mánadagur 2. februar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Havnaútbyggingin fekk eina
óseriøsa viðgerð í býráðnum
Jákup Dam
býráðslimur fyri
Tjóðveldi
Lat meg fyrst gera púra greitt,
at tað er av stórum týdningi,
at Tórshavnar kommuna
framhaldandi kemur at hava
góð og tíðarhóskandi havnar
viðurskifti. Tí er neyðugt til
tíðir at útbyggja og dagføra
havnarviðurskiftini. Útbygg
ingin, sum liggur á borðinum
nú, er ein stór víðkan av eyst
aru bryggju, sum er mett at
kosta 450 mill. Sum ein ann
an møguleika at byggja út,
hava vit, sum umboða Tjóð
veldi í býráðnum, skotið upp
at byggja góðshavn á Sundi.
Byggiskráin ongantíð
send býráðslimunum
Tá byggiskráin var til við
gerðar
í
vinnunevndini,
spurdi eg, hví byggiskráin
ikki var send øllum býráðs
limunum, men bert limunum
í vinnunevndini. Svarið var,
at byggiskráin varð send
seinni til allar býráðslimirnar,
tá hon kom til viðgerðar á
býráðsfundi.
Men byggiskráin upp á
hesa stóru útbygging – 450
mill – varð ongantíð send út
til býráðslimirnar, og er mær
vitandi ikki enn send út. Í
somu byggiskrá stendur, at
byggiskráin skal granskast
og góðkennast av Tórshavnar
havn, Bygginevnd og Tórs
havnar býráð. Tí er tað heilt
undranarvert, at byggiskráin
ongantíð er send út til bý
ráðslimirnar.
Óseriøs viðgerð
í býráðnum
Á býráðsfundinum høvdu
vit sjálvandi væntað at fing
ið eitt gott og gevnandi kjak
um bæði uppskotini at út
byggja havnarviðurskiftini í
Tórshavnar kommunu. Men
her vísti tað seg skjótt, at
einastu umboð hjá merilut
anum í býráðnum, sum tóku
orðið í hesi viðgerð, vóru
borgarstjórin
og
formað
urin í vinnunevndini. Enn
tá valdu fleiri av býráðsp
olitikararunum at fara út úr
býráðssalinum, tá viðgerðin
var fyri. Ábyrgdarpolitikarar,
tá teir eru bestir! Undranar
vert, at býráðspolitikarar
skulu vísa háðan og skomm í
einum so stórum máli – helst
størsta mál, ið nakrantíð
hevur verið fyri í býráðnum.
Nei, hetta er ikki rættur máti
at føra politikk uppá.
Fyri at seta hetta í per
spektiv, so er hetta ein íløga,
sum svarar til uml. helvtina
av
undirsjóvartunnlinum
inn á Skálafjørðin – ikki
smápengar. Gott, ikki at vera
ein avskorin blóma í ”blómu
tyssinum” hjá borgarstjóran
um, ið bert verður brúkt til
prýðis.
Bátahavnin ikki við
í byggiskránni
Fyri at nevna okkurt úr
byggiskánni, so er fyrst av
øllum at leggja merki til, at
nógv umrødda bátahavnin
uttan fyri Skansan, als ikki
er við í byggiskránni. Tað er
ørkymlandi, tí at júst báta
havnin hevur verið brúkt
sum ein av grundgeving
unum fyri, at økið kring
skansan ikki skal oyðileggj
ast.
Bygningar eru heldur ikki
við í byggiskránni. Eisini
stendur,
at
ein
tripstøð
møguliga skal gerast. Nógv
í byggiskránni bendir á, at
kostnaðurin
verður
væl
hægri, enn tær mettu 450
milliónirnar. Við 20 mílaferð
er borgarstjórin í ferð við
at smekka seg upp undir
íløguloftið hjá kommununi,
ja so ógvusliga, at vandi er
fyri skallabroti.
