap
– Í dag koma eitt ella tvey
línuskip inn at landa. Eitt
skip kemur undan Føroyum
og eitt av Flemish Kap.
Tað veit Fiskamarknað
ur Føroya at siga í dag.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at línuskipið, sum
kemur av Flemish Kap,
er ísfiskaskipið Váða
steinur, sum væntandi er
fullur undir lúkurnar.
– Skipið undan Føroy
um hevur mest at toski og
hýsu, og skipið av Flemish
Kap hevur bara tosk.
Lagt verður aftrat, at
seinni í vikuni koma helst
fleiri línuskip inn at landa.
– Hesi skip hava mest av
toski og hýsu og so nakað
av brosmu og longu.
Fiskamarknaður Føroya
veit at siga, at streymurin
verður hampiligur í
vikuni, og verðrið verður
kanska eisini brúkiligt.
– So, helst verður nak
að av útróðri. Útróðrar
bátarnir fiska so at siga
bara tosk og hýsu.
Marknaðurin sigur, at
partrolararnir koma inn at
landa, sum vikan gongur,
men skipini hava fram
vegis smáligan fiskiskap.
Soleiðis hevur eisini
verið hjá partrolarunum
yvir eina longri tíð, men
kanska kemur bati í,
sum vikurnar ganga.
Um djúpvatnstrolarar
nar, sigur marknaðurin,
at bert tvey av hesum
skipum eru á ísfiskaveiði
og koma at leggja
veiðina upp her heima.
– Hesir báðir trolarar
nir fiska upsa og koma
møguliga inn at landa
seint í hesi vikuni.
Ein annar djúpvatns
trolari fiskar á djúpum
vatni, men fer at landa
veiðina uttanlands, og
ein fiskar svartkalva og
frystir veiðina umborð.
Hinir djúpvatnstrolar
arnir liggja við bryggju
ella eru á makreli.
Fríggjadagin, tá Fiska
marknaður Føroya gjørdi
sínar metingar um vikuna,
var bara ein av teimum
smáu trolbátunum til
fiskiskap. Hesin fisk
ar havtasku, men fiski
skapurin er smáligur.
Hesin trolbáturin kemur
helst inn at landa í dag.
– Tvey garnaskip eru eisini
til fiskiskap eftir svartkalva,
og tey koma helst inn at
landa seinast í vikuni.
Sambært Fiskamarknaði
Føroya er fiskiskapurin hjá
garnaskipunum batnaður.
– Prísurin fyri skýlið við fótbóltsvøllin við Løkin er nú munandi lægri,
enn hann annars hevði verið, sigur Runavíkar kommuna