mánadagur 2. februar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eldraøkið komið á røttu hill
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í
almannamálum
Eftir langa og drúgva við
gerð og politiska umrøðu,
er eldraøkið loksins latið
kommununum at umsita
frá 1. jan. í ár at rokna. Tær
atfinningarsomu røddirnar
hava dúgliga ført fram, at við
at lata kommununum eldra
økið, hava landsins myndug
leikar kasta alla ábyrgd frá
sær á eldraøkinum, fyri
síðani at lata hetta upp í
hendi á einum heldur iva
somum myndugleika sum
kommunurnar. Støðan er
tó tvørturímóti tann, at
landið hevur ásannað tað, at
soleiðis sum ábyrgdarbýtið
millum land og kommunur
hevur verið, eru okkara
eldru tíverri í mongum før
um dottin niðurímillum
tveir myndugleikar, og har
tað hevur verið trupult at
fáa tænasturnar til okkara
eldru at virka á fullgóðan
hátt. Hetta bæði síggja og
hoyra vit um í miðlunum,
og styrkir hetta meg bara
enn meira um, at avgerðin
hjá Landsstýrinum og hjá
einum breiðum meiriluta av
løgtinginum var røtt, um at
lata kommununum eldraøkið
at umsita.
Fíggjarliga kann man ikki
siga, at økið er niðurpínt, men
tíverri sær ikki út til, at økta
fíggingin er komin okkara
eldru til góðar. Eftir mínum
tykki skyldast hetta millum
annað, at økið hevur verið
ábyrgdarliga og skipanarliga
ómetaliga fløkt, og raksturin
av somu orsøk ikki verið
nóg skynsamur. Tískil gjørdi
Landsstýrið av at fáa greiðu
á hesu ábyrgdarligu fløkju
við at leggja alt økið undir
ein og sama myndugleika til
tess, at vald og gjald kundu
fylgjast at, og at tænasturnar
kundu koma nærri okkara
eldru. At kommunurnar
fara at røkja hesa ovurstóru
og týdningarmiklu uppgávu
á fullgóðan hátt, eri eg onga
løtu í iva um. Kommunurnar
hava prógvað, at tær megna
at loysa stórmál og røkja
týdningarmiklar uppgávur,
sum
landið
hevur
latið
teimum, so hví skal tað verða
øðrvísi galdandi, tá ábyrgdin
kemur til okkara eldru?
Kommunurnar
hava
longu nú víst stórt fyritaks
semi, og lagt nógva orku í
at fáa økið at virka væl til
sjálva yvirtøkuna, og eiga
føroysku kommunurnar rós
fyri stóra áhugan, eldhugan
og arbeiðinum, tær longu
nú hava sýnt økinum. Tað
er eitt bragd, at føroysku
kommunurnar hava megnað
at finna saman í 8 kommunal
samstørv til tess at vera enn
betur fyri at lyfta hesa risa
stóru
uppgávu.
Dagliga
hoyra vit útmeldingar frá
hesum somu samstørvinum
um áhugaverdar ætlanir og
nýhugsanir um tilboð og
tænastur til okkara eldru, alt
fyri at bøta um viðurskiftini
og og umstøðurnar hjá okk
ara eldru.
Fyrsta føroyska
eldralógin skal
standa sína roynd
Fortreytin fyri lívsgóðsku er,
at vit sum menniskju, ung
sum gomul, hava ávirkan á
okkara egna lív. Tískil var tað
umráðandi fyri meg, at fáa
ásetingina um sjálvsavgerðar
rættin hjá okkara eldru stað
fest í endamálsorðingini í
eldralógini. Mítt politiska
ynski við hesari orðing er,
at okkara eldru skulu hava
ávirkan á sín gerandisdag,
óansæð um tað er heima
við hús, ella tað er á einum
eldraheimi. Sostatt skulu
kommunurnar eisini tryggja
at okkara eldru verða hoyrd
tá týðandi umskipanir og
bygnaðarbroytingar
verða
framdar, sum hava ávirkan
á tænastuna í økinum, og
til tess at tryggja ávirkan og
samstarv millum húsfólkini,
tey avvarðandi og heimið
skal samstarvsráð veljast
á hvørjum røktarheimi og
eldrasambýli. Við tað at
eldraøkið er komið undir
ein og sama myndugleika,
verður
nú
møguligt
hjá
kommununum
at
veita
okkara eldru eina heildar
tænastu, sum tekur støði
í tørvinum hjá tí einstaka.
