mánadagur 2. februar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Úr tinginum
Árni Gregersen
Formennirnir í samgongu
flokkunum høvdu sett 1.
februar sum evstamark fyri
at semjast um ein nýggjan
leist fyri førioysku fiskivinn
una og lóg um vinnuligan
fiskiskap.
Evsta markið er farið
afturum, men enn er ongin
semja funnin. Tó er tað hent,
sum
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, Fólkaflokkurin,
sigur, at samráðignarbólkurin
hjá samgonguni hevur funn
ið eina felags fatan av, hvussu
ein semja eigur fer at síggja
út.
Men semja er ikki funnin
millum samgonguflokkarnar
og ei heldur er nakað avtalað
við
andstøðuflokkarnar,
annað enn teir hava verið
á kunnandi fundi, har and
støðuflokkarnir
fyrst
og
fremst hava sagt samgongu
flokkunum frá, hvat einstøku
andstøðuflokkarnir
leggja
áherðslu á.
Trupult mál
Í allari politisku skipanini er
semja um, at broytingarnar
í lógini um vinnuligan fiski
skap er eitt mál, sum er ser
liga torført at loysa.
Spurningarnir
eru
so
nógvir og tað er farið alt ov
seint undir at samráðast um
broytingarnar og hvørjar
broytingnar skulu gerast.
Síðani lógin var longd til
31.desember 2017 hava vit
fingið makrel í føroyskan
sjógv. Tað er í hesum høpi
eitt nýtt tilfeingið, sum fiski
málaráðið og landsstýrismað
urin við fiskivinnumálum
hava handfarið – um ikki
uttanfyri lógina um vinnu
ligan fiskiskap – so í hvussu
so er við lógini bert sum eitt
fikublað.
Nýggja
tilfeingið
setir
onnur krøv til lógina.
Tíðin er eisini øðrvísi í
dag í mun til tá ið lógin um
vinnuligan fiskiskap á fyrsta
sinni sá dagsins ljós.
Í dag er ein avgerandi
spurningurin,
hvør
skal
sleppa at troyta føroysku
havleiðirnar
og
føroysku
kvoturnar í altjóða sjógvi.
Skulu tað framhaldandi
vera tey, sum upprunaliga
fingu hesi rættindini og skulu
hesi
somu
framhaldandi
hava møguleika at selja tey
rættindi víðari, sum tey hava
fingið upprunaliga, tí tey
søguliga hava troytt fiski
grunnarnar.
Fólksins ogn
Politiskt er mestsum semja
um, at tilfeingið í sjónum er
fólksins ogn, men hvussu
hetta skal umsitast og hvør
skal røkja hetta tilfeingið er
ongin semja um.
Fólkaflokkurin
hevur
hildið fast við, at skpanin
skal halda fram við rullandi
loyvum. Flokkurin hevur
mælt til 12 ár í senn, men
eftir hvat skilst so hevur
flokkurin slakað nakað í
ármálslongidni – helst niður
í sjey-átta ár.
Stríð er sjálvandi eisini
um, um skipanin skal vera
rullandi, so at loyvini halda
fram, verða tey ikki uppsøgd
– ella um søkjast skal um
loyvini hvørja ferð hesi sjey-
átta árini eru farin.
Ein annar spurningur,
sum hevur fylt nógv í teim
um
samráðingum
sam
gonguflokkarnir hava havt,
er hvussu stóran lut útlend
ingar skulu sleppa at eiga í
føroysku fiskvinnuni.
Sum tað stendur í lógini
nú, so kunnu útlendingar eiga
ein triðing í feløgnum, sum
eiga føroysku fiskiskipini.
Samgongan er eftir øllum
at døma komin til eina semju,
sum setir hetta tal niður, so
útlendingar bert kunnu eiga
20 prosent – ella ein fimting.
Um tað er nøkur loysn
er tó ivasamt, tí tá ið Sjálv
stýrisflokkurin var á fundi
við
samgonguna,
gjørdi
formaður floksins, Kári P.
Højgaard, vart við, at brøk
parturin fyri ognarlutinum
ikki er tað týdnignarmesta,
men heldur at tað sum stend
ur í lógini verður hildið.
Uppboðssøla
Ein annar avgerandi spurn
ingur, sum er partur av kjak
inum um lógina um vinnu
ligan fiskiskap, er atgongdin
til tilfeingið í sjónum.
Uppskotið um uppboðs
sølu hevur í nógv ár staðið
á skránni hjá Tjóðveldi, men
tað sær út til at eisini Sam
bandsflokkurin hevur tikið
hetta til sín.
Flokkurin hevur í hvussu
so er í samráðinginum mill
um
samgonguflokkarnar
kravt, at ein partur av rætt
indinum skulu fara um eina
uppboðssølu.
Hvussu hetta er avklárað
í tí felags forstáilsi, sum sam
ráðingarbólkurin hjá sam
gonguni er komin til, vita
vit ikki, men okkurt bendir
á, at hetta ikki hevur vunnið
frama.
Talan er um uppboðssølu
av einum parti av makrel
kvotuni og so um uppboðs
sølu av møguliga nýggjum
tilfeingi, sum samgongan er
samd um.
Onki út
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard, segði í gjár, at
enn er ongin ætlan um, at
almenningurin skal hava at
vita, hvussu langt samráð
ingnarnar eru komnar og
hvat liggur í uppskotinum,
sum vinnan skal hava til
hoyringar.
Hann segði eisini rættuliga
greitt, at onki verður klárt at
leggja fyri Løgtingið áðrenn
seinasta framløgudag í hesi
tingsetuni. Seinasti fram
løgudagurin er í mars.
Hinvegin kann ein meiri
luti altíð samtykkja at gera
undantak, so uppskot kunnu
leggjast fram eftir at tíðar
freistin er farin.
Langt á mál
Sjálvt um formennirnir í
samgonguflokkunum ásettu
1. februar til evstamark í
samráðingunum um nýggja
fiskivinnuskipan, so kann
staðfestast, at freistin er
farin afturum, uttan at kom
ið er á mál.
Í teimum trimum sam
gonguflokkunum hevur onki
uppskot verið til viðgerðar
enn. Tað vil siga, at sjálvt um
topparnir eru komnir til eina
felags fatan, so er baklandið
ikki tikið í eið uppá nakran
sum helst máta.
Andstøðuflokkarnir hava
hitt samgonguna, men fyrst
og fremst hava teir svarað
nøkrum spurningum. And
støðuflokkarnir hava ikki
skilt fundirnar sum sam
ráðingar, men heldur sum
kunnandi fundir.
So sjálvt um tað eydnast at
finna eina innanhýsis semju
í samgonguni um nýggja lóg,
so er tað óhugsandi, at and
støðan gerst partur av einari
semju.
Valár er, so sum støðan
er nú, so verður lógin um
vinnuligan fiskiskap, høvuðs
evni í valstríðnum.
Hetta uttan mun til, um
samgongan hevur samtykt
eina nýggja lóg, ella málið
er óloyst tann dagin, val
verður.
Náddu ikki semju um fiskivinnu
undan evstamarkinum 1. februar
Samgongan sigur seg innanhýsis vera komna til eina semju, men
landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum kallar tað fyri felags fatan
Jácob Vestergaard, Fólkaflokkurin,
landsstýrismaður við
fiskivinnumálum.
Kári P. Højgaard, formaður í
Sjálvstýrisflokkinum