mánadagur 2. februar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Regini Nónstein til minnis
Tað vóru sorgarboð hjá okk
um í Føroya Skipara- og
Navigatørfelag, tá okkum var
kunnugt at Regin Nónstein
andaðist á Ríkissjúkrahús
inum 2. januar í ár – 71 ára
gamal.
Regin varð borin í heim í
Hvalba 22. mars 1943.
Stóran part av lívi sínum,
var hann nevndarlimur og
næstformaður í Føroya Skip
ara- og Navigatørfelag. Fyri
felagið og okkum, sum unt
var at samstarva við Regin
hevur hann havt ómetaliga
stóran týdning. Hann hevði
innlit og evni sum valla nak
ar annar, tá tað snýr seg um
tær mongu avbjóðingar, sum
settar eru einum felag, ið
hevur til endamáls at vinna
limum sínum so góðar um
støður sum møguligt er. Við
sínum nærlagni, lætta lyndi
og frálíka góðu evnum var
hann førur fyri – í góðum
felagsskapi – at lyfta felagið
fram á leið.
Hann hevði eisini tey evni,
at hann megnaði at loysa
fastlæstar støður, sum mang
an koma fyri, tá sáttmála
samráðingar eru. Og tað er
undir sáttmálasamráðingum,
at tað skal prógvast, at fe
lagið er ført fyri at røkja sína
skyldu.
Regin vaks upp í einum
heimi, sum hevði sítt støði í
føroyskari fiskivinnu.
Pápin, Niels Pauli Nón
stein, var trolaraskipari og
ein av stigtakarunum, tá
hvalbingar keyptu trolaran
Drátt
í
1946.
Mamman,
Natalia, var eisini fødd og
uppvaksin í Hvalba. Í 1946
tóku tey navnabroyting frá
Ziskasen til Nónstein.
Regin fór í barnaskúla í
Hvalba 7 ára gamal í 1950.
Hugurin og evnini at nema
sær kunnleika vóru góð, og
12 ára gamal sigur hann for
eldrunum, at hann hevði hug
at taka millumskúlaprógv,
hóast tað ikki var møguligt
í Hvalba. Tí flytur hann í
1955 norður til Klaksvíkar
at ganga í millumskúla, sum
í dag er partur av fólkaskúl
anum.
Tá ein 12 ára gamal smá
drongur velur at flyta úr
trygga barnaumhvørvi sín
um, til annan part av land
inum, kunnu vit ikki siga
annað enn, at hanna hevur
áræði, og áræði hevði Regin.
Her eiga vit at hugsa um,
at fimtiárini vóru merkt av
álvarsamum rembingum í
Føroyum. Hetta kom Regin
eisini at uppliva í Klaksvík.
Men tað skapti honum
kortini ongar trupulleikar,
hann tók millumskúlaprógv
í Klaksvík í 1959.
Hóast
fimtiárini
vóru
trupul, so var kortini stór
menning í sjó- og fiskivinn
uni í Klaksvík hesi árini.
Hetta ávirkaði Regin so mikið
nógv, at hann á ungum árum
fekk stóran áhuga og tokka
til fiskivinnu og sigling, og
longu tá setti hann sær fyri,
at tað var á hesum øki, at
hann skuldi útbúgva seg.
Hetta var so mikið greitt, at
hann í takkaði nei, tá honum
í 1959 stóð í boði eitt trygt
lærupláss
á
skrivstovuni
hjá Skála Skipasmiðju. Sum
viðurskiftini vóru tá høvdu
helst tey flestu við gleði tikið
ímóti slíkum tilboði. Men
Regin hevði eina aðra ætlan.
Í fyrstu atløgu valdi hann
at flyta aftur til Hvalbiar.
Ivalesyt hevði hetta sam
band við, at pápin júst tá
hevði fingið skiparatjans
við Jóannesi Paturssyni. Tá
hevði pápin verið uppilagst
ur í nøkur ár, og hevði virkað
sum handilsmaður í Hvalba.
Tá pápin var farin aftur til
sjós mátti onkur annar koma
í hansara stað í handlinum.
Tað uppgávuna átók Regin
sær. Hetta má hava verið ein
tung byrða hjá einum ung
lingi at lyfta.
Men seiggið hevur verið
gott, tí umframt arbeiði í
handlinum, megnaði hann
eitt tíðarskeið eisini at royna
seg í kolinum. Eins og hjá so
mongum øðrum hvalbingum
hevur myrkrið í námin
um í Prestfjalli drigið. Tað
vóru teir, sum betur dámdu
spenningin
í
Prestfjalli
enn tað, sum er at uppliva
– ímillum aldubrot – á hav
inum. Men so var ikki hjá
Regini.