Endamálið við heildartæn
astuni er at fyribyrgja sjúku,
at stimbra sálarligu og likam
ligu heilsuna og trivnaðin hjá
borgaranum, at endurmenna
mistan førleika, at stimbra
møguleikan hjá tí einstaka
at klára seg sjálvan, og at
veita røkt og umsorgan. Lóg
in ásetir, at allar avgerðir um
tilboð og tænastur til okk
ara eldru skulu taka støði í
einari fakligari tørvsmeting,
og at borgarar við størsta
tørvi, persónligari hjálp,
røkt ella stuðli, fáa í boði eitt
samskipað
heildartilboð.
Semja er millum partarnar at
skipa eftirlit við eldraøkinum,
soleiðis at øll kunnu kenna
seg trygg við, at økið verður
rikið forsvarliga. Kunngerðin
um eftirlit verður send til
hoyringar í næstum. Av tí
at hetta er okkara fyrsta før
oyska eldralóg, so er tað ikki
óhugsandi, at dagføringar
og tillagingar fara at koma
við tíðini. Eg meti tað tó vera
umráðandi, at kommunurnar
fáa høvi og møguleika at
umsita økið eftir teimum
ásetingum sum eru í lógini,
áðrenn byrjað verður við at
seta enn fleiri krøv.
Nú eldraøkið er vorðið
kommunalt, so er størsta al
menna nýskipanin vorðin
veruleiki, har uml. 1000
starvsfólk eru komin undir
ein og sama myndugleika.
Gamaní verða tað nógvar
avbjóðingar hjá teimum 8
kommunalu samstørvunum
at loysa bæði nú og framyvir.
Tað verða uttan iva fleiri
“barnasjúkur” til at byrja við,
men eg eri sannførd um, at
við tíðini kemur eldraøkið at
liggja í einari tryggari legu.
Eg ynski kommunum hepna
hond við arbeiðinum, og
takk fyri sera gott samstarv
um útleggingina, sum bert
hevur havt eittans endamál,
at betra um korini og tænast
una hjá okkara eldru.
kjak
Fyrimunir við eini kvotuskipan
Thormund
Johannesen
Skipsførari og
skipsverkfrøðingur M.Sc.
Tað er ongantíð heppið at
politiska skipanin stýrir eini
vinni í alt ov stóran mun.
Føroyska
fiskivinnan
hevur gjøgnum øldir við
árabáti og síðani í hundrað
ár við skipum verið ein frí
vinna uttan nakra politiska
uppíblanding, inntil hon í
90’unum brádliga bleiv sett
undir umsiting, og ikki hiss
ini umsiting heldur, stýrd
niður í smálutir.
Tað sigur seg sjálvt at
gamla íborna veiðumentanin,
tað at fara til havs at vinna
sær fong i einum umhvørvi,
har tú følir teg frían sum
fuglurin, verður særd og
niðurbrotin, tá ið tú leggur
frá landi søkklaðin av lógum
og kunngerðum um hvat tó
mást og ikki.
Er neyðugt við øllum hes
um yvir formindarínum í
fiskivinnuni?
Fiskivinnan er í dag blivin
so effektiv, at neyðugt er at
ansa eftir, at ikki ov nógv
verður tikið úr stovnunum
hvørt árið, og tí er liðugt við
fríum fiskiskapi, men er so
ikki nokk at seta hámark á
veiðuna, og annars lata alt
annað vera frítt sum áður?
Soleiðis verður i hvørt fall
gjørt aðrastaðni, til dømis
har sum okkara langfaraskip
royna, og eisini, tá ið talan er
um uppsjóvarfisk í okkara
egna havumhvørvi. Men ikki
viðvíkjandi fiskiskapi eftir
botnfiski undir Føroyum, har
eru alskyns forðingar lagdar
á
vinnuna.