Útbyggingin á Sundi
Ætlanin á Sundi er ein nýggj
og øðrvísi útbygging. Í hesi
útbyggingini
verður
ein
dokkbryggja gjørd, sum er
løgd soleiðis, at hon vendir
bakið til aldurnar, sum koma
inn úr havinum. Tí er neyð
ugt at gera nýggjar simu
leringar av júst hesi ætlanini,
umframt, at vit í dag hava
nógv fleiri møguleikar at
temja náttúrukreftirnar, enn
tá seinastu simuleringarnar
vórðu gjørdar á Kaldbaks
firði.
Ætlanin á Sundi kann
gerast í stigum, og møgu
leikarnir at byggja út har eru
góðir. Á vinnunevndarfundi
havi eg fingið at vita, at
ikki ber til at víðka eystaru
bryggju í stigum – alt ella
einki.
Okkara útrokningar, sum
vit hava fingið frá fakfólki,
men sum tó bert er ein leys
lig kostnaðarmeting, vísa,
at vit fáa nógv meiri fyri
færri pengar. Og tað, ið vit
hava biðið um, er, at ”aðrir
møguleikar fyri víðkaðari
góðshavn
í
kommununi
verða gjølla kannaðir við
atliti at kostnaði og umstøð
um annars …”
Einasta aftursvarið, ið
vit hava fingið, er eitt botn
óseriøst og láturligt skriv frá
borgarstjóranum(Tjóðveldi
vil byggja fantasihavn úr
skervi og dusti), sum sigur
meiri um hann enn nakað
annað. Tað er eisini undarligt
at síggja tann grábeinta
verða málaðan á veggin, bara
tí at góðshavnin skal flytast
út um Havnina. Samskip
hevur alt sítt virksemi á
Oyrareingjum, og tað riggar
fínt. Stavanger og Reykjavík
eru eisini dømi um býir, ið
hava flutt góðshavnina út
um býin.
Einasta, vit vilja, er, at
uppskotið um at byggja
góðshavn á Sundi verður
kannað væl og virðiliga, tí
fyrimunirnir eru nógvir. Vísa
kanningarnar, at hetta ber
til, so eru vit ikki í iva um, at
hetta er rætta loysnin – eisini
fyri framtíðin.
Frank Davidsen
Undirritaði kom á Flog
vøllinum ofta á tal við teir
arbeiðsmenn úr Noreg ið
arbeiddu í Vágatunnlinum.
Ferð aftaná ferð høvdu teir á
orðið, at tað var ørskapur at
leggja 20-25 milliónir í ein veg
ið fór í hæddina um Sanda
vágsháls. Har var tað líka
síðan
Oyragjógvavegurin
var gjørdur, altíð vóru stórar
trupulleikar
í
ferðsluni
um Hálsin, tá høgættin við
nógvum kavarokið tarnaðu
ferðsluni í ólukkumát.
Sjálvir
mettu
teir,
at
rættast hevði verið skotið í
gjøgnum fjallið Vágamegin,
soleiðis at tunnilin kom
útaftur oman fyri Grótbrotið
í Sandavági. Og spurningurin
var um ikki tær milliónirnar,
ið vóru brúktar til vegin
frá tunnlinum høvdu verið
nokk til at skjóta í gjøgnum,
soleiðis at ferðslan slapp
undan at koyra um Sanda
vágsháls.
Vitandi
um,
at
Vága
tunnilin er so gott sum út
goldin, so átti leiðslan í Vága
tunlinum saman við politiski
myndugleiki at tikið stig til,
at gjørt eina ætlan við sama
fíggjarliga leisti, nevnliga
einum bumgjaldi soleiðis at
ferðslan ótarnað kundi koyrt
ígjøgnum Vágatunnilin, hóast
vit fáa kavavetrar framyvur.