Í 1962 var tolið uppi; 17.
apríl mynstraði hann við
trolaranum Brandi Sigmund
arsyni. Har fekk hann sínar
fyrstu royndir á sjónum
ímillum trolaramenn - tað,
sum hann í mong ár hevði
tráa eftir og sæð fram til. Og
tað vísti seg eisini skjótt, at
hann ikki hevði gjørt nakra
roknivillu;
dreymurin
og
veruleikin sampakkaðu væl.
Men skjótt kom hann eftir,
at á brúnnið var útsýni betur
enn á dekkinum, tí var næsti
leikur í talvinum lættur at
taka støðu til. 15. september
1967 mynstraði hann av
Brandi Sigmundarsyni, og
søkti um upptøku á Føroya
Sjómansskúla, sum tók væl
ímóti umsóknini.
Tá tók stýrimansútbúgv
ingin 1½ ár, og í apríl 1970
fekk hann skipsføraraprógv
í hondina, og takkaði fyri seg
á Føroya Sjómansskúla.
So nú skuldi lærdómurin
standa sína roynd. Um hetta
mundi
høvdu
vágbingar
keypt ídnaðartrolarin Bjarn
oy. Har fekk Regin sína fyrsta
“tjans” sum naviatørur.
Teir fóru beinleiðis til
fiskiskap í Norðsjógvin á ídn
aðarveiðu. Við hesum skipið
var Regin stýrimaður til
komið var inn í februar 1972.
Hjá teimum sum balast
á havinum leita tankarnir
javnan heim til konu og børn;
har er altíð ein saknur. So var
eisini hjá Regini. Eitt stutt
tíðarskeið var hann heima,
til hann í mai 1973 mynstraði
við ídnaðartrolaranum Gud
mundi. Hetta vóru góð ár hjá
ídnaðartrolarunum;
Regin
sigldi við Gudmundi sum
stýrimaður árini 1973-1979.
Á sumri 1980 søkti Vaktar-
og Bjargingartænastan eftir
navigatøri. Hóast bert talan
var um avloysarastarv so
søkti Regin og mynstraði sum
1. stýrimaður við Tjaldrinum,
og fekk soleiðis eisini innlit
og royndir við einum skipi
við stórari ábyrgd og stórum
myndugleika.
Tann 1. mai 1981 legði hann
leiðina niður til Fredericia.
Har mynsraði hann við olju
skipinum Magn, sum Shell
júst tá hevði ognað sær.
Magn kom at lasta í Mong
stad í Norra, og sigldi haðani
til Føroya við olju. Við Magn
kom Regin at sigla sum yvir
stýrimaður og skiparaav
loysari til á sumri 1983.
Sama ár gjørdist hann
virkin í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag. Í 1984
varð hann valdur í nevnd
felagsins, har hann hevði
sæti sum nevndarlimur og
næstformaður til aðalfund
felagsins í 2013, tá hann ikki
ynskti afturval.
Men hann hevur eisini
røkt aðrar uppgávur fyri fe
lagið.
Í 1986 var tørvur á einum
roknskaparkønum manni á
skrivstovu felagsin. Umframt
kunnleika til bókhald og
roknskap var eisini neyð
ugt at hava kunnleika til
sáttmálaviðurskiftini
hjá
felagnum. Hetta starv tók
Regin uppá seg, og hevur
við nærlagni og dugnaskapi,
røkt hetta starv til seinasti
roknskapur
hansara
var
lokin stutt fyri, at hann and
aðist.
Okkara tankar leita til
tykkum sum hava mist mann,
pápa og abba, má Harrin
styrkja tykkum í stóru sorg
tykkara
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
100 ára føðingardagur
Týsdagin 3. februar 2015 verður Malla Olsen, sum nú býr
á Vesturskin á Toftum, 100 ár.
Sama dag, skipa familjan og Nes kommuna fyri
móttøku í Missiónshúsium Tabor á Toftum, frá kl. 15.00
til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Heilsanir til føðingardagsbarnið verða bornar fram
millum kl. 15.00 og 16.00.
Familjan og Nes kommuna
Konfirmatión
3. mai verður henda fitta
gentan konfirmerað í
Stokke kirkju í Noregi.
Dagurin verður
hildin heima hjá
henni. Adressan er
Kanonersvingen 17, 3159
Melsomvik.
Tey. ið vilja halda
dagin saman við
henni, mugu ringja á
tlf: +004733338570 ella
+004799129891 innan 3
mars.
80 ára
føðingardagur
3. februar fyllur Viljam
Bech, Lopra, 80 ár.
Dagurin verður hildin
leygardagin 31. januar
í
bygdarhúsinum
í
Lopra frá kl 15. Øll eru
hjartaliga vælkomin.