Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Barnaverndarskipanin – ein valdskipan, ið ikki kann røkkast Steinbjørn Hardlei Í framhaldi av mínum skrivi: ”Barnaverndarskipanin má endurskoðast” (desember 2014) vil eg fylgja upp, bera fram mínar upplivingar av skipanini og geva eina støðu­ mynd. Skrivið hjá mær um Barna­verndarskipanina hevur við­ført nógvar reak­ tiónir og ser­liga eru tað fólk, sum koma við upp­living­um um barnaverndarmál, ið vísa somu ræðandi mynd av skip­ anini – Barnarverndarskipan okkara virkar als ikki eftir ætlan! Tað, sum eyðkennir Barna­verndar­skip­anina, ið er álvars­liga merkt av inkompe­ tensu, er at leiðsla og starvs­ fólk í skip­anini antin ”undir­ handla” ella ”yvir­handla”. Tað merkir at skip­anin í lutfalls­ liga stóran mun er (ov)passiv har hon átti at veri aktiv, og at hon í lutfallsliga stóran mun er (ov)aktiv har hon átti at tiki ein meira passivan og stuðlandi leiklut. Í báðum førum viðførir in­kompetensan, at skipanin dregur eftir seg mangar sorgar­leikir fyri børn og for­ eldur í Føroyum. Hetta er tann mynd av Barnaverndarskipanini í Før­oyum, ið verður teknað av teimum innberingum og upp­ livingum, ið eru av skipanini – og tær eru ikki fáar! Umframt, at skipanin ikki hevur neyðugu førleikarnar at handfara sín týðandi leik­lut í samfelagnum, so er lógarverkið kring hesa skip­ an smíðað á tílíkan hátt, at ongin kann fara inn og rættleiða ella broyta avgerð­ irnar hjá Barna­verndar­tæn­ astuni – og hetta er sera álvar­samt. Tí saman við in­kompetensuni og hesum veikleika í lógarverkinum, so verður skipanin so at siga ein valdsharri, ið ikki kann røkkast av øðrum myndug­ leikum og stovnum – vit hava fingið ein ”bastard” í rættar­ samfelagnum. Í seinasta skrivi mín­um nevndi eg eitt barna­verndar­ mál, ið eg havi fingið innlit í. Hetta málið er týðil­iga eitt mál har Barna­verndar­ skipanin hevur ”yvirhandla” og yvirtikið barn frá mamm­ uni, plasera tað hjá einari umlættingarfamilju við ein­ ari avgerðartilgongd, sum als ikki hevur nakað fakligt grundar­lag. Serfrøðingar, løgfrøðingar og fólk við hollum royndum innan barnaverndarmál eru á einum máli um, at hend­ an sakin er púra grotesk, og hevur helst ikki sæð sín líka áður í Føroyum. Rættar­ skipanin hevur tvær ferðir givið mammuni við­hald (!). Avbjóðingin er tó fram­vegis tann, at fáa hesa skip­an at broyta avgerð og harvið viður­kenna eitt so stórt og menn­iskjaliga kostn­aðar­ mikið mistak! Nú henda sak hevur koyrt í longri tíð gerst enn meira týðiligt, at saks­við­gerðin miðvíst í síni avgerðar­til­ gongd bert hevur nýtt frá­ greið­ingar frá einari síðu at taka avgerðir útfrá – og harvið ikki gjørt sítt fakliga heimaarbeiðið - og sýnist har­umframt tilvitað at hava fjalt ella ikki tikið við við­ komandi og avgerandi vitan. Hetta er sera álvarsamt og hetta er vorið ímyndin av einari barnaverndarskipan, ið hevur spælt sær av við alt álít! Spyrji tí enn einaferð, hvussu kann hetta fara fram í Føroyum? Hví fær hetta ikki avleiðingar? Ber tað til at taka so týðandi avgerðir fyri eina familju og syndra hana sundur – uttan