Kann ikki ímýnda mær at
vinnulívið eins og borgarin
kann hava nakað ímóti hes
um. Nú veit ein ikki hvussu
álítandi skoðsmálið hjá norð
monnum var um prísin at
skjóta í gjøgnum Vágamegin.
Tá hava teir helst tikið støðu
útfrá, at øll tóilini eins og ar
beiðstoymi var tøkt á stað
num.
Tað kann ikki taka langa
tíð hjá Landsverk, at finna
út av kostnaðinum at skjóta í
gjøgnum Vágamegin, við ein
um rímuliga lágum bumm
gjaldi.
Óført, Sølvá
í Kirkjubø
Jógvan Arge
varaborgarstjóri
úr Tjóðveldi,
Kyndilsmessuaftan 2015
Sølva Patursson er ein
effektiv kona. Við eini upp
traðkan í útvarpinum og
eini í sjónvarpinum hevur
hon
fingið
Tórshavnar
kommunu út úr buskinum
í spurninginum um brim
verju fyri fornminnini í
Kirkjubø. Tað megnar bara
ein snekkja.
Hetta hevur mangan
verið frammi í práti, men
er altíð dottið niðurfyri, tí
hetta skuldi ikki vera skylda
hjá kommununi. Landið átti
apuna, og løgtingið játtaði
pengar til bakkaverjur í
øðrum kommunum.
Nú kom undan kavi,
at landsins myndugleikar
longu í 2012 gjørdu Tórs
havnar kommunu greitt,
at tað er kommunan, sum
stendur við endan í slíkum
føri. So blivu vit tað klókari
í í gjárkvøldið, og tað skal
ikki skorta upp á vælvild frá
okkum at fáa í lag at verja
fornminnini í Kirkjubø.
At tey eru komin soleiðis
fyri, er ein aldargomul
søga. Kanska varð avger
andi leyst millum land og
Kirkjubøhólm á Kyndils
messuni hørðu fyri fleiri
øldum síðani. Síðani er meir
og meira máað burtur. Í
1870unum varð gjørd brim
verja undir Ólavskirkjuni,
so hon ikki ruddi á sjógv.
Bøtt hevur verið um
hetta fleiri ferðir síðani,
men brimið stendur alsamt
í grasið í Kirkjubø og strand
arlinjan frá Líkhúsi og
heimeftir otar seg longur og
longur inn undir og niðan
við Ólavskirkjuni eins og
niðan móti Múrinum, har
als ongin verja er yvirhøvur.
Sølva hevur eina hugmynd
um, at gerast mugu tvey
grótkøst tvørtur um sundið
innanfyri Hólmin at halda
brimið burtur.
Óivað hevur hon rætt.
Hon er jú tann, sum sær
standin
hvønn
einasta
dag úr stovuvindeygunum
og stríðist allan veturin
við brim og taratonglar í
túninum. Hennara átak
átti eisini at skundað undir
orðaskifti um, hvat vit í
veruleikanum vilja við hes
um fornminnunum. Tað er
ikki nóg mikið at stríðast
um tey. Vit mugu eina ferð
semjast um kósina, áðrenn
ov seint er.
Fornminnini í Kirkjubø
eru eitt aktiv fyri Tórshavn
ar kommunu og Føroyar
bæði í søguhøpi og ferða
vinnuhøpi. Hetta er tað
besta, vit eiga av sínum
slag. Hetta er okkara tráður
aftur í fornar tíðir, sum
vit ikki hava aðrastaðni.
Hetta eru ítøkilig prógv um
okkara umstøður og okkara
samband við mentanir í
umheiminum langt afturi
í miðøldini. Tí eiga vit at
sýna
fornminnunum
í
Kirkjubø virðing og altíð
geva teimum bestu gætur.
Vit verða fátæk, loyva
vit havinum eisini at taka
hendan partin av forna
katólska bispasætinum í sín
ríka, men stundum ov mátt
mikla og oyðandi favn.
Sandavágshálsur