Avmarkingar
í skipastødd, motorstødd,
skipatali, bólkabýti, reiðskapi,
dagatali, stongdum leiðum
og harafturat umroknings
faktorar í sambandi við at
dagar verða fluttir millum
bólkar, og sera avmarkandi
og truplar reglur viðvíkjandi
at flyta veiðuloyvi yvir á
onnur skip.
Hesar avmarkingar hava
í fyrsta umfari skatt lønsemi
í heimaflotanum og í øðrum
umfari steðga allari menning,
so sjálvt tey skip, sum, hóast
truplu umstøðurnar, hava
havt samanhangandi brúki
lig úrslit, (kanska mest tí
at tey eisini eiga kvotur til
annan fisk uttan um tað,
tey hava loyvi at fiska undir
fiskidagaskipanini), hava ikki
megna at ment síni veiðutól
ella skift tey út.
Orsøkin til at myndugleik
arnir ikki hava tora at brúkt
einastu
logisku
avmark
ingina, mest loyvda veiða ella
kvotur, er eittans - ræðslan
fyri útblaking.
Eitt er at fáa kvoturnar
at ganga upp í einum bland
ingsfiskaríi
millum
tosk,
hýsu og upsa. Men tað eru
fleiri hættir at gera tað:
1. fiskiskapurin kann leggj
ast til rættis eftir hvørji
kvotusamanseting
ein
eigur
2. umsetiligheit, so kvotur
kunnu handlast millum
skip
3. loyvi at hava ávísan pro
sentpart yvir kvotuhá
mark, sum tó verður av
roknað á serligan hátt,
landi, heldur enn skip,i at
frama
Størsta vandamálið við kvot
um man tó vera útblaking
av smærri fiski, til tess at
økja miðalstøddina, so betri
úrtøka fæst fyri avmarkaðu
nøgdina.
Hesin trupulleikin kann
eisini loysast, og loyvi eg
mær at koma við tveimum
uppskotum:
1. Eftirlitsfólk verður sett
umborð á tey skip, ið vísa
seg at hava størst miðal
støddir av kvoteraðum
fiski. Lækkar miðalstødd
in tá, er kanska grundað
ur mistanki um, at ikki er
farið rætt fram, og eftir
litsfólk verður verandi
umborð. Tey skip, ið ikki
kasta smáan fisk út, og
tískil
ikki
hava
stóra
miðalstødd, fáa ongantíð
trupulleikar av at skula
hava eftirlitsfólk umborð.
Kanska verður ikki neyð
ugt við so nógvum eftir
litsfólki um hetta mynstr
ið verður fylgt.
2. Prísjavning. Eitt annað
hugskot er at stovna ein
nýggjan
útreiðsluneu
tralan ráfiskagrunn, har
stórur fiskur gjeldur inn í
grunnin, og smærri fiskur
fær tilsvarandi av stuðli
úr grunninum. Harvið
javnast prísurin i mun til
stødd á fiski, og tí er ong
in vinningur í at koyra
smáan fisk útaftur.
Eg havi í fleiri greinum víst
á veikleikar í fiskidagaskip
anini og talað fyri kvotum,
sum eini betri loysn, hóast
vanda fyri útblaking. Nógv
eru tó ikki samd við mær í
hesum, og meta útblaking at
vera ein so stóran trupulleika,
at fiskidagaskipanin, hóast
nógvu avmarkingarnar, er
ein betri loysn. Men vónandi
minka
omanfyri
nevndu
møguleikar at byrgja upp
fyri útblaking, um ræðsluna
hjá nøkrum fyri kvotum.
Kvotur eiga annars at
lutast ella seljast reiðaríum,
og ikki skipum. Reiðarin
eigur sjálvur gera av, hvussu
hann fær hendur á fiskinum
uttan nakra sum helst av
markingar, bara hann ikki
ger seg inn á fiskiskapin hjá
øðrum. Á henda hátt sleppa
vit undan spekulatión við
skipum og veiðuloyvum.