haldgott grundarlag? Góðtaka vit, at saksviðgerðin í Barnaverndarskipanini er á so lágum støði? Hví svarar politiski myndugleikin ikki hesum aftur og tekur neyðug stig? Allir viðkomandi myndug­ leikar, stovnar og persónar, sum vara av hesum máli, hava fingið innlit í málið og møguleika at taka hetta upp - men har valdar einans tøgn og frá øðrum máttloysi. Við hesi støðu og tí veru­leika at álitið á Barna­ verndar­skipanina við hes­ um er farið, ikki minst mill­ um fólk og starvsbólkar, ið skulu gagnnýta hana – so er alneyðugt, at vit fáa eina endurskoðan av skipanini skjótast gjørligt. Hetta fevnur um: • At seta í verk eina kann­ ing av Barna­verndar­skip­ anini • At tryggja neyðugu før­ leikarnir innan Barna­ verndarskipanina • At endurskoða lógarverkið innan økið • At tað fyrisitingarliga verð­ur tryggjað eitt neyð­ ugt fakligt eftirlit við skip­ anini Hetta vil føra skipanina upp á eitt hóskandi støði til gagns fyri tær familjur, ið hava tørv á hjálp og stuðli. Ivist heldur ikki í, at hetta vil gagna teimum starvsfólkum, ið starvast innan skipanina. Álvarslig støða á okkara Landssjúkrahúsi Annfinn Brekkstein Býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu Politisk fráboðan um sparingar Samgongan og Miðflokkurin við Karsten Hansen á odda sær út til at raðfesta og ar­ beiða soleiðis, at Lands­ sjúkra­húsið er við at verða jarð­lagt ella stendur at kollapsa vegna sparingar í rakstrinum – nú seinast við at áleggja leiðsluni at spara 22 mió.kr. í rakstrinum í einum høggi. Hetta hevur so onki við nakrar strategiskar málsetningar at gera og hevur heldur onki við langsiktaðar rationaliseringar at gera. Streymoyggin niðurrað­fest og ongan góðan Fólkatalið í Streymoynni sam­ an við okkara høvuðsstaði, har Landssjúkrahúsið er pla­serað, telur 46,8% av saml­aða fólkatalinum í Før­oy­um. Hetta merkir, at Lands­sjúkra­húsið sjálvandi hevur alstóran týdning fyri henda partin av landinum umframt allar Føroyar. Landssjúkrahúsið er okkara høvuðssjúkrahús og skal raðfestast hægst. Landssjúkrahúsið niðurraðfest Ótti, frustratiónir og ótrygg­ leiki valdar í løtuni mill­ um flest øll starvsfólk á Lands­sjúkrahúsinum. T.d. hoyrist í almenna rúm­ inum, at serlæknar á Lands­ sjúkrahúsinum eiga 13 mió.kr. til góðar í løn, sum landið ikki hevur ráð at gjalda - teir muga avspáka. Men, tá avspákað verður, kemur eingin ístaðin fyri teir og sostatt liggur hetta sjúkrahús til tíðir í tænastuloysi. Harafturat er bara ein serlækni á hvørjum øki og tá hesin er burtur, er ongin at seta ístaðin. Vit tosa um fólkavøkstur og at fáa útbúgvið fólk aftur til landi, eitt nú læknar og sjúkrasystrar - hetta fyri, at vit alla tíðina kunnu hava eitt vælvirkandi Landssjúkrahús. Hetta er kortini ikki gjørligt við verandi fyriskipan og leiðslubygnaði í sjúkra­hús­ verkinum. Tíverri er so illa stýrt polit­iskt, at Landssjúkra­ hús­ið er á veg at kollapsa vegna sparingar og harvið vantandi fíggarligt tilfeingi. Hetta hendir hóast, at okk­ ara politikarar vita, at út­ reiðslurnar til heilsu- og sjúkrahúsverkið í Føroyum eru lægri enn í Danmark, Grønlandi og