Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Neistin vann í gjár 22- 18 á Kyndli í bestu deildini hjá kvinnum í hondbólti. Støðan í hálvleikinum var 11-10 til Kyndil. Hetta er somu liðini sum um eina viku møtast í steypafinaluni. Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá verju­spæl­ arin hjá Neistanum, Birita Wardum, fekk beinleiðis reytt kort fyri at sláa Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli. Neistin fór í skjótálop, tá Birita og tveir spælarar hjá Kyndli vóru í hornatøkum. Tað endaði við, at Birita Wardum at síggja til sló Kyndla spælaran. Turið fekk tveir minuttir, meðan Birita Wardum fekk beinleiðis reytt kort. Tað er í løtuni ógreitt um Birita Wardum hevur leik­ bann til steypafinaluna. Í leguni hjá Neistanum vita tey ikki at siga, um Birita fær leik­bann. Arbeitt verður nú við at fáa greiðu á fløkjuni. Keldir hjá Miðlahúsinum upp­lýsa, at vanligt er, at spælari skal sita yvir kom­ andi dyst líka mikið um talan er um lands­kappingar­dyst ella steypadyst. So avgjørt er svarið ikki frá Hondbóltssambandinum ikki. Her verður bíðað eftir dómara­frágreiðingini. Síðani verður felagið hoyrt, áðrenn Aga­nevngin tekur eina av­ gerð. Dómurin var ikki komin, tá Sosialurin fór til prent­ ingar, men heimasíðan hjá Miðla­húsinum, In.fo, fylgir málinum. Birita hevur stóran týdn­ ing fyri serliga verjuspælið hjá Neistanum, og hevur nógv­ar royndir sum spælari. VÍF vann stórt VÍF vann uttan trupulleikar á Stjørnuni í høllini í Vest­ manna. Longu í hálvleikinum var alt avgjørt, tá støðan var 18-8 til vertirnar. Eins og í steypa­kappingini, so var Liljan Djurhuus aftur topp­ skjútti í dystinum. Hon skor­ aði ikki færri enn tíggju mál. Við sigrinum á Kyndli er Neistin nú trý stig fremst í lands­kappingini. Vest­menn­ ingar eru á triðja plássi við fimm stigum færri enn odda­ liðið. trondur@sosialurin.fo Hondbóltur Hvonn Deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 15 436 311 125 25 2 Kyndil 15 391 296 95 22 3 VÍF 15 429 328 101 20 4 VB 14 374 292 82 17 5 StÍF 15 340 315 25 12 6 Stjørnan 14 259 381 -122 6 7 Søljan 14 135 441 -306 0 Kyndil - Neistin 18-22 (11-10) Kyndil: Bára K. Hansen 5, Anna Brimnes 5, Bjarta O. Johansen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Turið A. Samuelsen 2, Anna Sofía H. Mohr 1 Neistin: Jacklin Durhuus 7, Bára Hansen 5, Marjun F. Danberg 4, Birita Jakobsen 3, Nicoleta R. Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1 VÍF - Stjørnan 31-20 (18-8) VÍF: Liljan Djurhuus 10, Agnas Olsen 8, Daniella Joensen 4, Adina Ghidoarca 4, Tóra Seloy 3, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2 Stjørnan: Simona Florea 5, Poula L. Joensen 5, Mina Sirdal 4, Ella Petersen 4, Jansy Jacobsen 1, Jórun B. Nielsen 1 Tað er ein møguleiki fyri, at Birita Wardum má sita uttanfyri, tá Neistin og Kyndil møtast í steypafinlauni hjá kvinnum um komandi vikuskiftið. Hon fekk beinleiðis reytt kort í landskappingardystinum móti júst Kyndli í gjár, men tað er framvegis ógreitt um leik­bannið er galdandi í steypafinaluni Birita kann fáa leikbann til steypafinaluna Myndir: Álvur Haraldsen