Íslandi máta við útreiðslum í prosent av BNP og BNI – hetta fyri tíðarskeiðið 2001-2007. Støðan er uttan iva ikki broytt soleiðis sum politiskt hev­ur verið raðfest við spar­ ingum og skerjingum sein­ astu árini. Politisk yvirstýring Tað, sum Karsten Hansen ger saman við sínum sam­gongu­ feløgum er politisk yvir­ stýring av læknafakligum rað­festingum. Føroyskir politikarar fremja smá­luta­ stýring av sjúkra­hús­verk­in­ um eins og í fiskivinnuni - og í báðum førum er úrslitið vána­ligt og í ringasta føri fiasko. Tað hoyrdist væl á sjúkra­ hús­stjóranunum her­fyri, hvussu hann royndi, upp á ein sak­ligan hátt, at fáa boð­ skapin út til okkara politik­ arar um trupulleikarnar og avleiðingarnar av møgu­liga at spara 22 mió.kr. í rakstri­ num – boðskapurin er: Hettar gongur ikki longur og fleiri sparingar gera av við Landssjúkrahúsið og harvið trygdina fyri dygdargóðari sjúkraviðgerð! Skilaleys skerjing í inntøkum lands­ kassans Skjeringin av ríkisveitingini, sum Karsten Hansen gjøgn­ umførdi sum lands­stýris­ mað­ur uppá 366 mió.kr. í 2002 rakar nú vælferðina. Ótrygg­ leiki og ótti hevur í longri tíð verið dagligdagurin í heilsu­ verk­inum. Vit sum land eru við at verða afturútsigld, tá talan er um at fáa vælkvali­ fiser­aðar læknar aftur til landið at arbeiða. Tað øvuta hendir í løtuni - væl útbúnir læknar flýggja av landinum. Tað er ov nógv óneyðugt órógv rundan um málsøkið hjá hesum landsstýrismanni og Karsten er sjálvur upp­ runaliga orsøkin til íkomna ruðuleikan – hann hevur frá­sagt sær inntøkur til væl­ ferðatænastur uppá 600- 700 mió.kr. árliga og hevur ongar nýggjar inntøkur sett í staðin. Karsten gloymur at seta sjúklingin í fokus, men held­ ur seg til snævurskygdan lokal­politikk og ein falskan trygg­leika um dygdargóða sjúkraviðgerð til allar før­ oyingar. Hvat eigur at gerast Karsten Hansen vil ikki savna sjúkrahúsini í eina leiðslu og harvið skapa tryggar karmar hjá øllum før­ oyingum – boðskapurin er: Legg øll sjúkrahúsini undir eina leiðslu og lat fakfólk stýra, samskipa og raðfesta í sjúkrahúsverkinum, og tá tey hava gjørt sínar lækna­ fakligu metingar eiga okkara politikarar at lurta eftir og samstarva nógv betri við fakkunnleikan! Hetta hevði havt við sær, at borgarin og sjúklingurin varð settur í fokus og ikki lokal áhugamál. Umframt at broyta leiðsl­ ubygnaðin eigur at útveg­ ast meira játtan til Lands­ sjúkrahúsið. Ein kann eisini spyrja, hví ikki spara á smáu kostn­ aðarmiklu sjúkrahús­unum? Í løtuni verða gjørdar út- og umbyggingar fyri nógvar milliónir. Hetta hongur ikki saman, tá tað samstundis og leypandi verður boðað frá skerjingum í rakstrinum. Eftr hesum fráboðanum at døma koma hvørki høli ella útgerð at verða brúkt til sjúkraviðgerð í framtíðini. Alt hetta, sum hendir boðar ikki frá góðum. Okkara politikarar hava eisini forsømt í fleiri ár at taka upp samráðingar við donsku stjørnina um at tillaga ríkisveitingina, herundir út­ reiðslur til heilsutænastur, pensjónir og serforsorg. Endamálið er heilt einfalt at hava eitt kappingarført vælferðarsamfelag - á hædd við okkara framkomnu granna­lond.